Silvurmerkið er ósigur

Prædika, sum Hans Eiler Hammer helt Ólavsøkudag


 

Bøn: Ævigi Guð, vit takka tær fyri, at tú kallaði lærusveinar tínar og grundaði kirkju tína her á fold. Vit takka tær fyri, at tú enn tann dag í dag vilt brúka okkum veiku og syndigu menniskju í tænastu tíni. Hjálp okkum til at tæna tær við evnum og náðigávum okkara, soleiðis at vit kunnu byggja kirkju tína á hin eina sanna grunnvøll!

Amen


Hetta heilaga evangeliið til Ólavsøkudag skrivar Matteus evangelistur í 16 kapitli, ørindini 24 - 27 og tað ljóðar so í Jesu navni.


Heilagi Faðir! Vit takka tær fyri títt heilaga orð til okkara í dag. Orð títt er sannleiki, læt tað vísa okkum vegin til sannleika og til sælu. Amen.

Silvurmerkið er ósigur.

Hesi orðini eigur hin vælkendi norksi skoytukongurin Knut Johannessen, ella betri kendur sum ?Kuppern?. Hann hevur vunnið eitt ótal av heiðursmerkjum, bæði undir EM, HM og OL. Í 1963 bleiv hann samanlagt nr. 2 undir Heimsmeistaraskapinum hetta árið. Eftir lokna kapping bleiv hann spurdur, um hvat hann helt um sítt egna avrik og svaraði hann tá: Silvurmerkið er ósigur!

Ja, hetta er ivaleyst tann sama kenslan mong ítróttarfólk sita við, eftir at tey hava gjørt sítt ýtasta fyri at vinna. Í gjár stóð kappróðurin á skránni. Bátarnir komu stavn um stavn inn eftir vánni. Ella sponn fyri sponn, sum frásøgumaðurin tók til. Men fyri hvønn róður var tað bert ein vinnari ? gullvinnarin. Hinir vóru í grundini allir taparar, sjálvt um teir bert vóru skutin aftanfyi og sjálvt um allar bátsmanningarnar gjørdu sítt ýtasta! Og í steypafinalunum, bæði hjá kvinnum og monnum, ið verða leiktar seinni í dag, kann bert ein vinnari finnast. Hjá tí tapandi liðinum vil silvurmerkið upplivast sum ein ósigur! Soleiðis er nú ítrótturin blivin. Soleiðis er ítróttar-heimurin skipaður!

Men vit eru øll eisini við í eini kapping, sum vit ikki sjálvi hava valgt at verða við í. Vit eru sett inn á kappingarbreytina. Allastaðni kappast vit ? í skúlanum, á arbeiðsplássinum, í samfelagnum sum heild. Vit berjast fyri at smábygdir skulu yvirliva, men tær doyggja út, uttan at vit fáa gjørt nakað fyri at forða tí. Hetta kennist fyri mong sum eitt stórt tap, serliga tá virðir fara fyri skeytið, uttan at ein sjálvur klárar at steðga hesum. Tað eru kappingar millum lond og fólk. Allastaðni finna vit taparar ? taparar, ið líða. Líða vegna sjúku, ið bráddliga rakar ein sjálvan uttan at ein sjálvur klárar at forða hesum. Taparar ið líða vegna arbeiðsloysið, vegna peningaligar trupulleikar osfr. Ja, allastaðni hvar vit venda okkum í samfelagnum finna vit taparar!

Men eingin av okkum er tann stóri taparin. Tí tað er ein, ið er størri tapari enn nakar av okkum ? og tað er Jesus. Hann mátti líða tann stóra ósigurin. Hann mátti niður á dýpið, á botnin. Og tað hendi í tí løtu hann rópti á krossinum: ?Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær?? Eitt hjartaskerandi róp! Men eingin svarði honum. Himmalin var sum stongdur fyri honum. Kvirran er verri enn deyðin. Eingin svarar honum uppá hetta rópið. Enntá Guð, Faðir hansara er tigandi. Púra einsamallur stríðist hann, MEN TÒ: er hann lýðin Faðir sínum og fullførir frelsuverkið! Og tí blívur hann eisini bønhoyrdur av Faðir sínum, ið hann rópar á!!

Eingin okkara kann tí falla djúpri enn tað sama. Tí tað er á botnium at vit fáa at uppliva at tað er ein miskunnsamur og kærleiksfullur føvningur undir okkum. Tað er ein, ið altíð vil royna at fáa okkum longur upp! Nevniliga hann, sum er aftastur. Hetta er gott at vita sær!!

Men tað steðgar ikki her. Tí hin aftasti, tann stóri taparin, er samstundis hann, ið kvettir bandið á málinum. Tað er hann, sum seinni verður bønhoyrdur og sum stendur við upplyftum hondum á sigurspallinum. Tað er hann, sum tekur tey við sær, ið einki orkað av sær sjálvum!! Ein veldigur boðskapur. Frá Hjartaskerandi rópi, frá háan og spottan, frá misnýtslu og húðfleingjan, til TRIUMF og sigursróp!!!

Tí er tað at vit í dag við frímóði kunnu bera krossin aftaná Jesus, vælvitandi um, at tað eisini hevur sínar fylgir, um ein sigur JA til at bera krossin!


Tí tað at verða ein Kristi krossberari, merkir at geva honum ræði yvir lívi sínum! Ja tað merkir at siga deyðadómin yvir seg sjálvan, yvir sína sjálvgleði og yvir sín stoltleika!

Kallið til at fylgja Jesusi eftir fær tí bert meining í ljósinum av tí, ið Jesus sjálvur hevur gjørt fyri okkum ígjøgnum líðing og deyða sín! At fylgja honum, er ikki bert at verða ein lærusveinur og at ganga í skúla hjá honum. At fylgja honum er heldur ikki tað sama sum at siga, at tað er mær nóg mikið at eg ein dag bleiv doyptur og konfirmeraður!

Nei, tað er ikki nóg mikið at siga Harri, Harri, um vit ikki vilja gera tað, ið hann sigur og ganga tann vegin hann vísir okkum á, sjálvt um tað í síðsta enda kann føra til deyða!


Vit eru kallaði til at verða sannir Kristmenn, til at verða sannir krossmenn!

Lat tað verða undirstrika henda Ólavsøkudag, at tað at verða ein sannur krossberari er ikki tað sama sum at hava eina meining um hin krossfesta og upprisna Jesus Kristus! Nei, sigur Jesus. Um vit skulu vinna sigurin ? hin æviga sigurin, so mugu vit fyrst tapa, tvs. siga nei til okkum sjálvi og alt okkara. Tí tað at játta Jesus sum frelsara, merkir samstundis at hann fær ræði á lívi okkara, at alt okkara egna má víkja fyri hansara vilja!

Vit eru von við at siga, sum vit eisini byrjaðu við, at eitt tap er eitt tap, ein vinningur er ein vinningur.

Hjá Jesusi er tað heilt øvugt. Hann sigur, at vinningurin er eitt tap ? tapið er ein vinningur. Tað merkir, at um vit skulu fáa sigurskransin, so mugu vit tapa valdið á okkum sjálvum og á okkara egna lívið. Gera vit tað, so vinna vit lívið í Jesu frelsandi felagsskapi. Tá vil krossurin blíva skiftur út við krúnuna!

Hetta er av alstórum týdningi at vit menniskju skilja og geva gætur eftir.

Tí tað snýr seg, fyri hvønn einstakan av okkum, um tað æviga lívið, frelstur um ævir frá ævigum deyða og glatan. Tí tað finst nevniliga ein annar møguleiki, og tað er at tapa lívið á mállinjuni. Tí tað er bert tann, ið heilt og fullt hevur givið sítt lív til Jesus Kristus, ið fær sigurslønina tá menniskjusonurin kemur!


Fyri nøkrum árum síðani var ein sera viðkomandi frásøga í tí norska sjónvarpinum. Ein frásøga, ið setti síni spor hjá teimum flestu í sóðu hesa. Ein tíðindakvinna kom saman við fleiri øðrum gangadi framvið eini tjørn ið var dekka av ísi. Bráddliga fáa tey eyga á ein lítlan drong, ið er farin ígjøgnum ísin. Tíðindakvinnan sleppir øllum hon hevur í hondunum og fer at hjálpa hesum neyðars drongi. Sjálvt um drongurin var um at drukna og frysta til deyðis, so vildi hann ikki sleppa einum luti hann hevði í hondum sínum. Hesin lítli lutur var ein gáva til hansara kæru foreldur. Ein gáva, ið hann hevði gjørt í skúlanum. Sjálvt tað løtuna hann lá í deyðsvanda vildi hann ikki sleppa hesi gávu. Hann var tilreiðar at missa lív sítt við hesi gávu í føvningi sínum!

?Tí at tann, ið vil bjarga lívi sínum, skal missa tað; men tann, ið missir lív sítt fyri mínar sakir, skal finna tað!?

Fylgjan av at verða ein Jesu krossberari, av at játta Jesus sum sín Harra og Frelsara, er at missa lív sít!

Pætur, ið hesi orðini m.a. er søgd til, segði eitt nei til krossin. Hann segði eitt nei til Jesu líðing. Ja, hann flýggjaði enntá frá sínari egnu líðing. Á henda hátt var hann ein av okkum. Men Jesus var og er øðrvísi. Jesus stóð óvikandi fastur uppá uppgávu sína. Hann stýrdi ímóti málinum, ímóti krossinum fyri at bjarga f´ólkinum.

Hesin lítli drongurin, sum var um at drukna, krøkti seg fastan í tann lítla lutin hann hevði í hondum sínum.

Eisini vit fáa loyvið til, av Guðs stóru náði, at krøkja okkum fast um Jesus í hjálparloysi okkara og halda fast í honum, sjálvt um vit eru óverdigir syndarar. Vit fáa loyvið til hetta, tí at hann longu hevur sagt ja til okkum syndarar.

Lat meg tí enda við tí vælkenda sálmanum:

Lat verøld meg háða og aga, lat tornarnar stinga og naga, lat lakið tey yvir meg breiða, eg rósuna altíð vil eiga!

Amen.


Latum okkum øll biðja:

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinigur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir.

Vit biðja teg, himmalski faðir okkara, um at tú má verða hjá okkum øllum við náði og hjálp tíni. Verð hjá øllum teimum, sum hava tað ringt og eru stødd í neyð, veit tú teimum hjálp frá tær. Troysta øll tey, ið syrgja, ja síggj í kærleika til faðirleys og móðurleys, til einkjur og einkjumenn og ver hjálpin hjá øllum teimum, sum ongan góðan eiga.

Vit biðja fyri børnunum og teimum ungu. Halt tú tey á lívsins rættu og góðu gøtum. Harri, styðja og styrk tey gomlu gev tú teimum í friði og náðum at leggja frá sær, tá teirra tími kemur. Hjálp so okkum øllum soleiðis at vit verða varðveitt í trúnni á teg. Leið tú okkum við tíni náðigu hond eftir lívsins vegi, so at vit at enda mega fáa ein gleðiliga uppreisn!

Vælsigna tú, faðir, tað fólk sum kemur saman um orð títt um allan heimin, og eisini í fólki okkara. Hjálp okkum øllum at goyma orð títt í hjørtum okkara.

Halt tína sterku hond yvir sjófólki okkara, varðveit tú teir og før teir aftur í øllum góðum.

Vegleið tú teir, sum tú hevur sett til at stýra og ráða, eisini her heima á landi. Her hugsa vit serliga um løgting og landsstýrið bygd og býráðir og kirkjunnar leiðslu, bæði biskup og próst. Vælsigna og varveit eisini allar orðsins tænarar!

Vælsigna og varðveit drotning okkara, og alt hús hennara.

Fylg okkum so á øllum leiðum okkara, og hjálp okkum til altíð at fylgjast við tær. Tað biðja vit teg um í Jesu navni.

Amen!