skiljandi, tí vit liva í einum lítlum samfelag, men tess einfaldari skuldi tað eisini verið at fingið hóskandi lógir á øllum økjum. Føroysk lóg fyri eftirskúlar kom í gildi í august 2000 og vit kunnu spyrja [...] verður aðalorðaskifti um frískúlar í Løgtinginum. Grundarlagið undir orðaskiftinum verður eitt álit og lógaruppskot til eina føroyska frískúlalóg, sum varð liðugt í januar 2000. Nógvir fyrispurningar [...] logting.fo Vit hava longu ein frískúla í Havn, Adventistaskúlan og honum tørvar eitt veruligt lógargrundarlag. Hvat hevði hent, um vit fingu t.d. tveir aðrar frískúlar í Føroyum at? ? At trýstið á skúlarnar
á landgrunninum. Í fjør boraðu trý samtøk á landgrunninum, BP, Statoil og Amerada Hess. Nú kemur so túrurin til Agip, sum hevur bundið seg at bora ein brunn í seinasta lagi í august í ár. Sambart loyvinum [...] teir kunnu seta borin í. Teir hava fingið til vega nógvan 3D seismikk, sum skal beina teir á rætta staðið, tá borurin skal setast í. Ron Lansdell vil ikki siga nakað um, júst hvar í økinum teir fara at bora [...] skal bora hinumegin markið fyri Texaco í ár. West Navion, sum boraði ein brunn á føroyskum øki í fjør, skal bora brunnar vestan fyri Írland og vestan fyri Hetland í ár.
nummar 16 ella 18 í Estlandi 25 mai, so fer tað raka áhugan fyri kappingini meint. Tí er tað umráðandi, at danir kunnu bjóða ein góðan sang, tá europeiska finalan verður í Estlandi í mai mánaði. Sigrar og tap [...] gingið rætta vegin. Í 2000 vunnu Brøðurnir Olsen europeiska Grand Prixið, og tað skapti sera stóran áhuga fyri kappingini í Danmark, og tá europeiska kappingin kom til Keypmannahavn í fjør, syrgdu danir [...] sent á DR1 í fjør, hugdu meira enn tvær milliónir danir í sjónvarpi, og tað er óvanliga nógv. Men Grand Prixið er aftur vorið eitt fólkaligt tiltak av teimum heilt stóru, og tí fær Pætur kjansin í kappingini
Sunnudagsskúli í Hoyvíkar skúla. Onki møti verður kl. 18. Mánakvøldið kl. 20 Bønarmøti í húsinum á Brekku 3. Í samb. við at húsini hjá Meinigheitini, á Brekku 3 í Hoyvík, verða tikin í nýtslu, verður móttøka [...] fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld og leygarkvøld kl. 19.00 (á loftinum, inngongd niðanfyri). AA-Suðuroy AA-fundirnir í gomlu lækn [...] Fundir við Poul Færø og John í Skemmuni verða í kvøld og leygarkvøldið kl. 20 og sunnudagin kl. 18. Møtiskrá hjá Hera Elttør í DK Fríggjadagin 8. og leygardagin 9. februar í Dronninglund missiónshúsi, bæði
Keypmannahavn: Tá Brøðurnir Olsen vóru í Føroyum í august mánaði í fjør, hittu teir á fyrsta sinni Pætur við Keldu. Pætur spældi á somu konsert sum donsku beiggjarnir, og teir vóru ovfarnir av tí, teir [...] okkurt samstarv burturúr hesum. Grand Prixið kann geva nakað Sangirnir, sum verða við í finaluni í danska Grand Prixnum í kvøld, eru meira ella minni loyniligir, og tí kann eingin gera eina meting av, hvør hevur [...] sangirnar, sum eru í finaluni, og tí er tað vónleyst at meta um møguleikarnar hjá honum. ? Men Pætur hevur ein fyrimun í tí, at hann skrivar sínar egnu sangir, og tað styrkir hansara støðu bæði í Grand Prixnum
Klaksvík: Í 1936 varð sjálvsognarstovnurin Tekniski Skúli í Klaksvík settur á stovn. Endamálið var at leggja lunnar undir eini skipaðari undirvísing, soleiðis at handverki í økinum kundu koma upp á no [...] harav tvær verða gjørdar í bólkum, sigur Pól víðari. Nýtt høli Av skúlanum frætta vit, at bæði lærarar og næmingar eru sera spentir at fara í gongd við hesa nýggju breyt. Í løtuni verða nýggj høli innrættað [...] norðurlenskt høpi. Nógv vatn er runnið í ánna síðan tá, og er skúlin í dag skipaður sum ein tekniskur studentarskúli. Nógvir møguleikar Á skúlanum hevur tú møguleika at fara undir tí trý ára longu HT út
na. Hjalgrím og Rógvi Hjalgrím Elttør úr KÍ sneytaði fleiri ferðir í fjør til landsliðið. Hann var við niðri í Jugoslavia 15. august, og síðani var hann fleiri ferðir á beinkinum. Sunnukvøldið loysti hann [...] ið hevur roynt seg í teimum 79 altjóða skrásettu landsdystunum, sum Føroyar hava spælt. Í teimum 79 dystunum hava Føroyar skorað 47 mál. Ein grikki gjørdi sjálvmál á Svangaskarði í 1994. Hini 46 málini [...] Jógvan Martin Olsen, framdi fjórðu og síðstu útskiftingina. Í undankappingardystum er bara loyvt at skifta tríggjar útispælarar út og so málverjan. Í venjingardystum gera venjararnir avtalur um, hvussu tað
verður tí hon, sum skal umboða Danmark í europeisku finaluni í Talinn í mai mánaði. ? Tað er deiligt, men eisini eitt sindur undarligt at vinna. Eg var gjørd til favoritt í kappingini, og tað legði meira trýst [...] Keypmannahavn: Favoritturin í danska Grand Prixnum gjørdist vinnari. 19 ára gamla Malene W. Mortensen var tann seinasta í røðini, og danir vóru als ikki í iva um, at hon skuldi vinna. Hóast dómarapanelið [...] næstfremst í eini tónleikakapping fyri ungfólk, sum hevur verið send í donskum sjónvarpi herfyri, men hesaferð var hon vinnarin, meðan tann, sum vann áðurnevndu kappingina, slapp at syngja í einum av steðgunum
Oljumálastýrið, sum eru at bora í seinasta lagi í august í ár. Spurningurin er so, um rætta tíðin tá samanumkemur er í ár ella í næsta ár. Graham Stewart, nevndarformaður í Føroya Kolvetni, sum er partur [...] boring verður á føroyska landgrunninum í hesum árinum. Eftir teir tríggjar fyrstu brunnarnar, sum vórðu boraðir í fjør, skal eftir ætlanini enn ein brunnur borast í hesum árinum. Tað er brunnurin hjá Agip [...] at úrslitini av boringunum í fjør kunnu hava við sær, at eingin boring verður í hesum árinum. At hvørki Statoil ella BP funnu olju, og tann sannroynd, at fundið hjá Hess var í jarðløgum, har eingin hevði
g á partabrævamarknaðinum í London seinni í hesum mánaðinum. Leiðslan í felagnum hevur víst á, at góðir møguleikar eru fyri at fáa neyðuga kapitalin. Skal Agip bora í august so er helst seinasta útkall [...] Kolvetni at skaffa henda peningin í hesum mánaðinum ella í næstum, umleið eitt hálvt ár, áðrenn borað verður. Tvs. at eydnast tað t.d. ikki at fáa allan neyðuga partapeningin í februar, og Føroya Kolvetni tí [...] annað størri oljufelag at ?farma? inn í loyvi tvs. at vera partur av loyvinum. Samanumtikið kann sigast, at nógv ber á tað borðið, at Agip heldur vil bora í næsta ár enn í ár. Og hóast hetta kann koma óvart