Í húsi Harrans ella Guds húsi, annaðhvørt tað er í einum samkomuhúsi ella í einari kirkju, hevur tað onganíð verið siðvenja hjá kristnu tjóðini, at skipað hevur verið fyri sølu av atgongumerkjum í einari samkomu til undirhalds av tónleiki. Sambært Guds Halgabók, so er søla av atgongumerkjum ikki loyvd, tá er tað undirhald fyri pengar og er at bera saman við, tá Jesus fór inn í halgidómin og rak út allar peningavekslararnar og koyrdi borð teirra um koll, og hann leggur afturat: ”Gerið ikki hús Faðirs míns til handil!” (Jóhs. kapiMul 2, 13- 25). ― Og sjálvur sigur hann í sama evangelii í kapitli 14 og ørindi 15, at “elska At meg, tá haldið boð míni!"
At spælt verður við pengum í Guds húsi, er ikki rætt. Tað ber stutt sagt ikki til; tá er tað ikki Gudi, tú tænir, men mammon. Heldur ongastaðni í Bíbliuni gevur Gud loyvi til nakra sølu av atgongumerkjum í Guds húsi. Tað stendur ongastaðni skrivað har.
Harrin, Gud, er ein álvarsamur Gud!
At hava við Gud at gera, er álvarsamt! Tað ber Guds Halgabók boð um. Sjálvur kallar Gud seg fyri ein ”álvarsaman Gud, og sum tú ongan annan gud mást tilbiðja” (2. Mós. 34,14); ”og hann letur ikki tann sleppa órevsaðan, ið misbrúkar navn hansara.” (5.Mós.5,11). Fleiri ferðir endurtekur hann: ”Eg eri Harrin!”
Samkoman hevur svikið Gud í dag, tá hon rættir pengagudinum mammon hondina og bjóðar honum vælkomnum! Øll søla av atgongumerkjum eigur ikki at fara fram í einum samkomuhúsi, ið skal eitast at vera eitt samkomuhús, ið tænir Gudi; tá er tað ikki Gudi, samkoman tænir, men mammon. (Luk.16,13). Harafturat er skrivað í Guds Halgabók, at ”og tekur nakar nakað burtur av orðunum í hesi profetadómsbók, tá skal Gud taka lut hansara burtur frá lívsins træi og frá hinum heilaga staði, sum skrivað er um í hesi bók.” (Opinberingarbók Jóhannesar 22,19).
Vakurleikin
― Hvar síggi eg vakurleikan í samkomuni í dag? Ella rættari ― er nøkur samkoma til í dag? Hvat er ein samkoma? ― Hvar er mín samkoma? Í USA ― kanska! Soleiðis hevur onkuntíð hoyrst hjá summum, sum útstoytt vóru, rikin út úr samkomuni, men sum elskaðu sín Harra og vóru brennandi í Andanum og tæntu honum, eina Gudi, til fulnar, av allari sál síni. Fleiri av teimum, sum eg havi skift orð við, eru farin í annan stað. Tey vóru øll trúføst, takksom og kærleiksfull, ið ― eins og Guds profetarnir ― hildu seg nær til Gud. Vakurleikan síggi eg ikki í hesum heimi, sum hann sær út í dag, men eg síggi hann, tá eg opni Bíbliuna, Guds Halgabók. At lesa í Bíbliuni, orði Guds, “det er min åndelig føde”, tók ein vinmaður til, sum eg skifti orð við herfyri. Og hann helt fyri: “Hver dag, når jeg læser i Bibelen...” Hann legði dent á, hvussu neyðugt tað er at lesa í Bíbliuni, ikki bara onkuntíð, men hvønn dag; tí ræður um at vera til reiðar og søkja tað óforgeingiliga, tí hesin heimur ― soleiðis sum hann sær út í dag ― forgongur. “Og tú skalt elska Harran, Gud tín, av øllum hjarta tínum, av allari sál og øllum mátti tínum.” (5.Mós. 6,5).
Róðin Thomsen