Eftir stórtapið í fyrru hálvfinaluni móti HB, vóru tað mong, sum hildu, at vágbingar vóru um at missa ondina í dystinum um at koma upp á fótbóltstindarnar.
Liðið hevur annars í fleiri dystum í ár prógvað, at eingin skal rokna við einum løttum dysti, tá VB stendur hinumegin, men veikleikarnir, sum so dyggiliga vórðu avdúkaðir dýra biðidag, tóktist fyri mong at vera ov stórir til at liðið veruliga kundi gera seg galdandi.
Fingu vaskað sær
Sunnudagin høvdu leikarar og venjari so høvi til at vaska tapið av sær, og hesum møguleika tóku teir eisini av.
Ikki tí, mótstøðan tóktist á pappírinum at vera rættuliga stór. GÍ hevur meira enn nakað annað lið verið »felagið« í føroyskum fótbólti seinasta tíggjuáraskeiðið, men hinvegin hava greiðar ábendingar verið um, at gøtumenn ikki longur eru eins sterkir, sum teir hava verið.
Avrikið hjá gøtumonnum sunnudagin í Vági boðaði heldur ikki frá, at liðið er um at finna farna styrki fram aftur. Spælið sum so var als ikki á nóg høgum støði, og tá heimaliðið hinvegin tóktist rættuliga ágangandi, so var rættuliga skjótt, at trupulleikar stungu seg upp í GÍ verjuni.
Serliga í høgra verjuborði var illa statt, har Pól Ennigarð fleiri ferðir kom í undirtal, og tað var í tveimum slíkum førum, at vágbingar fingu lagt seg á odda.
Fyrru ferðina varð tað Tórður Holm, sum var fyrstur á einum innleggi, og nakað seinni var leikandi venjarin, Krzystof Popzynzki, sum var fyrstur á bóltinum.
Líkt var til, at heimaliðið nú hevði tryggjað sær ein avgerandi fyrimun, men seinastu tíggju minuttirnar av fyrra hálvleiki fekk GÍ aftur skapt spenning um dystin.
Fyrst sendi Súni Olsen eitt fríspark beinleiðis í málið, og beint fyri steðgin eydnaðist Paula Jarnskor at senda bóltin upp um Bjarna Johansen, sum kanska stóð dekan ov uttarlaga.
Byrjaðu á berum
Vágbingar vóru sostatt noyddir at byrja at kalla á berum, tá teir komu út til seinna hálvleik, men tað gekk tó ikki leingi, so høvdu teir endurvunnið leiðsluna.
Aftur hesu ferð var tað í vinstra borði at vágbingar leiktu seg ígjøgnum. Bólturin varð sendur inn fyri, og har kom altíð vandamikli Jón Pauli Olsen og setti høvdið á bóltin, so VB nú aftur var á odda. Tíggju minuttir seinni var tað aftur leikandi venjarin, sum var seinastu á innleggi, sum var bryggjað eftir júst somu uppskrift sum 3-2 málið.
Tað gingu tó ikki meira enn tíggju minuttir, so vóru gøtumenn aftur upp á spæl. Eins og Pauli hevði gjørt í fyrra hálvleiki, so sendi Helgi L. Petersen eitt høgt skot upp um Bjarna í málinum.
Verjusíðan høgrumegin var tó enn ikki tett hjá gøtumonnum, og eftir at VB enn einaferð kom ígjøgnum í síðuni, kundi Jón Pauli enn einaferð nýta ytru síðuna av heysinum til at senda bóltin inn um Sunnvard í gøtumálinum.
Fegin og ikki
Leikandi VB venjarin, Krzystof Popzynzki, var sum vera man fegin um sigurin. Serliga fegin tóktist hann tó vera um, at liðið megnaði at reisa seg eftir lemjandi tapið hósdagin.
- Undan dystinum í dag tosaðu vit ikki so nógv um taktik, sum vit annars plaga at gera. Vit tosaðu bert um at vinna dystin, og eg eri sera fegin um, at allir leikararnir gjørdu sítt til, at vit náddi hesum málið, sum samstundis er ein framskundað føðingardagsgáva til felagið, segði venjarin eftir dystin.
Hann fýltist tó á, at heimaliðið lovaði gestunum inn aftur í dystin, eftir at hava verið á odda við tveimum málum, men sigurin kom so kortini í hús, og hetta helt venjarin vera tað týdningarmesta.
Starvsfelagið hansara, Johan Nielsen, tóktist hinvegin ikki so fegin um avrikið hjá sínum monnum. - Vit spældu illa, og VB sigurin var eisini uppiborin, helt Johan fyri eftir dystin.
Um ikki annað, so hevur hann helst fingið hugskot til komandi venjingar burtur úr dystinum á Eiðinum sunnudagin.
Høgra verjuborð er alt ov viðbrekið, og hendan trupulleika má og skal tað helst gerast okkurt við. Í øllum førum kann tað ikki vera annað enn hugvekjandi, at mótstøðuliðið fær fimm mál eftir somu uppskrift.
VB-GÌ 5-3 (2-2)
1-0: Tórður Holm 7.
2-0: Krzystof Popzynzki 14.
2-1: Súni Olsen 33.
2-2: Pauli Jarnskor 44.
3-2: Jón Pauli Olsen 58.
4-2: Krzystof Popzynzki 68.
4-3: Helgi L. Petersen 78.
5-3: Jón Pauli Olsen 90.
Dómari: Súni Johansen
VB:
Bjarni Johansen - Predrag Zivkovic, Janus Kjærbo, Eyåun Jacobsen, Magni Jacobsen - Palli Augustinussen, Tórður Holm, Jón Gærdbo, Jón Pauli Olsen - Krzystof Popzynzki, Robert Cieslewicz
GÍ:
Sunnvard Joensen - Pól Ennigarð, Bartal Eliassen, Martin Thomsen, Leivur Hansen - Magni Jarnskor, Súni Olsen, Pauli Jarnskor - Rúni Justinussen, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor Hansen, Sjúrður Jacobsen, Eddie Mikkelsen ? Gert Langgaard, Ian Højgaard
B36:
Tróndur Vatnhamar ? Dánial P. Johansen, Mikkjal Thomassen, Egil Zachariasen, Carl Leonsson, Magni á Lakjuni ? Jan Guttesen, Rógvi Róin, Jákup á Borg ? Bjarni Prior, Håkan Lundholm