Tora vit? So má tað vera nú!

Vit hava skrivifrælsi og trúarfrælsi... men tora vit at loyva skúlafrælsi? Tíðin rennur undan og skjótt má berast at, um vit skulu fáa eina føroyska frískúlalóg.

Týsdagin 12. februar verður aðalorðaskifti um frískúlar í Løgtinginum. Grundarlagið undir orðaskiftinum verður eitt álit og lógaruppskot til eina føroyska frískúlalóg, sum varð liðugt í januar 2000.
Nógvir fyrispurningar ? bæði skrivligir og munnligir ? hava verið um frískúlamálið síðani, men kortini er einki hent. Tó eru glottar at hóma, tí landsstýrismaðurin Óli Holm tykist at vera positivur. Vónandi ynskir hann, nú folkaskúlin er komin á føroyskar hendur, at vit hava eitt nøktandi lógargrundarlag fyri skúlaverkið. Eitt lógargrundarlag ið er við til at stimbra og fjølbroyta okkara skúlar, so at skipanin gerst liðiligari og møguleikarnir fleiri.
Spennandi verður at hoyra, hvat ymsu flokkarnir hava at siga um málið. Eg eri vís í, at um tingfólk lesa álitið, fara tey at síggja eina frískúlalóg sum ein møguleika heldur enn eina hóttan. Álitið er at finna á heimasíðu Løgtingsins: www.logting.fo <http://www.logting.fo/>
Vit hava longu ein frískúla í Havn, Adventistaskúlan og honum tørvar eitt veruligt lógargrundarlag. Hvat hevði hent, um vit fingu t.d. tveir aðrar frískúlar í Føroyum at?
? At trýstið á skúlarnar linkaði. Sum kunnugt standa skúlarnir í miðstaðarøkjunum á tremur.
? At foreldur (og lærarar) fingu møguleika at velja nakað annað enn fólkaskúlan. Hetta elvir eisini til nøgdsemi.
? At kapping kom um næmingarnar. Munnu tey flestu ikki gleðast um, at einkarrætturin á flestu økjum er avtikin? Kann nevna Føroya Tele, Tryggingarfelagið Føroyar, Útvarp Føroya.
Møguleikarnir at skipa skúlar á ymsan hátt eru óteljandi. Men at fara undir at reka ein frískúla er ikki hvørsmans føri. Als ikki undir teim treytum, sum føroyska lógaruppskotið setur. Á mangan hátt setur føroyska lógin strangari krøv enn t.d. danska ella norska frískúlalógin. Tað er eisini skiljandi, tí vit liva í einum lítlum samfelag, men tess einfaldari skuldi tað eisini verið at fingið hóskandi lógir á øllum økjum.
Føroysk lóg fyri eftirskúlar kom í gildi í august 2000 og vit kunnu spyrja... hvussu nógvir eftirskúlar eru komnir her síðani tá? Men nú er møguleikin til staðar. Á sama hátt eigur tað at vera á frískúlaøkinum ? møguleikin eigur at vera har.
Eitt aðalorðaskifti broytir einki. Tí vóni eg, at landsstýrismaðurin kvikar sær at leggja uppskotið fram, so tingfólk kunnu atkvøða um lógaruppskotið.
Hetta er ein møguleiki hjá samgonguni at vísa, at samgongan fremur tað, sum hon hevur sett sær fyri í samgonguskjalinum.
Samgongan og kanska serliga landsstýrismaðurin hevur møguleika at seta ein varða eftir seg, ið verður føroyska skúlaverkinum til gagns.