Heldur kortini tætt inn at sær

Karsten Hansen vil onki siga um tølini á fíggjarlógini fyri næsta ár

Fíggjarlógin 2003

Í løtuni verður arbeitt av øllum alvi í landsstýrinum við at fyrireika fíggjarlógina fyri næsta ár.
Fíggjarlógin skal verða løgd fyri tingið í seinasta lagi 1. oktober, so í løtuni fer mesta arbeiðsorkan hjá landsstýrinum til at fáa samgonguna at semjast um eina fíggjarlóg.
? Í ár er arbeiðið eitt sindur seinkað afturímóti tí tað plagar, men tað kemst av, at løgtingsval var í vár og at tað gingu fleiri vikur til nýggj samgongað varð skipað og tað seinkaði arbeiðnum, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í Fìggjarmálum.
Men hann leggur kortini afturat, at fíggjarlógin sjálvsagt verður klár sum ætlað.
Annars vil Karsten Hansen onki siga um, hvussu arbeiðið gongst og hann vil heldur ikki siga nakað um tølini á fíggjarlógini.
Men hann sigur, at landsstýrið er samt um høvuðskarmarnar, men enn er langt eftir á mál, áðrenn tað verður greitt, hvussu krónurnar í karminum skulu býtast sundur.
Tó sigur hann, at árið í ár er onki undantak: Ynskini frá teimum ymsu landsstýrisfólkunum eru aftur í ár nógv hægri enn rúmd verður fyri, so tað verður verri enn so at øll ynski verða gingin á møti.
Landsstýrið hevur verið saman á Viðareiði at tosa um fíggjarlógina og har vórðu høvuðstølini løgd.
Karsten Hansen sigur, at fíggjarlógin verður løgd eftir eini yvirskipaðari ætlan, har vælferð, øktar útreiðslur og skattalættar verða sett upp ímóti hvørjum øðrum í eini heild, so at øll tølini ganga upp og tí kann hann heldur ikki siga nakað um, hvussu nógv verður sett av til hvat.