Nátatíðin er í hondum og tá verður eitt ótal av nátungum tikið kring alt landið. Men samstundi er fuglakrím farið at ganga og tað hevur beint fyri einum stórum tali á fugli. Og Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at nú fuglakrím gongur, hevur tað serliga stóran týdning at fara væl um, tá ið farið verður eftir nátungum. Hetta er fyri ikki at draga fuglakrím inn á flogfenað heima við hús, ella annan heimafugl - men vil illa til, kunnu fólk eisini fáa fuglakrím
Men Heilsufrøðiliga Starvsstovan hugsar kortini mest um at forða fyri, at fólk skulu fáa nátasjúkuna, sum kann smitta andaleiðirnar og geva eitt slag av lungnabruna. Vanliga merkjast sjúkuteknini 4 -14 dagar eftir smittuna, men nátungi, sum er saltaður, smittar ikki
Nátungar ið síggja sjúkir, rak og ússaligir út, eiga ikki at verða tiknir og tey, ið eru eftir nátunga eiga at vera í oljuklæðum. Oljuklæðini, og hini klæðini, tey hava verið í, væl, skulu vaskast væl, tá ið tey eru afturkomin.
Tað hevur stóran týdning at vaska sær væl um hendurnar, bæði ímeðan ein er eftir nátungum, og tá ið ein er afturkomin. Hendurnar eiga at verða vaskaðar, áðrenn farið verður at fáa sær at eta og tá ið ein festir sær í. Tað er best er at skola hendurnar í kloraminvatni og pulvur til tað fæst á apotekinum.
Av tí at fjarðarnar kunnu vera dálkaðar, er best at nátungin verður skáldaður. Verða nátungar royttir, eigur luftskiftið at vera gott har roytt verður, men tað ber eisini til at vera í dustmasku, tá ið roytt verður. Fjarðar, innvølir, tóm íløt við kloramin, og annað frá veiðini, skulu koyrast í plastposar og beinast burtur á móttøkustøðunum hjá IRF ella brennistøðini í Havn.
Vanligu sjúkueyðkennini av nátasjúku er lungnabruni við skjálvta og fepri upp á eini 39 stig, turrur hosti og høvuðpína. Tann sjúki er ússaligur og ofta í ørviti. Í summum førum kemur sjúkan líðandi og kann vera so lin, at hin sjúki nóg illa følir seg sjúkan. Men heldur nakar seg hava fingið sjúkuna, verða tey biðin um beinanvegin at venda sær til lækna. Landslæknanum sigur, at síðani 1991 hava tað verið seks tilburðir av nátasjúku hjá fólki, ein í 1991, tveir í 2003, tveir í 2016 og ein í 2017.
Tá ið nátungir er royttur, skáldaður, ella skrædlaður, er vandin fyri smittu lítil og eingin. Av tí at bakterian, sum gevur nátasjúku doyr við hitaviðgerð, er hon burtur, tá natungin er kókaður ella stoktur. Er ætlanin er at selja nátunga, skal tað verða frá løggildum stað, ella eftir reglunum um heimaframleiðslu. Heilsufrøðiliga starvstovan mælir til, at teir eru skáldaðir ella royttir og saltaðir, men teir kunnu sjálvandi eisini vera skrædlaðir.











