Húsar:
- Tað er gott at vera her, tað er púra vist, men ein má sanniliga venja seg við tað, sigur Silja.
- Tað er sjálvandi stórur munur á at vera uppvaksin á Tvøroyri og so at flyta til Húsar, men tað havi eg vant meg við. Og tað er altíð nóg mikið at takast við her, leggur hon aftur at.
Silja vísir á, hvussu óhugaligt tað er, um hon ætlar sær at fara til Tvøroyrar ein túr.
- Tað er ein sera langur túrur at fara, tí ein nýtir ein heilan dag til at ferðast í hvønn vegin, so tað er ongin møguleiki at fara ein vikuskiftistúr til Suðuroyar.
- Tá vit eru farin ein túr suður, so hava vit altíð steðgað í eina viku ? ikki minni, skoytir Kristian uppí, tí tað letur seg ikki gera at ferðast so langan veg við børnum og so bert kunna steðga ein dag.
Barsskor, sum røkir farleiðina um Kalsoyarfjørð, siglir tvær ferðir um dagin millum Klaksvík og Syðradal, sum er sunnasta bygdin á oynni. Ein túr um morgunin og ein um kvøldið.
Nógv kalsoyingar ferðast hvønn dag til Klaksvíkar at arbeiða og yvir um aftur eftir arbeiðstíð. Men tað eru tó fleiri, sum arbeiða á oynni. Eitt nú liggur ein smoltstøð hjá Faroe Salmon millum Húsar og Syðradal.
Kristian greiðir frá, at Húsa bygd er ein bygd í menning, tá tað kemur til fólkatal. Barnatalið er økt munandi seinastu árini, og tað heldur hann sjálvandi vera sera gott fyri bygdina.
- Tað setur lív í bygdina, at tað renna nógv børn úti og spæla, sigur hann.
Og tað leggur ein eisini væl merki til, tá ein gongur gjøgnum bygdina. Hendan dagin vóru heilt nógv børn at síggja úti, tí hóast sólin ikki skein, so var veðrið gott, og tað var avbera lýtt.
Meðan, vit soleiðis standa og práta um leyst og fast, gongur fýra ára gamli Óli aftur og fram við eini trillibøru. Á henda hátt hjálpir hann mammuni, sum tveitir alt, sum hon sker av rabarbunum niður í børuna.
Ása, sum er tvey ára gomul gongur eisini melur har, men hon verður eitt sindur órógvað av, at fremmant fólk kemur framvið, so hon veit ikki rættiliga, hvat hon skal. Men so at enda finnur hon eitt hvørt at spæla við og setur seg so við tí.
Níggju mánaðar gamli Jón situr bert og eygleiðir tað, sum fer fram, meðan hann jaglar eina rabarbu, sum hann hevur tikið úr baljuni hjá mammuni.
- Teimum dámar væl at vera við í tí, sum okur takast við, sigur Silja og smílist, meðan hon eygleiðir børnini.
Ov høgur prísur
Kristian er maskinmeistaralærdur, og hann hevur verið nógv burtur. Hann sigldi við Norrønu í fjúrtan ár, men er nú farin í land.
- Tann einasti av børnunum, sum eg havi fingið ta fyrstu livitíðina við, er Jón, sigur hann og peikar á tann yngsta, sum tykist hava fingið smakkin fyri rabarbum av álvara.
- Eg var burtur í fýra mánaðir einaferð, tá Ása var um eitt ára aldur. Tá eg kom heimaftur, vildi hon slettis ikki kenna meg. Hon skríggjaði og græt, tá hon sá meg, og vildi als ikki hava nakað við meg at gera. Tað var sera hart, og tá tók eg avgerðina um, at tað var ein ov dýrur prísur at rinda fyri at vera burtur so langa tíð av árinum, greiðir Kristian frá.
Silja sigur, at tað er heilt stutt síðani, at Ása byrjaði at góðtaka pápa sín av røttum.
- Men nú rennur hon eisini allatíðina aftan á honum, sigur hon og so flenna tey.
Nú ger tann lítli vart við, at hann tímir ikki meira á hesum sinni, og Silja leggur knívin frá sær og tekur hann upp.
Beinanvegin fer Óli eftir knívinum. Eg hugsi, um eg skal gera vart við, at hann hevur tikið knívin, tí tað letur ikki til, at foreldrini varnast tað. Hann er jú einans fýra ára gamal.
Men eg velji at tiga, tá eg síggi, hvussu væl hann dugir at handfara knívin. Hann sker frá sær, og um ein skal samanbera hann við mammu sína, so stendur hann onki aftanfyri hana í skjótleika. Tað er bara eitt, tvey, trý, so er tann fyrsta rabarban grýtuklár, um ein kann siga tað so. Og hann heldur fram eina rabarbu fyri og aðra eftir.
Vit standa øll og hyggja eftir honum, meðan hann arbeiðir, og eg hugsi við mær sjálvari, at her er talan um eina familju, sum fær nógv frá hondini saman.
Vit takka fyri prátið og fara víðari í bygdini við myndini av einari familju, sum í felag var um at taka rabarbur upp til greyt og súltutoy, í huganum.