Áskoðararnir vóru ikki nógvir í tali til fyrsta dystin í bestu deildini hjá monnum í høllini á Hálsi í hesum kappingarárinum. Liðini, sum hittust, vóru Neistin og StÍF, og tað eru annars tvey lið, ið vanliga hava fitt av áskoðarum at stuðla sær.
Fylgdust leingi
Neistaliðið er nakað broytt í mun til seinasta kappingarár. Ársins leikari í Føroyum í fjør, Damir Oros, sum tá leikti við kollfirðingum, er blivin leikandi venjari í Neistanum, og so eru Birgir Kass, Karl Oddmar Rasmussen og Ragnar Stakksund farnir í onnur feløg ella givnir. Harafturat eru báðir stórskjúttarnir Dragisa Stojovic og Heini Hanusarson ikki longur við á liðnum. Hinvegin er vestmenningurin Ólavur Brimnes nú í Neistanum.
Á liðnum hjá StÍF eru ikki tær stóru broytingarnar. Alexandur Johansen var ikki við sunnudagin, men hann verður óivað við aftur í næstum.
Dysturin á Hálsi sunnudagin var rættuliga javnur fyrstu longu løtuna, og liðini skiftust um at hava leiðsluna. Tað var ikki fyrr enn allarseinast í fyrra hálvleiki, at fleiri enn tvey mál vóru á muni millum liðini bæði. Tá gjørdi StÍF ein vørr, og frá at tað hevði staðið á jøvnum 13-13 slakar tríggjar minuttir fyri hálvleik, øktu gestirnir til 16-13, áðrenn steðgur var.
Neistin kom afturíaftur
Hálvleiksleiðslan hjá gestunum av Strondum helt tó ikki leingi, tí neistamenninir stríddu seg inn aftur í dystin, og tá ið níggju minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, hevði heimaliðið bart seg upp á javnleik 19-19.
Tað tóktist tó, sum um tað hevði tikið ov nógvar kreftir hjá heimaliðnum at berja seg upp á javnleik, tí eftir at tað hevði eydnast teimum at javna til 19-19, legði StÍF aftur sjógv millum seg og heimaliðið. Strandingar skoraðu nú fimm ferðir á rað, so at teir komu á odda 24-19, tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin, og so var tann dysturin í veruleikanum avgjørdur.
Tað ið eftir var av dystinum skiftust liðini um at skora mál, og spenningur kom ongantíð í aftur dystin. Strandingar vunnu tí dystin 34-28, og hava harvið lagt seg á odda í landskappingini.
Neistin-StÍF 28-34(13-16)
Neistin: Damir Oros 9(4), Blagoje Buha 5, Áki Mørk 4(2), Ólavur Brimnes 3, Freddie Poulsen 3, Helgi Michelsen 2, Dan Thorleifsson 1, Tróndur Kragesteen 1
StÍF: Sveinur Justinussen 7(3), Leivur Justinussen 7, Andre F. Danielsen 5, Artur Johansen 5, Bent Djurhuus 4, Bárður Danielsen 3, Regin Didriksen 2(2), Borgar Danielsen 1
Brotskøst: Neistin 7(6), StÍF 6(5)
Útvísingar: Neistin 1, StÍF 4
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen










