Útvarpsstjórin sigur, at Vinnumálastýrið hevur ábyrgdina av sendinetinum, og tí hevur Útvarp Føroya ikki skyldu til at syrgja fyri, at øll í Føroyum hoyra útvarpið nóg væl. Vinnumálastýrið hevur hinvegin onga veitingarskyldu í sambandi við sendinetið hjá ÚF
? Tað er langt úti, at Útvarp Føroya kann krevja fult útvarpsgjald frá mær, hóast eg nóg illa hoyri útvarpið heima við hús, sigur Sigurd Johannesen, skipari av Oyrabakka.
Sigurd hevur tvær ferðir goldið helvtina av útvarpsgjaldinum, og hann hevur tí fingið fleiri áminningar frá útvarpinum um at gjalda tær írestandi krónurnar, men hann hevur boðað frá, at hann ikki fer gjalda meira enn helvtina, so leingi hann ikki hevur møguleika at hoyra røddirnar hjá útvarpsvertunum í Sortudíki.
Sigurd sigur, at hann fer at stríðast fyri hesum sera grundleggjandi máli av øllum alvi, tí hann heldur seg hava eina nóg góða grundgeving fyri ikki at gjalda.
Skiparin av Oyrabakka heldur, at fólk, ið ikki hoyra Útvarp Føroya nóg væl, ikki skulu gjalda fult útvarpsgjald. Tað er skeivt at krevja pening fyri eina vøru, sum ikki verður leverað, sigur Sigurd.
ÚF onga ábyrgd
Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, sigur, at tað ikki er ábyrgdin hjá útvarpinum at syrgja fyri, at sendinetið er nóg gott, til at øll hoyra útvarpið.
? Tað er ásett í lógini, at Vinnumálastýrið hevur ábyrgdina av sendinetinum, og tað er Føroya Tele, sum skal umsita netið. Tá vit fáa klagur frá lurtarum, senda vit tær víðari til Føroya Tele. Tí kann eingin lasta okkum fyri, at sendinetið ikki er nøktandi fyri øll, sigur Jógvan Jespersen.
Jógvan Jespersen heldur, at tað er sjálvsagt, at øll, ið rinda útvarpsgjaldið, skulu hoyra útvarpið væl, men tað einasta, hann kann gera, er at heita á Føroya Tele um at fáa viðurskiftini í rættlag.
Kringvarpslógin sigur eisini, at útvarpsgjaldið kann heintast inn við panting, har rætturin krevur gjaldið frá fólki, ið ikki vilja gjalda.
Hetta er Sigurd greiður yvir, og hann vil hava málið í rættin beinanvegin, tí hetta er einki at bíða eftir, heldur hann. Sigurd fekk boð um at møta á sýsluskrivstovuni í Runavík ein av næstu døgunum, men hann boðaði frá, at hann ikki fór at møta, men bað um at fáa málið beint til fútan beinanvegin.
Rokningin hevur skeiva adressu
Sigurd hevur sent brøv til útvarpið fyri at vísa á, at hoyriviðurskiftini á staðnum ikki eru góð, men hann sigur, at ÚF hevur víst til Vinnumálastýrið og Føroya Tele.
? Eg havi fingið svar frá Útvarpi Føroya, har teir siga mær, at teir eru greiðir yvir, at hoyriviðurskiftini á staðnum ikki eru góð, men hóast tað skal eg gjalda, sigur Sigurd Johannesen.
Tí hevur hann eisini sent brøv til hesar báðar stovnar, men hann hevur einki svar fingið frá nøkrum teirra.
Sigurd vísir á, at tær írestandi krónurnar á rokning hansara skulu gjaldast av Vinnumálastýrinum ella tí ábyrgdarhavnadi á økinum, tí tað hevur ábyrgdina av, at hann ikki hoyrir Útvarp Føroya nóg væl.
Sigurd hevur ongar ætlanir um at fáa serkøna hjálp frá sakførara í rættarmálinum, tí hann metir, at hann kann verja seg sjálvan í rættinum.
Onga veitingarskyldu
Hjørdis Gaard, fulltrúi í samskiftismálum á Vinnumálastýrinum, sigur, at tað almenna ikki hevur ein veitingarskyldu á hesum økinum. Tað er sostatt ikki skyldan hjá Vinnumálastýrinum at syrgja fyri, at sendinetið hjá útvarpinum er nøktandi hjá øllum.
Til samanberingar kann nevnast, at Føroya Tele hevur ein veitingarskyldu og skal syrgja fyri, at øll í Føroyum hava atgongd til telefon á fastneti. Hetta er hinvegin ikki ásett við lóg í sambandi við sendinetið hjá almenna útvarpinum og sjónvarpinum.
Tað er ásett í lógini, at hevur tú eitt útvarp í húsinum, so skalt tú rinda útvarpsgjaldið. Útvarpsgjaldið verður ikki sett í mun til, hvussu væl tað ber til at hoyra útvarpið á staðnum, verður upplýst úr Vinnumálastýrinum.
Á fíggjarlógini fyri næsta ár er 1 millión krónur sett av til íløgur av útskifting og útbygging. Tað er sostatt ein politisk avgerð at betra um sendinetið.
Allur peningur, sum Vinnumálastýrið rindar, er játtaður av løgtinginum, og eingin peningur er játtaður til endurgjald. Tí fer Vinnumálastýrið ikki av sínum eintingum at gjalda írestandi krónurnar á útvarpsrokningum hjá fólki, sum ikki hoyra Útvarp Føroya.
Skal skjótt í rættin
Tað er sendarin á Eiðiskolli, sum skal syrgja fyri, at fólk í Sundalagnum hoyra Útvarp Føroya, meðan signal frá sendaranum á Húsareyni eisini røkka tann vegin norðureftir. Sendarin á Eiðiskolli hevur eftir øllum at døma ikki nóg stóra sendistyrki, so at øll kunnu hoyra útvarpið.
Sigurd sigur, at hann hoyrir Útvarp Føroya betur á millumbylgju enn á FM, men ljóðgóðskan er verri á millumbylgju.
Serkøn fólk á hesum økinum siga, at vanligasti trupulleikin, tá fólk ikki hoyra útvarpið, er heilt einfalt tann, at tey ikki hava antennu ella nóg góða lurtiútgerð.
? Eg havi roynt alskyns sløg av antennum, men einki hjálpir. Signalið er framvegis ikki nóg gott, og tað er sama skilið í grannahúsunum, sigur Sigurd, sum vónar, at hann fær fleiri í sín part, ið hava sama trupulleika sum hann.
Málið kemur fyri í rættinum í næstum, og tá verður meira at frætta frá dystinum, sum Sigurd hevur tikið upp við almennar stovnar.










