Ætlanin um geva húskjum undir fátækramarkinum, eitt serligt barnaískoyti, er í vanda fyri at gerast politiskt kegl og uttanumtos.
Tað sigur Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, sum er ein av stigtakarunum til at leggja málið fyri løgtingið.
Les eisini: Ongin forðing fyri at gera nakað nú
Løgtingið skal taka endaliga støðu til málið seinnapartin í dag, men Høgni Hoydal stúrir nú fyri, at tað dettur niðurfyri
- Tað er tað ringasta, ið kann henda og gagnar als ikki teimum, ið málið snýr seg um, sigur hann.
Tað eftir fundi í Miðlahúsinum um fátækadømið, at avgerð varð tikin um at leggja uppskot fyri løgtingið um at hækka barnaískoyti til tey húski, sum eru allarringast fyri.
Í hesum sambandi er nevnt, at tað hevði kostað 9,2 milliónir, at hækka barnaískoytið so at 500 tey fátækastu børnini vórðu lyft upp um fátækamarkið.
- Tað kann ikki vera rætt, at eitt so greitt mál, ið kann gera veruligan mun hjá teimum, ið eru ringast fyri, skal gerast so fløkt og trupult, samstundis sum onnur mál fyri hundraðtals milliónir flúgva ígjøgnum tingið uttan nakra fyrireiking ella viðgerð.
Tað stutta av tí langa er, at uppskotið hjá andstøðuni er ein lógarheimild til eftir umsókn at veita eitt serligt barnaískoyti til húski, ið eru undir fátækramarkinum.
Heimild verður givin landsstýrinum til í kunngerð at áseta tær nærri reglur og treytir fyri barnaískoytinum og at at áseta ítøkiliga markið – og ein ítøkilig málsviðgerð og heildarmeting skal gerast í hvørjum einstøkum føri.
- Hetta er ikki eitt mál um automatiskt útgjald og tað til ber at áseta reglur og gera ítøkiligar metingar, soleiðis at ivamál verða loyst, sigur Høgni Hoydal.
Høgni Hoydal sigur, at tað er ikki avgerðandi, at tað er uppskotið hjá andstøðuni, sum verður samtykt.
- Vit hava frá byrjan av, bjóðað øllum flokkum at vera saman um eitt uppskot. Og um samgongan heldur vil gera broytingar ella leggja eitt líknandi uppskot fram sjálv, so taka vit sjálvsagt undir við tí.
Hann sigur, at tað avgerandi er, at vit gera nakað nú, ístaðin fyri at finna umberingar fyri at útseta tað.