nýggja simulatordeplinum hava vit tikið alla venjing av flogskiparum, bæði í flogførum og tyrlu, heim til Føroya. Vit menna eitt nýtt búskaparligt bein til okkum at standa á, eins og vit seta Føroyar á heimskortið [...] í Atlantic Airways Aviation Academy, lata vit ikki bert upp ein simulatordepil, men vit taka eisini fyrsta stigið í eini nýggjari hávitanarvinnu í Føroyum. Vit eru serstaklig errin og fegin um, at okkara [...] Atlantic Airways. Í dag hevur opið hús verið í simulatordeplinum bæði fyri innbodnum og fyri almenninginum, har høvi hevur verið at síggja umstøðurnar og simulatorarnar báðar. - Vit eru errin av, at Atlantic Airways
nógv órudd, tí tá steðgar ferðin. Orkurnar, ið vit hava um okkum, ávirka lívið meiri enn vit kunnu ímynda okkum. Tískil ræður tað um at skilja okkum av við alt, sum vit bert hava tí vit ikki orka at blaka [...] Surya Das. Hansara ráð eru, at vit mugu sleppa vanahugsanini um, at ?jú meiri, jú betur?. Men í veruleikanum er tað líka ringt at hava ov nógv sum at hava ov lítið. Vit verða uppald til at savna inn undir [...] at vit kunnu liva minimalistiskt uttan at missa vesturlendsku hentleikarnar. Høvðusboðskapurin í lívsstílinum er, at vit mugu læra okkum ikki at gerast bundin at jørðiskum ognum og sambondum. Vit hava
ítróttar-heimurin skipaður! Men vit eru øll eisini við í eini kapping, sum vit ikki sjálvi hava valgt at verða við í. Vit eru sett inn á kappingarbreytina. Allastaðni kappast vit ? í skúlanum, á arbeiðsplássinum [...] vinningur. Tað merkir, at um vit skulu fáa sigurskransin, so mugu vit tapa valdið á okkum sjálvum og á okkara egna lívið. Gera vit tað, so vinna vit lívið í Jesu frelsandi felagsskapi. Tá vil krossurin blíva skiftur [...] samfelagnum sum heild. Vit berjast fyri at smábygdir skulu yvirliva, men tær doyggja út, uttan at vit fáa gjørt nakað fyri at forða tí. Hetta kennist fyri mong sum eitt stórt tap, serliga tá virðir fara fyri
gjørdu av, at nú skuldi kórið fara út at ferðast. ? Vit royna eftir førimuni at syngja í Siloa og viðhvørt í øðrum samkomum eisini. Tað hevur týdning at hava serstakar avbjóðingar at venja fram ímóti. Í vetur [...] vetur hevur uttanlandsferðin verið stóra málið, og eg haldi, at vit eru hampuliga væl fyri, nú vit fara avstað. Skráin er fjølbroytt. Bæði á føroyskum og eingilskum. Tey syngja sálmar og sangir, gospel, [...] gjárkvøldið fór sangkórið í Siloa í Fuglafirði til Skotlands. Tey vitja í Aberdenn, og tey koma til hús aftur mánakvøldið. Í ferðalag-num eru 42 sangarar. Kór-leiðari er Eyðun á Lakjuni, sum hevur stjórnað
skiftast. Hetta broyttist nógv, tá vit synirnir settu búgv, og hann um somu tíð flutti í egin hús. Nú aftrar hann seg hvørki við at stoypa, smíða ella skrúva. Hann er altíð góður at heita á til at rætta [...] um, sum tey bæði hava verið við til fleiri ferðir áður. Í yngri árum var hann meira bókligur enn praktiskur, og enn verður hann argaður við, at boð máttu sendast eftir elektrikara, tá útiperan skuldi skiftast [...] til Havnar, at ganga í skúla. Hann tók studentsprógv í 1950 og fór síðan at lesa til lækna. Eftir at hava arbeitt nøkur ár á sjúkarhúsinum í Havn, fór hann saman við familjuni til Grønlands, har hann var
Sigurd, og vit prátaðu um mangt og hvat. Tá eg skuldi fara avstað reisti hann upp, hugdi meg beint inn í eyguni og spurdi: Hevur tú skrivað nekrologin? Eg segði, at tað hevði eg ikki. Hann segði tá við meg [...] sum Hoyvík var. Tá hann var føddur vóru fá hús. Heima á Garði vóru bóndahúsini og uppsitarahúsini, men Royndarstøðin var í gerð. Í niðaru Hoydølum stóð sanatoriið, men annars vóru eingi hús fyrr enn komið [...] einki nýtt fyri hann at bóka. Tá hann var hjá sorinskrivaranum hevði hann bókhaldið av frímerkjakassanum, og tá hann var á aðalfundi í feløgum kom hann annaðhvørt til hús við gerðabókini sum skrivari ella
hevur ábyrgdina av sendinetinum, og tað er Føroya Tele, sum skal umsita netið. Tá vit fáa klagur frá lurtarum, senda vit tær víðari til Føroya Tele. Tí kann eingin lasta okkum fyri, at sendinetið ikki [...] millumbylgju. Serkøn fólk á hesum økinum siga, at vanligasti trupulleikin, tá fólk ikki hoyra útvarpið, er heilt einfalt tann, at tey ikki hava antennu ella nóg góða lurtiútgerð. ? Eg havi roynt alskyns sløg av [...] m, sigur Sigurd, sum vónar, at hann fær fleiri í sín part, ið hava sama trupulleika sum hann. Málið kemur fyri í rættinum í næstum, og tá verður meira at frætta frá dystinum, sum Sigurd hevur tikið upp
og beiggjarnir hava verið tiltiknir raskir og sterkir. Allir vóru teir glaðir fyri sjógvin - allir sjómenn. Guttabáturin man hava átt lívið í húsinum hjá Gutta, og báturin í heila tikið tá í tíðini. Bátur [...] fluttu í nýggj hús undir Kropnasteini, og fingu tey okkum fýra systkini: Elinborg, sum býr í Syðrugøtu, Árni, sum býr í Oyndarfirði, Hjalti, sum býr í Danmark, og Magna sum býr í Fuglafirði. Vit fýra systkin [...] systkin hava haft eitt trygt og gott barnaheim, har mamma altíð var heima og pápi nógv til skips. Soleiðis var tað í teimum føroysku heimunum tá í tíðini. Pápi legðist heima vegna heilsuna í 1984, men síðani
dystinum í dag tosaðu vit ikki so nógv um taktik, sum vit annars plaga at gera. Vit tosaðu bert um at vinna dystin, og eg eri sera fegin um, at allir leikararnir gjørdu sítt til, at vit náddi hesum málið, [...] føroyskum fótbólti seinasta tíggjuáraskeiðið, men hinvegin hava greiðar ábendingar verið um, at gøtumenn ikki longur eru eins sterkir, sum teir hava verið. Avrikið hjá gøtumonnum sunnudagin í Vági boðaði heldur [...] tó á, at heimaliðið lovaði gestunum inn aftur í dystin, eftir at hava verið á odda við tveimum málum, men sigurin kom so kortini í hús, og hetta helt venjarin vera tað týdningarmesta. Starvsfelagið hansara
ofta á lofti, hesa løtuna, tá Sosialurin vitjaði næmingarnar í báðum flokkunum fyrrapartin í gjár. - Vit vita nú meiri um orku og umhvørvið enn hvat vit vistu áðrenn. Um vit sjálvi ger nakað við tað fyrst [...] tað einki at brúka tað. - Eg haldi ikki, at tað sær so ljótt út at hava slíkt á húsunum. Eg ætli mær sjálv at fáa slíkt uppá míni hús, tá eg einaferð komi so langt, sigur ein av yngru gentunum í flokkinum [...] luttaka í eini kapping millum luttakarar úr øllum heiminum. Í hesi verkætlanini hava tey arbeitt við alternativari orku og hava sjálvi víst á, hvussu ein kann umseta hetta til veruleika, og hvussu tann einstaki