Fíggjarlógin 2003
? Útreiðslurnar á fíggjarlógini skulu ikki veksa meiri enn inn- tøkurnar.
Tað er ein grundleggjandi mál- setningur, sum samgongan hevur sett sær á fíggarliga og búsksparliga økinum.
Og tað fer at síggjast aftur, nú arbeitt verður við at leggja fíggjarlógina fyri komandi ár,sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.
Í samgonguskjalinum stendur, at ?búskaparliga skal munurin millum inntøkur og útreiðslur á fíggjarlógini vaksa positivt á hvørjum ári?.
? Hetta merkir, at vøksturin í útreiðslunum skal altíð verða minni enn vøksturin í inntøkunum, sigur løgmaður.
Hann sigur, at hendan málsetningin hevur samgongan sett sær, at tað yvirskotið sum er á fíggjarlógini, skal ikki útholast framyvir.
Anfinn Kallsberg sigur, at sostatt verður tað búskaparligi vøksturin í samfelagnum sum ger av, hvussu útreiðslurnar á fíggjarlógini hækkað. Er búskaparligur vøkstur, er eisini rúmd fyri at hækkað útreiðslurnar.
Annars vil løgmaður ikki siga nakað um komandi útreiðslurnar.
? Men í løtuni er búskaparligur vøkstur. Samstundis vita vit, at lønirnar eru hækkaðar og rakstrarútreiðslurnar eru eisini hækkaðar og somuleiðis tær lógarbundu útreiðslurnar og tað fer at síggjast aftur í fíggjarlógini
Sostatt er greitt, at javnvágin í fíggjarlógini næsta ár verður hægri enn á fíggjarlógini í ár.
Men hvussu nógv, vil hann ikki siga. Hann vil heldur ikki siga, um rúmd verður fyri øktum tænastum, tvs um fíggjarlógin fer at hækka meiri enn øktar lønarútreiðslur og aðrar kravdar útreiðslur hækka.
? Karmarnir verða fyri ein stóran part lagdir av sær sjálvum, tí vit hava fingið eina meting av, hvussu búskaparligi vøksturin verður og tá ið fíggjarlógin altíð skal veksa minni enn tað, leggja karmarnir seg fyri ein stóran part sjálvt, sigur Anfinn Kallsberg.
Samstundis er eisini greitt, at samgongan hevur sett sær fyri at lækka skattin.
?Vit mugu ansa eftir príshækkingum, sum aftur føra økt lønarkrøv við sær, tí tað kemur ikki altíð løntakarunum til góðar, tí prísirnir hækka samsvarandi. Tað sum hendir, er, ofta, at at lønirnar hækka, men keypiorkan hækkar ikki kortini, tí prísirnir hækka tilsvarandi.
-? Tað hava vit ov nógv dømi um. Tað, vit mugu gera, er at leggja til rættis soleiðis, at tann tøka lønin hækka og tað gerst best við at lækka skattin, sigur Anfinn Kallsberg.
Samgonguskjalið um fíggjarpolitikkin
Nú landsstýrið telvar um fíggjarlógini fyri komandi ár, kann tað vera hóskandi at tríva í tað, sum fólkaflokkurin, sjálvstýrisflokkurin, tjóðveldisflokkurin og miðflokkurin samdust um í samgonguskjalinum, sum teir samdust um, tá ið samgongan varð skipað í vár.
Í samgonguskjalinum stendur m.a. , at førast skal ein varin og ábyrgdarfullur búskaparpolitikkur, har grundstøðið undir búskapinum er framleiðsluvirðið í landinum.
? Politiska endamálið við fíggjarpolitikkinum er at laga føroyska búskapin til ein sjálvberandi búskap, har allir borgarar hava javnbjóðis møguleikar, har vælferðin hjá føroyingum verður ment, har samfelagnum verður tryggjað eitt sunt støði fyri sjálvsmenning og búskaparligum sjálvbjargni og har javnvág verður millum privat og alment fyritaksemi og íløgur.
Men tað stendur eisini, at munurin ímillum inntøkur og útreiðslur á fíggjarlógini skal veksa á hvørjum ári.
Harafturat stendur, at miðast skal eftir at gjalda niður skuld skjótari enn ætlað.
Samstundis skal blokkstuðulin verðar fastfrystur, búskapargrunnur skal setast á stovn og almennar langtíðar verklagsætlanir skulu gerast og fylgjast í verki.
Skatturin lækkast
Afturat hesum skal skatta- og avgjaldspolitikkurin eggja til, at tað loysir seg at arbeiða, framleiða, spara saman og gera íløgur.
Samgongan er samd um, at tað er neyðugt at linka skattin fyri at lætta um hjá húskum og einstaklingum. Tað er eisini neyðugt at lækka kostnaðarstøðið, bøta realønina og styrkja kappingarførið.
Tí verður botnfrádrátturin hækkaður og allir prosentsatsir á skattaskalanum stigvíst lækkaðir, serliga hjá lág- og meðalinntøkum. Samstundis skal marginalskattamarkið stigvíst hækkast til at liggja oman fyri sáttmálalønina hjá verkafólki.









