Ætlaðu at seta eld á hús

Fríggjakvøldið ætlaðu nakrar ungar gentur í Porkeri at seta eld á eini hús. Tær høvdu sett eld á nakrar tómar sigarettpakkar, sum tær síðani høvdu stungið í eitt hol í eini kiosk. Nógvur roykur kom frá, og eldur eisini, men tær sløktu sjálvar eldin aftur.
Frá politistøðini á Tvøroyri verður sagt, at tosað hevur við foreldrini, og sum skilst, so er málið meira ella minni slept.
Genturnar vóru 14 ? 15 ára gamlar.