Tað skal koma barninum til góðar

Foreldur skulu ikki missa barnsburðarfarloyvi fyri tað um pápin ikki fer í Farloyvi

Tað er at fegnast sum, at ætlanin nú er at bøta um barsilsskipanina og at leingja barnsburðarfarloyvi

Tað halda kommunurnar í Kommunusamskipan Føroya, KSF.

Tær halda eisini, at hetta er alneyðugt fyri at  føroyska samfelagið kann varðveita høga burðartalið, og at føroyska barsilsskipanin í verður betri kappingarfør við tær skipanirnar í okkara grannalondum.

Kommunusamskipan Føroya tekur eisini fult undir við, at skipanin í eggjar báðum foreldrum  at taka barsilsfarloyvi. 

- Hinvegin er tað óheppið, at foreldrini kunna missa upp til seks vikur av barsilsfarloyvinum, um so er, at pápin av ymiskum orsøkum ikki sjálvur fær tikið farloyvi, halda kommunurnar í KSF

Tær halda, at her eigur onkur smidligari skipan at finnast, soleiðis at foreldrini, og harvið barnið, kann fáa ágóðan av longda barnsburðarfarloyvinum, hóast pápin ikki fer í farloyvi í seks vikur.     

Sum vit skrivaðu á in.fo í gjár, heldur Lærarafelagið eisini, at hetta er nakað stirvið.

 

Lærarafelagið heldur, sum eina neyðloysn, at tað hevði verið betri hóskandi, at foreldrini mistu tríggjar vikur, um so er, at pápin ikki fer í farloyvi

 

Les eisini: Taka hugin frá føroyskum kvinnum at fáa børn