Sámal sparkaði ongantíð bóltin

Hjalgrím Elttør er 76. spælarin, sum hevur umboðað Føroyar í 79 altjóða skrásettum landsdystum

Landsdystur

Vanliga leiktíðin var um at vera farin, tá føroyski landsliðsvenjarin, Jógvan Martin Olsen, framdi fjórðu og síðstu útskiftingina. Í undankappingardystum er bara loyvt at skifta tríggjar útispælarar út og so málverjan. Í venjingardystum gera venjararnir avtalur um, hvussu tað skal verða við útskiftingunum.
Sámal Joensen stóð og trippaði á síðulinjuni eina løtu, áðrenn høvið var at skifta hann inn. Føroyski málskjúttin, Rógvi Jacobsen, fór av vøllinum. Eftir útskiftingina megnaði sekundvísarin ikki at fara eina ferð runt, áðrenn kypriotiski dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð. Í føroyska ferðalagnum siga teir, at Sámal Joensen ongantíð kom í nánd av bóltinum.
? Tað var tí, at eingin tykkara vildi spæla bóltin til mín, svaraði Sámal Joensen aftur. Tað er ongantíð áður komið fyri, at ein spælari hevur verið so stutt á vøllinum, sum Sámal var hesa ferð. Men tað man miðvallar stríðsmaðurin úr Gøtu leggja vertin í. Meiri hugaligt var tað, at hann aftur slapp at royna seg á landsliðnum. Hetta var 23. landsdysturin hjá Sámali Joensen, sum orsaka av drúgva skaðasteðginum í fjør ikki var á landsliðnum eftir summarfrítíðina.

Hjalgrím og Rógvi
Hjalgrím Elttør úr KÍ sneytaði fleiri ferðir í fjør til landsliðið. Hann var við niðri í Jugoslavia 15. august, og síðani var hann fleiri ferðir á beinkinum. Sunnukvøldið loysti hann síðstu fimm minuttirnar Jákup á Borg av. Hjalgrím Elttør er 76. føroyski landsliðsspælarin, ið hevur roynt seg í teimum 79 altjóða skrásettu landsdystunum, sum Føroyar hava spælt.
Í teimum 79 dystunum hava Føroyar skorað 47 mál. Ein grikki gjørdi sjálvmál á Svangaskarði í 1994. Hini 46 málini hava føroyingar sjálvir skorað, og Rógvi Jacobsen er tann átjandi málskjúttin. Hinir eru Todi Jónsson (9), Uni Arge (7), Jan Allan Müller (4), Jens Kristian Hansen, Kurt Mørkøre og John Petersen (3), Øssur Hansen, Henning Jarnskor, Torkil Nielsen, Jens Erik Rasmussen og Kári Reynheim (2), Jan C. Dam, Hans Fróði Hansen, Óli Johannesen, Julian Johnsson, Christian Høgni Jacobsen og Allan Mørkøre (1).

Jens Martin hóttir Allan
Hóast hann ikki var við ímóti Póllandi, og hóast hann heldur ikki verður við í morgin ímóti Liktinstein, so verður Óli Johannesen í annaðkvøld framvegis tann føroyingurin, sum fer at hava spælt flestar altjóða skrásettu landsdystirnar. Hann hevur spælt 55 landsdystir.
Allan Mørkøre er næstovastur. Hann hevur spælt 54 landsdystir. Jens Martin Knudsen var leingi tann, sum hevði spælt flestu landsdystirnar. Eftir dystin ímóti Póllandi hevur Jens Martin Knudsen vart føroyska málið í 53 dystum, og í annað kvøld fer hann aftur at leggja upp á síðuna av Allani Mørkøre.