Sigvald Kristiansen 75 ár

Leygardagin 30. apríl verður Sigvald Kristiansen, fyrrverandi kommunulækni á Skála, 75 ár. Sigvald er føddur í Fuglafirði, og foreldrini vóru Alexandur Kristiansen og Súsanna f. Petersen, vanliga nevnd Duda. Sigvald er triðyngstur av 7 systkjum, 4 gentum og 3 dreingjum. Tvær av systrunum og báðir beiggjarnir eru enn á lívi.
Eftir kríggið fór Sigvald, 16 ára gamal til Havnar, at ganga í skúla. Hann tók studentsprógv í 1950 og fór síðan at lesa til lækna. Eftir at hava arbeitt nøkur ár á sjúkarhúsinum í Havn, fór hann saman við familjuni til Grønlands, har hann var lækni í Føroyingahavnini summarið 1964. Í 1965 byrjaði hann í nýggja kommunulæknastarvinum á Skála, og hetta starv røkti hann í 30 ár. Hann giftist í 1955 við Ásu f. Colbjørnsen úr Hesti, sum hevði lært til sjúkrasystir. Ása og Sigvald fingu 4 synir og eiga í dag 15 ommu- og abbabørn.
Eftir at Sigvald fór frá sum kommunulækni, hevur hann verið í ymsum avloysarastørvum víða um landið, líka úr Vági til Klaksvíkar. Á henda hátt hevur hann framhaldandi kunna brúkt sín lærdóm og mongu royndir nógv ár eftir vanligan pensjónsaldur, samstundis sum hann hevur havt betri stundir til annað virksemi, sum hevur hansara áhuga, og tað er mangt og hvat.
Eldrapolitikki hevur hann verið sera virkin í, hann sat í nevndini, sum stóð fyri byggingini av Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi, og er í dag sera virkin í pensjonistafelagsarbeiði, bæði her í bygdini og úti um landið. Kirkju- og missiónsarbeiði hevur eisini hansara stóra áhuga, hann hevur sitið í kirkjuráðnum í nógv ár og er eisini organistur. Hann er limur í bygginevndini, sum byggir nýtt meinigheitshús á Skála. Fysta byggistig er liðugt, og annað byggistig er komið væl áleiðis. Harafturat hevur Sigvald í nógv ár verið limur í Lionsfelagnum í Eysturoynni, sum m.a. skipar fyri árligu kappsiglingini í august og listaframsýning á páskum.
Sigvaldi dámar væl úti í náttúruni, at fara á flot ella ein túr í hagan, og hann hevur ferðast nógv saman við familjuni. Vit minnast við gleði aftur á 70 ára føðingardag hansara í Noregi og 70 ára føðingardagin hjá mammu í Skotlandi. Í summar er ætlanin at halda gullbrúdleypsdag teirra í Hetlandi. Hetta fellur saman við Oyggjaleikunum, sum tey bæði hava verið við til fleiri ferðir áður.
Í yngri árum var hann meira bókligur enn praktiskur, og enn verður hann argaður við, at boð máttu sendast eftir elektrikara, tá útiperan skuldi skiftast. Hetta broyttist nógv, tá vit synirnir settu búgv, og hann um somu tíð flutti í egin hús. Nú aftrar hann seg hvørki við at stoypa, smíða ella skrúva. Hann er altíð góður at heita á til at rætta eina hjálpandi hond. Hann er bæði raskur, hugagóður og áhaldandi. Men best er, um tað ikki er fríggjakvøld, tí tá spælir hann flogbólt, og tað skal helst ikki forsømast. Samanhaldið millum flogbótsfólkið er eisini avbera gott.
Sigvald kann í dag hyggja aftur á 75 hendingarík ár við ógvusligum broytingum. Eitt virkið lív, har hann saman við konuni hevur bygt upp eitt hugnaligt heim, sum altíð tekur væl ímóti gestum, serliga abba- og ommubørnunum. Góði pápi, verfaðir og abbi - vit ynskja tær hjartaliga til lukku við degnum og Guds signing framyvir.

Súni, Arnbjørn, Regin og Bogi v/ familjum


PS. Dagurin verður hildin hjá Eyðgerð og Súna á Skála leygardagin 30. apríl frá kl. 17.