Agip fyrireikar seg til boring

-Vit bora besta brunnin, á tí besta staðnum til bestu tíðina. Hetta sigur Ron Lansdell, leitistjóri fyri Føroyaøkið hjá italska oljufelagnum Agip , nú tað bert er umleið eitt hálvt ár eftir, til felagið ætlandi setir borin í føroysku undirgrundina.


Oljuleiting

Agip og Føroya Kolvetni eru fjórða samtakið, sum bora á landgrunninum. Í fjør boraðu trý samtøk á landgrunninum, BP, Statoil og Amerada Hess. Nú kemur so túrurin til Agip, sum hevur bundið seg at bora ein brunn í seinasta lagi í august í ár. Sambart loyvinum skulu ikki ganga meira enn tvey ár til borað verður.

Ron Lansdell váttar, at Agip í farnu viku var á fundi við Oljumálastýrið. Hann sigur, at hetta var ein rutinufundur, har greitt varð frá gongdini og støðuni. ?Vit eru á rætta sporinum til røttu tíðina sigur hann men vísir á, at enn er nakað av arbeiði eftir at gera, áðrenn teir kunnu seta borin í. Teir hava fingið til vega nógvan 3D seismikk, sum skal beina teir á rætta staðið, tá borurin skal setast í. Ron Lansdell vil ikki siga nakað um, júst hvar í økinum teir fara at bora ella nær. Teir hava leitað eftir einum hóskandi boripalli men vil hann ikki upplýsa, um teir hava funnið ein pall til boringina á Føroyaøkinum.

Tað hevur ljóðað, at Agip hevur samráðingar við onnur oljufeløg um at koma uppí loyvið hjá felagnum, men heldur ikki tað hevur leiðarin av føroyska bólkinum hjá Agip nakra viðmerking til. Hann vísir á, at Agip fer at halda seg ásetingarnar í loyvinum teir hava fingið. Vanliga er stórur gravgangur eftir teimum boripallum, sum kunnu nýtast til djúpt vatn. Sovereign Explorer, sum boraði tveir brunnar á landgrunninum í fjør, skal bora hinumegin markið fyri Texaco í ár. West Navion, sum boraði ein brunn á føroyskum øki í fjør, skal bora brunnar vestan fyri Írland og vestan fyri Hetland í ár.