Vælkomst verður í Royndarhúsinum í Nólsoy frá kl. 19.00, tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma vera vinarliga biðin um at boða frá innan t. 29 aug. á tlf. 32 70 50 ella 22 80 10. [...] kl. 10.00. Veitslan verður á Hotel Føroyum kl. 12.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 593939 (Birgit) ella 593336 (Janus), áðrenn sunnudagin 5. august. [...] Debess, Vágur. Veitslan verður í VB-húsinum kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 373319, 373711 og 373335 áðrenn mikudagin 15. august. Leygardagin
Føroyar konsertunum. Hann greiðir frá, at konseptið við Free Føroyar konsertum var eitt sindur útvatnað, tá tey gjørdu av at gevast í 2003. Eftir 8 konsertir var trupult at endurnýggja seg, og tí var konseptið [...] Tjóðveldinum heldur, at tað er meira aktuelt enn nakrantíð áður at skipa fyri Free Føroyar konsert. Í hesum døgum er fullveldið tikið av politisku dagsskránni, og tí er týdningarmikið at fáa vakt fullveldisandan [...] sum skipar fyri, konsertin verður hildin í sambandi við, at 14. september er dagin fyri, enn er øll skráin ikki løgd, men fyribils er greitt, at millum tey sum framføra verða Petur Pólson, Deja Vu og Uni
Gulla Øregaard er framleiðslustjóri, og hevur staðið fyri at tilrættisleggja framleiðsluna og samskipa ymsu tættirnar, eftir at avgerð var tikin um, at leikurin skuldi á pall í Sjónleikarhúsinum. Leikarar, [...] sett øll segl til at gera eina tíðarleysa uppseting av leikinum um franska sangfuglin Edith Piaf eisini rópt Tann lítli spurvurin . Edith Piaf er fødd í 1915 í París. Tað verður sagt, at hon varð fødd á [...] Pápin var gøtusangari og mamman hevði eisini sungið alment á gøtuni, tá ið hon var ung. Edith fór sjálv at syngja, og gjørdist kend sum gøtusangari longu 15 ára gomul. Seinri sang hon á øllum týðandi pallum
møguleikar at sleppa burtur. Sum aðrir ungir dreingir í Svínoy róði Jóhannes Alfred út við opnum báti. Motorarnir vóru ikki altíð so góðir, og tá kom tað væl við at hava so dugnaligar menn at fáast við [...] spældu uppá. Lydia var eisini musikalsk og góður sangari, og tí er einki at siga til, at tað eisini hjá børnunum liggur væl fyri at syngja og spæla. Føðingardagin helt Jóhannes Alfred saman við sínum næstu [...] Norðdepli. Hon doyði fyri nøkrum árum síðani. Elisias bygdi í Lágbø. Men Anna Katrina var nógv plágað at tuberklum, og hon var tískil nógv á Sanatorinum. Børnini vuksu fyri tað mesta upp í Ovasta húsi hjá
aðrastaðni í landinum eru líknandi myntir funnar. Í 1970 varð farið undir at gera rannsøknir í og undir kirkjuni á Sandi, og tær vístu, at fimm kirkjur hava áður staðið har, ið verandi kirkja, sum er bygd í [...] tíð. Úr gamlari tíð var vanligt, at kirkjan stóð millum húsini í bygdini, men so er ikki á Sandi, har kirkjan stendur rættuliga einsamøll. Hetta fekk fornfrøðingar at ivast í, hvørt ein býlingur ikki mundi [...] Tunis liggur í dag. Og serfrøðingar meta, at myntin er komin í grøvina heima á Sandi umleið ár 850-900. Tó kunnu serfrøðingar ikki heilt útihýsa møguleikanum fyri, at talan er um eina eftirgerð, ið er umleið
royna at pakka boðskapin í so vakurt gávupappír, sum hugsast kann. Hvussu við innihaldinum? Sjálvandi ræður um at selja ein boðskap so væl sum tilber. Onki forgjørt er í tí. Men tó eigur veljarin at hugsa [...] helt onki um lættisoppatónleikin og kom til ta niðurstøðu, at "aldri hevur nakar gjørt so nógv burtur úr so lítlum." Somu hugsan freistast ein til at hava um tað, sum verður borðreitt fyri føroysku veljarafjøldini [...] innihaldið í pakkanum, tí tað verður innihaldið, sum kemur at gera munin, tá valdagurin er farin afturum. Miðflokkurin hevur ikki umstøður at pakka boðskapin inn í vakrar valplakatir, traktatir og bløð
Tele er um at verða liðugur. Páll Holm Lave sigur, at bygningurin er at líkna við ein presisan kassa, sum teir hava skorið í innan. - Kassin er samansettur av nøkrum bygningum, soleiðis at tú fært rúmið [...] Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Uppgávan hjá arkitektinum er ganga arbeiðsgevaranum á møti, soleiðis at Føroya Tele fær tann bygning, teir hava sett sær fyri. - Føroya Tele hevur sjálvandi havt nøkur krøv [...] við tí stóra rúminum ? eitt atrium. Teir báðir partarnir hava hvør sína funktión. - Tú kanst siga, at hvør hevur sína funktión. Tú hevur ein skrivstovubygning úr glasi. Og tú hevur ein teknikk-bygning
heimaliðnum at berja seg upp á javnleik, tí eftir at tað hevði eydnast teimum at javna til 19-19, legði StÍF aftur sjógv millum seg og heimaliðið. Strandingar skoraðu nú fimm ferðir á rað, so at teir komu [...] liðini skiftust um at hava leiðsluna. Tað var ikki fyrr enn allarseinast í fyrra hálvleiki, at fleiri enn tvey mál vóru á muni millum liðini bæði. Tá gjørdi StÍF ein vørr, og frá at tað hevði staðið á [...] Liðini, sum hittust, vóru Neistin og StÍF, og tað eru annars tvey lið, ið vanliga hava fitt av áskoðarum at stuðla sær. Fylgdust leingi Neistaliðið er nakað broytt í mun til seinasta kappingarár. Ársins leikari
56 sendi Hans Hedtoft fyrsta neyðarkallið og boðaði frá, at skipið hevði rent á eitt ísfjall, og sjógvur streymaði inn. Flogfør vórðu send út at leita, men eingin fann nakra slóð. Klokkan 18.06 fekk Prins [...] Sund Radio veik signal frá einum eftir øllum at døma heilt róligum fjarritara. Tveir royndir fjarritarar týddu signalini sum eini boð til umheimin um, at alt nú var ov seint. "Hans Hedtoft søkkur". Sjey [...] avvarðandi, eru Kirsten Sietam og Sandra Vinding. Tað ber til at seta seg í samband við Kirsten Sietam á tlf. 32 50 50 92. Eisini ber til at senda ein teldupost til Nyhedsmagasinet hjá Danmarks Radio á
hann at arbeiða á Klaksvíkar Hermetikk, vanliga nevnd Bollafabrikkin. Virkisleiðari har var týskarin Paul Lammers, og John fór við honum til Týsklands at læra hermetikk og haðani til Svøríkis at nema sær [...] Klaksvík, millum annað tí at arbeiðið var so fjølbroytt frá einari árstíð til aðra. Fyrst í 60-unum fór Kjølbro eins og aðrir í landinum at royna flakavinnu umframt framvegis at arbeiða saltfisk og klippfisk [...] Vágsheygnum, og har hevur hann búð mestsum alt sítt lív. Tó búði hann úti í Grótinum í nøkur ár eftir, at hann giftist við Fíu, dóttir Annu og Jógvan Isaksen. John tók millumskúlaprógv í Klaksvík. Hann arbeiddi