Tekniski Skúlin undir nýggja lærugrein

Tekniski Skúlin í Klaksvík kann komandi skúlaár bjóða næmingunum at fara undir eina nýggja Meedie & Kommunikation breyt.

Klaksvík: Í 1936 varð sjálvsognarstovnurin Tekniski Skúli í Klaksvík settur á stovn. Endamálið var at leggja lunnar undir eini skipaðari undirvísing, soleiðis at handverki í økinum kundu koma upp á norðurlenskt høpi.
Nógv vatn er runnið í ánna síðan tá, og er skúlin í dag skipaður sum ein tekniskur studentarskúli.

Nógvir møguleikar
Á skúlanum hevur tú møguleika at fara undir tí trý ára longu HT útbúgvingina. Ùtbúgvingin er ætlað teimum, ið hava áhuga fyri at arbeiða við tøkni, bæði verkliga og ástøðiliga.
Ella tú kanst fara undir SIT, sum er ein eitt ára long støðisútbúgving innan tøkni.
Harafturat tekur skúlin eisini ímóti handverkaralærlingum á El-, Maskin-, og Timburdeildini.
Í august 2002 byrja 50 nýggir SIT og HT næmingar á skúlanum, umframt 25 nýggir lærlingar. Hetta er størsta tilgongdin nakrantíð.

Ymsar breytir
Sum er hevur skúlin tríggjar breytir at bjóða næmingunum á SIT og HT útbúgvingunum.
Hesar eru Design & Produktion, Eneri & Bygning og Evnisgongd og Matvøra.
Hetta eru breytir, ið SIT næmingarnir allir sleppa at royna, meðan tú sum HT næmingur velur teg inn á eina av breytunum, og nýtir 12 tímar um vikuna á hesi breyt.

Nýggj breyt á skránni
Í august mánað fer Tekniski Studentarskúlin undir enn eina breyt. Hendan breyt verður nevnd Medie & Kommunikation, og er ætlað teimum, sum hava serligan áhuga fyri miðlum, sum til dømis grafiskum forritum og alnótini.
Saman við Evnisgongd og Matvøru fer skúlin sostatt nú at hava tvær sokallaðar bleytar breytir av bjóða næmingunum.
- Vit byrjaðu at fyrireika okkum til hesa breyt áðrenn jólini. Millum annað hava vit vitjað fýra skúlar í Danmark, ið allir hava Medie & Kommunikation sum breyt, og koma vit ta fyrstu tíðina at hava tætt samband við Tekniska Skúlan í Odense. Tey skipaðu teirra breyt eftir sama leisti, ið vit hava hugsað okkum at gera her, og koma tey tí at hjálpa okkum í gongd, greiðir Pól Laksafoss frá.
Pól kemur saman við Linjonu Jacobsen at hava ábyrgdina av, at breytin kemur at koyra sum hon skal.
- Endamálið er at læra næmingarnar eitt sindur um samskifti. Hetta verður gjørt við fyrst at finna útav, hvønn móttaka ein ynskir, og síðani hvønn boðskap, ein skal senda til móttakaran. Tá hetta er funnið, skal næmingurin finna útav, hvønn miðil hann skal nýta til endamálið; tað kann so verða vikubløð, loftmiðlar ella alnótin.
Næmingurin skal eisini gera fýra verkætlanir ígjøgnum árið, harav tvær verða gjørdar í bólkum, sigur Pól víðari.

Nýtt høli
Av skúlanum frætta vit, at bæði lærarar og næmingar eru sera spentir at fara í gongd við hesa nýggju breyt.
Í løtuni verða nýggj høli innrættað, ið skulu nýtast sum verkstað til projektarbeiði viðvíkjandi Medie & Kommunikation breytini.