mánadagin. - Fólkaheilsan er barometrið fyri tjóðina. Tað er grundleggjandi fyri, hvussu virkisfør tjóðin er. Er fólkaheilsan góð, so framleiða vit meira og sjúkradagarnir eru færri, men er fólkaheilsan minni [...] Fólkaheilsan er barometrið fyri tjóðina, men vit mugu finna javnvágina millum tað sunna lívið og tað góða lívið. Tað heldur landsstýriskvinnan í heilsumálum, nú Fólkaheilsuráðstevna verður hildin mánadagin [...] minni góð, so eru øll tey barometrini lægri. Fólkaheilsan er eitt gott barometur fyri hvussu eitt er fyri, sigur Sirið Stenberg. Men hon minnir á, at boðskapurin um sunna heilsu skal verða fólksligur, og vit
Dávur Winther Tað er vandamál, at ein tilvildarligur persónur sleppur í so ríkiligt mát at siga og meta um, hvat er list, og hvat hon ikki er Hvat er gott og hvat er vánaligt? Í meting síni av málni [...] amsýning, tað tykir mær ósømiligt, undarligt og meir kommersialiserað, enn gott er. Tað plagar at verða tikið til, at Tú býrt í glashúsi . Soleiðis haldi eg kann sigast í hesum føri. Tað er vandamál at [...] virði av tveimum stjørnum. At siga, at Frits er amatørur og at siga at Frits er autodidaktur ella sjálvlærdur, er hvør sítt. Serliga tá ið hugsað verður um tað negativa rákið, sum búið undir útsøgnini
krónur. Hetta var fyri tað mesta løn til skipara frá reiðarínum, Mykines. Annars kostar tað 40.000 krónur um mánaðin at manna Spógvan, tí hann er mannaður við fólki, sum longur er í Strandferðsluni. Annars [...] Tað er ein stórur fyrimunur, at Strandferðslan nú hevur fingið ein bát, Alpha Pilot, at røkja siglingina út í Hest. Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum. Bill Justinussen, løg [...] Heðin Mortensen sigur, at nú er tað nógv smidligari at røkja siglingina upp á Sandoynna og Hest Alpha Pilot, sum nú eitur Spógvin, kostaði 399.000 krónur at keypa og harafturat er 270.000 krónur brúktar til
Fleyr var so greiður, at tað lýsir millum Mjølnir og hini liðini væl. Tá tað er sagt, so er tað SÍ, sum Mjølnir skal spæla ímóti í sínari hálvfinalu, og tá kann alt henda, sjálvt um tað verður spælt í Klaksvík [...] so hava vit eitt gott mið at hyggja eftir. Tað er landskappingin og har er eingin ivi. Har er Mjølnir langt fremst, og við tí styrki, sum Mjølnir hevur, er nærliggjandi at hugsa, at Mjølnir verður annað [...] landskappingini, saman við ÍF, sum SÍ tapti ímóti í innleiðandi steypakappingini. Men har er tað so aftur tað, at her er talan um ein serligan dyst, sum gevur atgond til størsta dyst á árinum, steypafinaluna
uppgerðini ímóti HB er ÍF skaðaplágað. Danski álopsspælarin Simon Skibsted, sum í trettan dystum hevur skorað fýra mál og harvið er næstbesti ÍF málskjúttin, er illa skaddur. Hann er farin aftur til Danmarkar [...] beinkinum alla tíðina ímóti KÍ, og hann er tøkur at spæla ímóti HB. Tað hevur ljóðað, at HB skal styrkja um liðið, nú flytingarvindeygað aftur er opið, men enn er eingin fráboðan komin úr Gundadali. Rógvi [...] eyðsýndu miðvallarunum, hevur vant við HB. Tølini siga, at tað serliga er í verjupartinum, at tað haltar. Nítjan mál eru farin ígjøgnum, og tað eru fleiri enn hjá øllum hinum seks, sum higartil ikki hava
staðfest í dag, og tað er møguleiki fyri, at niðurflytingin eisini verður veruleiki í dag, sjálvt um tað skuldi hent, at Skála vinnur úrtøku. Skála hevur bara vunnið ein dyst í ár. Tað var 29. juni, tá ið [...] júst AB. Á Skála er hugburðurin framvegis góður, og tað verður hugsað um framtíðina og at fyrireika liðið longu næsta ár aftur at vinna pláss í bestu deildini. Stóri spurningurin er, um tað fer at eydnast [...] Støðutalvan sigur, at tað er nummar 9, sum eigur heimavøll ímóti nummar 10, tá ið AB seinnapartin fær vitjan av Skála. Hjá AB er hetta gylti møguleikin at vinna fulla úrtøku og harvið at taka seg upp um
fer tað at verða eitt sindur bíligari at búgva á Tvøroyri næsta ár. Býráðið hevur lagt fíggjarætlanina fyri næsta ár fram, men tað er ikki ein fíggjarlóg, sum er viðgjørd upp á nakran máta. Talan er sostatt [...] na, og at raðfesta, hvat skal gerast í kommununi, er tað greitt, at býráðið fer serliga at kanna, um tað ikki ber til at lætta um hjá borgarunum. Tað kann gerast við at lækka kommunuskattin, við at hækka [...] samanrenning av øllum hesum. Tvøroyrar Kommuna er ein tann allardýrasta kommunan í landinum at búgva í. Skattaprosentið er 23,5 prosent, og barnafrádrátturin er 5000 krónur fyri hvørt barn um árið.
?Alt í alt er hetta orsøkin til framgongdina í samfelagnum. Tað almenna gongur á odda Edmund Joensen, at nú er føroyskur búskapur aftur á einum vegamóti. ? Tí nú vísir tað seg, at tað er einaferð enn [...] verður førdur, má tað verða øllum greitt, at tað fer at sansa at av álvara, tí tá verður tað eitt heilt, heilt annað samfelag vit tosa um, enn tað, vit hava ídag. ? Annars er uppskotið sum nú er frammu um kravda [...] føroyska búskapinum er óheppin. Og hann heldur eisini, at tað hevði verið rætt at sett ymisk tiltøk í verk, fyri at tálma gongdini. ?Men tað, sum hevur allar størsta stýdningin, er, at tað almenna heldur aftur
Havnini bar teimum ikki til at gera hetta skipið, tí tað er ov stórt. Tað er orsøkin til at vit valdu at fara uttanlands at gera arbeiðið. ? Men tað er væl møguligt, at umstøðurnar høvdu verið øðrvísi í [...] Rasmussen. Hann sigur, at sum fiskiskapurin er í løtuni, so er møguligt, at fáa tað at mala runt fíggjarliga, og kanska at leggja eitt sindur til síðis, og tað er neyðugt. ? Hinir nótabátarnir av sama slagi [...] Fiskiflotin eldist og eldist í hvørjum, men tað kostar nógv at byggja skip, og tað er ikki hvørs mans føri at fara undir slíkt. Men nú sær út til, at tað aftur byrjar at bragda í so máta. Sunnudagin fingu
áður. Tað er í bólkinum fiskivinnu og øðrum ráevnisvinnum, at lønirnar eru minkandi, og hetta eru at kalla mannfólkastørv burtur av. Og tað er eisini serliga í lønargjaldingunum til menn, at stígur er komin [...] Tað er ikki líka nógv ferð á longur, sum tað hevur verið. Tað staðfestir Hagstovan, nú tey hava gjørt upp, hvussu nógv verður goldið í lønum í Føroyum. Í triðja ársfjórðingi í ár vórðu 2.290 milliónir [...] sæst ein javnur vøkstur. Men í hinum vinnubólkunum er kortini framvegis talan um ein lutfalsliga javnur vøkstur. Men tað sæst eisini, at stórur munur er á, hvat menn og kvinnur fáa í løn. Triðja ársfjórðing