- Í framtíðini verða tað bara eini trý til fimm stór flakavirki eftir í Føroyum.
Tað endurtekur Kaj leo Johannesen, løgmaður, nú Kári P. Højgaard hevur spurt hann um vinnupolitikkin. Hann sigur, at tá ið veruleikin er, at rávørugrundarlagið og framleiðsluorkan ikki samsvara, má onkur laga seg til.
- Tað er so einfalt og tí síggi eg framvegis fyri mær, at í framtíðini fara tað at vera 3-5 stór flakavirki eftir, sigur løgmaður.
Hinvegin sær Kaj Leo Johannesen eisini, at virðisøkingin eisini verður flutt út á sjógv.
Tað merkir, at skipini sleppa í nógv størri mun at virka fiskin umborð, har tað ikki loysir seg at sigla til lands at avreiða.
Eitt, hann hugsar um í hesum føri, er, at fiskurin verður kruvdur, avhøvdaður og síðani frystur umborð fyri at skipini síðani kunnu sigla til lands at landa, so at virkini á landi kunnu virðisøkja fiskin enn meiri.
Tað tryggjar allerbestu dygd, leggur hann afturat.
Hann sigur, at soleiðis ber til at leggja framleiðsluna nógv neyvari til rættis, tí sum støðan er nú, heldur hann, at tað er ein spurningur um skipini ikki av og á noyðast at selja fyri alt ov vánaligan prís, enn tey annars kundu selt fyri.
- Hetta er avgjørt ein gongd leið, tí tá ið framleiðslan kann leggjast neyvari til rættis, ber til at skapa fleiri arbeiðspláss.
Annars leggur hann afturat, at vinnan skal vera so studningsleys sum gjørligt so at hon lagar seg til umstøðurnar og í hesum sambandi var tað eitt stórt stig tann rætta vegin at almenna inntøkutrygdin er avtikin og ístaðin løgd upp í hendurnar á reiðarum og manningarfeløgum at umsita.
Myndin er av flakavirkinum í Vági, sum er eitt av teimum stóru virkjunum og spurningurin er so, hvørja lagnu tað fær.