Brøðurnir Olsen: Góða eydnu, Pætur!

? Tað kom ikki óvart á meg, at Pætur fekk ein sang við í danska Melodi Grand Prixið. Hann er eina sera evnaríkur sangari og tónleikari, sum ger góðar sangir, sigur annar av Olsen beiggjunum

Keypmannahavn: Tá Brøðurnir Olsen vóru í Føroyum í august mánaði í fjør, hittu teir á fyrsta sinni Pætur við Keldu. Pætur spældi á somu konsert sum donsku beiggjarnir, og teir vóru ovfarnir av tí, teir hoyrdu.

? Pætur er ein sera evnaríkur tónleikari, hann syngur framúr væl, og hann ger sera góðar sangir, sigur Noller Olsen, sum saman við beiggja sínum, Jørgen, er kendur frá Brøðrunum Olsen.

? Tá Pætur spældi á konsertini í Føroyum, bæð eg Steen, umboðsmannin hjá okkum, lurta eftir honum, tí eg var ovfarin av, hvussu væl Pætur sang. Steen var púra samdur við mær, og eg veit, at hann og Pætur hava tosað saman síðani.

Síðani konsertina í Føroyum fyri hálvum ári síðani, hevur umboðsmaðurin hjá Brøðrunum Olsen verið í sambandi við Pætur fleiri ferðir, og møguliga spyrst okkurt samstarv burturúr hesum.

Grand Prixið kann geva nakað

Sangirnir, sum verða við í finaluni í danska Grand Prixnum í kvøld, eru meira ella minni loyniligir, og tí kann eingin gera eina meting av, hvør hevur góðan møguleika at vinna.

? Tað er sjálvandi stórur munur á, um tú vinnur Grand Prixið ella ikki, men nú er Pætur púra ókendur í Danmark, og tí kann sjálv luttøkan í kappingini hjálpa honum ávegis, heldur Noller Olsen.

? Eg dugi ikki at meta um, hvørt Pætur hevur ein kjans at vinna, tí eg havi hvørki hoyrt sangin hjá honum ella hinar sangirnar, sum eru í finaluni, og tí er tað vónleyst at meta um møguleikarnar hjá honum.

? Men Pætur hevur ein fyrimun í tí, at hann skrivar sínar egnu sangir, og tað styrkir hansara støðu bæði í Grand Prixnum og aftaná, sigur Noller.

Vinnarar og hinir

Skal luttøkan í Grand Prixnum brúkast til at gera vart við seg á einum størri marknaði enn tí danska, so er einfalda kravið sjálvandi ein sigur, men í Danmark eru fleiri dømi um, at luttakarar í Grand Prixnum hava vunnið rættiliga fram, hóast teir ikki vunnu.

? Sum oftast er tað ein fyrimunur, um tú vinnur Grand Prixið, men tað eru nógvir sangir frá Grand Prixnum, sum eru vorðnir landaplágur, hóast teir ikki vunnu kappingina, so hóast Pætur ikki vinnur kappingina, so kann hann fáa nakað burturúr, men tað veldst sjálvandi um sangin og framførsluna annars, sigur Noller Olsen.

? Eg eri glaður fyri, at føroyingar hava fingið ein luttakara við í Grand Prixið. Tað er gott fyri føroyingar, og eg fegnist um, at tað er ein slíkur tónleikari sum Pætur. Hann hevur sera góð evni, og hann er ein fittur fýrur. Eg ynski honum góða eydnu leygarkvøldið, og eg vóni, at hann fer at standa seg væl, sigur Noller Olsen.