Pápi er føddur hjá Gutta í Oyndarfirði og verður tí róptur Sigurd hjá Gutta. Pápi er trielst av 7 systkum, seks beiggjar og ein systir, tey vóru: Meinhard, John, Sigurd, Ella, Jákup Christoffur, Einar, Elibert og Jákup Martin. Systirin Ella doyði í 1945 av tuberklum, og Meinhard, John og Jákup Christoffur eru eisini deyðir.
Vanliga verða brøðurnir róptir Gutta-beiggjarnir millum fólk. Teir eru synir Jacobinu og Hans Martin Joensen. Barnaskógvarnar sleit pápi heima í Sjóvartúni og niðri á støðni. Sigast má, at hann og beiggjarnir hava
verið tiltiknir raskir og sterkir. Allir vóru teir glaðir fyri sjógvin - allir
sjómenn.
Guttabáturin man hava átt lívið í húsinum hjá Gutta, og báturin í heila tikið tá í tíðini. Bátur var altíð í húsinum, og so skjótt teir komu til mans, byrjaðu teir at rógva út, og ikki eru heilt fáir fiskar, teir hava drigið á borðið, og var tað grind, var Guttabáturin ikki síðstur. Byrsan var nógv nýtt hjá Gutta, bæði í báti og í haga - inniløgumenn má man siga.
Pápi bleiv fermdur við Gjógv, og tað hevur hann tosa nógv og gott um
teir 14 dagarnar, hann gekk til prest.
Pápi hevur verið sjómaður alt lívið, og hevur hann upplivað alla broytingartíðina frá slupp í sjálvdrátti til nútímans fiskifør. Hann sigldi við sluppum sum t.d. Sólbrun og Maseppu, línuskipunum Stellu Mariu og Stellu Kristinu, kraftblokkabátunum Saturn og Gøtunes, og til síðst við Cubabátum sum sonurin Árni førdi.
Pápi hevur altíð siglt sum maskinmaður. Hann sigldi eisini undir øllum
krígnum. Hann var við Johannu TG327 í 1990, tá ið krígsveteranar fóru til
Keypmannahavnar. Og nú í apríl 2005 var hann saman við mammu okkara, systir og beiggja til 60 ára minningarhald, í samband við at kríggið var av. Og seinasta sunnudag var hann biðin um at koma við Jóhannu TG327 sum bátsmaður til Íslands at keypa fisk og síðan til Aberdeen. Men tað kemur tíðin at vísa, um hann fer við.
5. februar 1950 giftist pápi við mammu, Aðalbjørg, f. Eidesgaard, av Marknagili í Oyndarfirði. Tey fluttu í nýggj hús undir Kropnasteini, og fingu tey okkum fýra systkini: Elinborg, sum býr í Syðrugøtu, Árni, sum býr í Oyndarfirði, Hjalti, sum býr í Danmark, og Magna sum býr í Fuglafirði. Vit fýra systkin hava haft eitt trygt og gott barnaheim, har mamma altíð var heima og pápi nógv til skips. Soleiðis var tað í teimum føroysku heimunum tá í tíðini.
Pápi legðist heima vegna heilsuna í 1984, men síðani hevur hann gjørt sær
verkstað í kjallaranum, har hann ger flaggstengur, grindaknívar og
fjallstavar. Honum dámar væl at gera okkurt. Arbeiðssamur sum fáur og hartil bráður av lyndi. Skemtingarsamur, og dámar væl at dansa í vertskapi.
Hann var við tveimum abbadøtrum við Norrønu síðst í 90-unum ein harmonikutúr.
Pápi tók koyrikort sum tilkomin síðst í 70-unum, og hevur hann koyrt til dagin í dag.
Kirkjugangari er hann um ein háls. Hann fer í kirkju hvønn tann einasta sunnudag, har hann hevur sítt fasta pláss, og helst fer hann til
gongu. Tað liggur í slagnum ikki at gevast.
Góði pápi, vit ynskja tær hjartaliga tillukku á 85 ára degnum og gleða okkum til at vera saman við tær og øllum í familjuni, vinum og kenningum
sunnudagin. Harrin gevi tær og mammu eitt blítt lívskvøld. Takk fyri alt tit
eru fyri okkum.
Magna v/ familju