Jóannes Hansen
??????????????
Í gjárkvøldið fór sangkórið í Siloa í Fuglafirði til Skotlands. Tey vitja í Aberdenn, og tey koma til hús aftur mánakvøldið. Í ferðalag-num eru 42 sangarar. Kór-leiðari er Eyðun á Lakjuni, sum hevur stjórnað kórinum øll árini, síðani tað varð endurstovnað í 1988.
Hetta er fyrsta ferðin, at Siloakórið er uttanlands. Tá ið tey komu til Aberdenn við flogfarinum hjá Atlantsflog í gjárkvøldið, skuldi borgarstjórin, John Reynolds, standa fyri teimum og taka ímóti. Fyrrapartin í dag er kórið bjóðað at syngja í Aberdeen Town House. Tá fer kórið vegna Fuglafjarðar kommunu at handa borgarstjóranum málning, sum Øssur Mohr í Fuglafirði hevur málað.
Siloakórið skal syngja fleiri ferðir, meðan tey eru í Skotlandi. Í kvøld klokkan 19.30 fara tey at hava konsert í Bridge of Don church. Hetta er samkoman, sum Gudmundur Johanneson gongur í. Hann er hálvur føroyingur, og tað eru ivaleyst fleiri, sum komast við hann. Gudmundur hevur hjálpt fuglfirðingum at leggja ferðina til rættis.
Leygardagin klokkan 11 fer Siloakórið at syngja í Bon?Accord handils-skálanum, og klokkan 19 fara tey at syngja í Salvation Army Citadel. Sunnudagin fara tey at syngja í samkomuni Hebron Evangelical Church klokkan 11.30, og sunnukvøldið klokkan 18 skulu tey syngja í Arbroath, sum er lítil býur einar hálvt hundrað kilometrar sunnnanfyri Aberdeen.
Avbjóðing
Eyðun á Lakjuni sigur, at tað var eina ferð í heyst, at tey gjørdu av, at nú skuldi kórið fara út at ferðast.
? Vit royna eftir førimuni at syngja í Siloa og viðhvørt í øðrum samkomum eisini. Tað hevur týdning at hava serstakar avbjóðingar at venja fram ímóti. Í vetur hevur uttanlandsferðin verið stóra málið, og eg haldi, at vit eru hampuliga væl fyri, nú vit fara avstað.
Skráin er fjølbroytt. Bæði á føroyskum og eingilskum. Tey syngja sálmar og sangir, gospel, nigro spiritual og eisini eitt Kingo lag. Talan er um Nú rennur sólin frí úr Eysturlondum, sum Kári Bæk hevur sett út fyri kór. Millum føroysku sangirnar eru orð og løg hjá Ismari Joensen og Jógvani á Lakjuni, Øssuri Berghamar og Eyðuni Jacobsen.
? Nógv av tí, sum verður sungið á eingilskum, er sovorðið, sum upprunaliga er yrkt á eingilskum, og sum vit plaga at syngja í føroyskari týðing, sigur Eyðun á Lakjuni.
Fylgisspælið er fjølbroytt. Jóhannes Simonsen og Eyðun á Lakjuni spæla klaver, Martin Simonsen spælir orgul, Bárður á Lakjuni spælir bass, og Jóhan á Lakjuni spælir trummur.
Solo sangararnir eru Elisabeth Hansen, Karlina Højgaard og Elsebeth Lassaberg. Trio syngja Elsebeth Lassaberg, Erla á Torkilsheyggi og Levi á Torkilsheyggi.