FaroExpo
Í komandi viku verður FaroExpo hildin á fimta sinni í Runavíkar kommunu. Tað er ítróttarhøllin í Runavík, sum er karmur um sjálvt fundarvirksemið, og síðan verður nýggja Løkshøll fyri fyrstu ferð karmur um teir fyrilestrar, sum verða hildnir, meðan stevnan er.
Fyrilestrarvirksemið hevur øll hini árini verið í Kelduni í Skálafirði, men nú kommunan hevur fingið stórt og snotuligt mentanarhús, sum Løkshøll er, skapar hetta nýggjar møguleikar, bæði sum fyrilestrarhøli og sum karmur um fleiri tiltøk á fjølbroyttu mentanarvikuni.
Símun Hammer, stjóri í Virkisráðgevingini, sum vegna Eysturoyar Vinnulívsfelag og Runavíkar kommunu stendur sum samskipari av FaroExpo, ásannar, at tað verður høgligari, nú luttarkar á stevnuni bert skulu vestur um Løkin til fyrilestrarnar.
Hann væntar eisini, at tað fer at rigga væl, nú fleiri tiltøk verða at finna undir sama taki í Løkshøll.
Stevnan veksur
Tað eru Eysturoyar Vinnulívsfelag og Runavíkar kommuna, sum formelt standa aftanfyri FaroExpo.
- Upprunaligi tankin var at skapa eitt hvørt tiltak her í kommununi, sum í stødd og innihaldi hóskaði til økið og sum kundi draga fólk higar. Tankin var, at vinna og mentan kundu ganga hond í hond, sum tikið verður til, soleiðis at skilja, at talan bæði var um ein vinnuligan og ein mentanarligan part um somu tíð.
Símun Hammer sigur, at luttøkan á FaroExpo er vaksin á hvørjum ári – ikki nógv, men við nøkrum fyritøkum.
- Nú hevur vinnustevnan verið hildin á hvørjum ári hesi fimm árini, men tankin við mentanarvikuni var og er eisini, at sjálvt um FaroExpo ikki hevði verið á hvørjum ári, skuldi mentanarvikan kortini haldast sum áður.
Úti í heimi er ikki óvanligt, at stórar vinnustevnur eru annað hvørt ár, og tað eru eisini tær, sum verða hildnar við nøkrum árum ímillum, eitt nú velduga stóra fiskivinnustevnan í spanska býnum, Vigo.
- Vit hava tó ongar ætlanir um, at FaroExpo ikki eisini verður hildin komandi ár – á sætta sinni, sigur Símun.
Ísland er við
Á FaroExpo hesaferð verða út við 55 fyritøkur úr Føroyum og serliga úr londunum í Skandinavia. Orsøkin til, at flestu útlendsku fyritøkurnar eru úr Skandinavia er, at fyrireikararnir serliga venda sær til fyritøkur í londunum uttanum okkum. Hinvegin eru eisini fyritøkur við, sum umboða aðrar fyritøkur langt burtur.
- Føroysku fyritøkurnar eru stívliga 30 í tali, og flestu av hesum hava verið við áður. Onkur fyritøka er kortini nýggj. Tað vil so vera, at onkur er við í eitt ár og kanska ikki árið eftir. Hinvegin eru fleiri, sum hava verið við á hvørjum ári.
Símun sigur, at í fjør var eingin íslendsk fyritøka við, men hesaferð eru tær fimm í tali, og tær umboða bæði tænastur og framleiðslur.
Spurdur, hvør orsøkin man vera til, at íslendskar fyritøkur júst eru við í ár, nú landið er so hart rakt av fíggjarkreppu, sigur stjórin í Virkisráðgevingini:
- Tað er sjálvandi ilt at siga. Eitt er, at íslendskar fyritøkur kanska í størri mun venda sær úteftir heldur enn inn eftir. Hin møguleikin er, at íslendingar – tó at teir eru hart raktir – kortini hava orku og vilja til at arbeiða seg burtur úr trupulleikunum. Hetta kann eisini vera ein samantvinning av báðum, leggur hann aftrat.
Væl fyriskipað
FaroExpo er ikki ein framsýning, men ein stevna, har fundarborðið er miðdepilin. Stevnan byggir neyvt á avtalaðar fundir millum seljarar og keyparar, sum hittast í ein hálvan tíma. Tá tíðin er lokin, ringir ein klokka – og tá byrja nýggir fundir.
- Alt er avtalað frammanundan, men sjálvandi ber til hjá fyritøkum, sum halda seg hava meira at tosa við hvørja aðra um, at halda fram við práti og fundarvirksemi. Tað er soleiðis, at ein stór kafé er skipað í ítróttarhøllini, har fólk hittast gjøgnum dagarnar og kunnu sessast saman.
Hesin fundarháttur er vorðin meira vanligur á slíkum stevnum, og vit kunnu leggja aftrat, at tá ferðavinnustevnan Vestnorden Travel Mart var í Keypmannahavn fyrr í heyst, vóru tey eisini farin yvir til fundarvirksemi, sum líkist tí, ið øll árini hevur sermerkt FaroExpo.
Símun vísir á, at tað fyrsta árið høvdu onkrir luttakarar kanska lyndi til at halda, at avtalaðu tíðirnar ikki vóru so avgerandi neyðugar, tí stevnan kortini vardi meira enn henda eina hálva tíman.
- Men luttakarar sóu skjótt, hvussu avgerandi tað er, at tíðir verða hildnar. Annars er vandi fyri, at tú dettur burtur ímillum, tí tá tú kanska einaferð ert tøkur, eru aðrir fundir í gongd.
Hann leggur aftrat, at onkur dømi vóru um hetta tað fyrsta árið – og serliga tann fyrsta morgunin, tá stevnan byrjaði.
- Eg vil siga, at henda skipan riggar sera væl, og eg haldi eisini, at fyritøkurnar, sum eru við á FaroExpo, dáma væl hendan mátan at hittast, tí hann er effektivur, sigur Símun.
Gingið væl
Stjórin í Virkisráðgevingini sigur, at tað hevur gingið rímiliga væl at fáa fyritøkur at taka lut á stevnuni hesaferð – kanska betri, enn hann hevði væntað, nú fíggjarligu umstøðurnar kring um okkum hava verið so ótryggar.
- Jú, eg haldi ikki, vit skulu klaga. Tað hevur gingið væl betri, enn vit høvdu væntað.
Á Virkisráðgevingini í Saltangará starvast vanliga trý fólk, men nú fyrireikingarnar av FaroExpo hava verið, hava tey havt onnur at hjálpa sær.
- Eitt slíkt tiltak krevur nógva orku og nógv samskifti, men nú eru vit undir landi, og FaroExpo er klár at seta á kjøl, sigur stjórin, Símun Hammer.