skuldu brúkast sum partur av valstríðnum. Altavgerandi fyri løgmann hevur verið at seta upp leikir fyri og eftir landsfundin í sínum egna flokki. Fyri loksins at enda við dómadagsdegnum, 30. apríl. Tá gongur [...] dag. Ta søguna skulu vit lata liggja her. Hana kenna við til fulnar. LØGMAÐUR kundi fyri langari tíð havt skipað fyri orðaskifti í løgtinginum um bankamálið. Men honum líkt hevur hann hildið lágan ella [...] sum skal viðgera og eisini standa til svars fyri sínum gerðum. At skula avgreiða hetta stórmál nú, er einki minni enn hasardspæl, sum eisini eitt av teimum nýggju og ungu valevnunum vísti á í Sosialinum
hevur staðið sum felagsnevnari fyri. Finnbogi Arge vildi reform á hesum økinum. Hann varð frystur út. Atli Hansen og aðrir sambandsmenn vilja broytingar, men vórðu fyri stórtapi á landsfundinum herfyri [...] nýggja skipan fyri Føroyar, sum gevur okkum meiri sjálvstýri og harvið størri ábyrgd av okkum sjálvum. Fólkaflokkurin, sum ein skuldi trúð var ein sjálvstýrissinnaður flokkur, hevur fyri opnum sjónvarpsskíggja [...] EINGIN ivi er um, at hetta valið til løgtingið verður eitt av teimum mest spennandi. Við kreppuni og bankamálinum í kjalarvørrinum er greitt, at nógv stórpolitisk mál fara at verða fremst á valskránni
málsøki, hava brúk fyri einum nýggjum arbeiðsgevara, sum heldur enn at taka arbeiðshugin frá teimum, gevur teimum nýggjan íblástur. Letur tey sl eppa til arbeiðis og harvið skapa fortreytir fyri at kunna loysa [...] ógvuslig, at vit eru noydd til at steðga á og spyrja, hvat tað er fyri ein maður, sum hevur stýrt Føroyum hesi árini - og hvat tað eru fyri avgerðir og manglandi avgerðir hesin persónur hevur lagt navn til [...] seinastuni frá sínum egnu partamonnum, hava verið so harðar og víðgongdar, at er bara ein lítil partur av teimum veruleiki, so er greitt, at føroyska skútan kann ikki halda fram á leið síni við honum sum skipara
soleiðis sum mong fólkafloksfólk helst vilja síggja sín flokk! TAÐ man níva og kennast svárt fyri nógvar at teimum góðu gomlu fólkafloksstuðlunum at síggja og hoyra, hvussu formaðurin í tingbólkinum hjá f [...] sambandskur og sendingin í sjónvarpinum herfyri, har hann hálsfevndi sambandsflokkin fyri enn eitt valskeið man kennast herskin fyri mong fólkafloksfólk, sum halda, at flokkurin hevur amast nokk uppat sambandsflokkinum [...] sett út í kortið í mong mong ár. Hvussu kann nakar taka ein flokk fyri fult, sum á sínum landsfundi erklerar seg sum sjálvstýrisflokk - fyri síðani at lata sín fremsta talsmann sama dag sum val er útskrivað
sjálvgjørdan trupulleika í sínum egna flokki taka henda mann fyri fult. Og vit hava ikki ráð til at hava ein løgmann, sum aðrir ikki taka fyri fult. Tí má eitt punktum setast nú. Tingiðeigur nú at fáa bankamálið [...] valinum. Hví hevur hann ikki fyri langari tíð síðani tikið stig til samráðngar! EFTIR okkara tykki eiga føroyingar nú at tryggja seg soleiðis, at vit ikki blíva verri fyri við at útseta alt málið. At fleiri [...] Eidesgaard hava skrivað undir, er eitt sera týdningarmikið skjal, tí hetta er við til rudda slóð fyri teimum samráðingum, sum skulu vera millum Føroyar og Danmark. Føroya fólk eiga at taka fult og heilt undir
floksins Breckmann fyri vamlisligu álopini á øll tey, sum royna at gera sítt besta í tí almenna sektorinum, sum frammanundan er niðurkoyrdur av sparingum. Her skal Ingeborg Vinther hava rós fyri altíð greiðu [...] Dúgvan skal so sigla hesa tíðina um Suðuroyarfjørð. Tað er væl skiljandi, at suðuroyingar eru misnøgdir fyri ikki at siga í øðini. Dúgvan er ivaleyst eitt gott skip. Hon hevur roynst sera væl um Lorvíksfjørð [...] hesi leiðini alt árið. MEN tað er so sanniliga munur á at sigla um Lorvíksfjørð og so Suðuroyarfjørð. Fyri tað fyrsta er teinurin nógvar ferðir longri og so er tað eisini eitt heilt annað farvatn. TAÐ er sum
komin í eina lyklastøðu - við teimum fyrimunum og vansum hetta kann hava við sær. Flokkurin hevur fyri tað fyrsta fingið aftur annan av fólkatingssessunum. Hann hevur syrgt fyri, at borgarliga sambandsumboðið [...] vera tann skilabesta, tá avtornar. Flokkurin hevur lagt uppskot fram um sjórnmálanevnd og fyri ikki at seta fót fyri hesi nevnd, áðrenn hon er farin til verka, hevur flokkurin so eisini valt ikki at markera [...] ein røtt avgerð. Men hinvegin vil hann gera alt fyri - við sínum fólkatingssessi - at ávirka eitt komandi samráðingarúrslit við Danmark til fyrimuns fyri Føroyar. Hetta halda vit eisini vera skilagott.
FÓLKATINGSVALIÐ gjørdist ein stórsigur fyri fólkaflokkin og javnaðarflokkin. Sambandið varð stóri taparin, meðan tjóðveldið ikki megnaði at fáa annan mannin, hóast stóra framgongd. SOLEIÐIS sum gongdin [...] gott val. Tað sýnist sum um at raksturin altíð er góður í hesum flokkinum, og helst hava mong av teimum ?kristiligu?, sum ikki stillaðu upp hesaferð, givið fólkaflokkinum sína atkvøðu. Hetta sæst m.a. [...] sjálvstýrisflokkin. Gerð løgmans at koyra Sámal P. í Grund úr landsstýrinum man fara vera boomerangur fyri sambandið. Tað fer at kosta dýrt. EFTIR okkara tykki ber til við hesum valúrslitinum at geva eitt
av liva við ? hetta at áhugamálini hjá teimum fólkavaldu í miðstaðarøkinum og teimum úti um landið ikki altíð eru tey somu. Hetta er nakað, sum tú finnur innan fyri allar flokkar. Tó má sigast, at tað er [...] arbeiða politiskt fyri seg og sínar. Floksheitið er bara eitt eiti. HVØRJA aðra niðurstøðu kanst tú gera tær eftir fyrst at hava hoyrt John Petersen jarða alt, sum eitur íløgustøðul ? fyri síðani at hoyra [...] hevur syrgt fyri, at teir mongu skipaeigarar, sum annars vildu vent fólkaflokkinum bakið, nú eru nøgdir, tí tað kortini var ein fólkafloksmaður, sum talaði teirra søk. HETTA er einki nýtt fyri fólkaflokkin
AT fáa sakligt og kvalifiserað orðaskifti í gongd í Føroyum er mangan torført fyri ikki at siga ómøguligt. Tað er sum um at partapolitikkur og lokalpolitikkur á ein ella annan løgnan hátt leggur sína køvandi [...] í oljufeløg verður hetta gjørt uttan nakað stórvegis orðaskifti frammanundan um hetta so stóra og fyri okkum nýggja málið. Tað kann vera, at privatir vinnulívsmenn halda, at tað skal vera soleiðis: at [...] er til nakað alment orðaskifti um, hvar teir ætla at seta sínar pengar. EFTIR okkara tykki er brúk fyri eini breiðari og sakligari viðgerð av spurninginum um føroysk oljufeløg, áðrenn virki, stovnar, feløg