Minnisvarði fyri Hans Hedtoft

Tvær danskar kvinnur, sum báðar mistu pápan við Hans Hedtoft, sum gekk burtur í 1959, leita nú eftir øðrum avvarðandi í sambandi við, at ætlanin er at reisa ein minnisvarða fyri Hans Hedtoft á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn

Stóra farma- og ferðamannaskipið Hans Hedtoft, sum Kongligi Grønlendski Handilin átti, gekk burtur við Kappan í Grønlandi tann 30. januar í 1959. Nú hava avvarðandi tikið stig til at reisa ein minnisvarða fyri teimum, ið sjólótust við Hans Hedtoft.
30. januar í ár, 46 ára dagin síðani skipið gekk burtur, verður minnisvarðin avdúkaður á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.
Í hesum sambandinum vilja tvær danskar kvinnur, sum báðar mistu pápa teirra, í samband við onnur avvarðandi frá Hans Hedtoft.
Í sambandi við, at tað vóru liðin 40 ár síðani tilburðin við Kappan, hevði Sosialurin tann 29. januar í 1999 eina samrøðu við Emmy Johansen, ættað úr Sandvík, sum gjørdist einkja, tá skipið gekk burtur.
Tveir føroyingar vóru við skipinum.Teir vóru Ólavur Guðjónsson, ættaður úr Klaksvík búsitandi í Grønlandi og Richard Jacobsen úr Sandvík, sum var annar stýrimaður. Hann var giftur við Emmy.
Av teimum 95 fólkunum umborð taldi manningin 40 og ferðafólkini vóru 55 í tali. Harav vóru 19 kvinnur og seks børn. Skiparin var høgt virdi Poul L. Rasmussen, sum var ein royndur grøndslandsfari. Hvar skipið fórst er ongantíð uppklárað. Ein bjargingarkransur við navninum á skipinum varð seinni funnin við Ísland nógvar mánaðir seinni, og hurðin á kahyttini hjá 2. stýrmanni varð funnin í Grønlandi.
Ókend lagna
Tað er ongantíð vorðið greitt, hvat hendi stóra skipinum hjá Kongliga Grønlendska Handlinum. Rendi skipið á eitt ísfjall? Ella vóru álvarslig bygningsbrek í skipinum? Hvussu doyðu hesi neyðars fólkini? Hví kom eingin í bjargingarbátarnar?
Tann 29. januar var skipið liðugt lastað í Julianehåb og kl. 21.15 lokala tíð setti tað kós ímóti Keypmannahavn. Um náttina sendi skipið fleiri ferðir boð um radio um veðrið, vind og posisjón. Og alt var sum tað skuldi vera.
Klokkan 13.56 sendi Hans Hedtoft fyrsta neyðarkallið og boðaði frá, at skipið hevði rent á eitt ísfjall, og sjógvur streymaði inn. Flogfør vórðu send út at leita, men eingin fann nakra slóð.
Klokkan 18.06 fekk Prins Chr. Sund Radio veik signal frá einum eftir øllum at døma heilt róligum fjarritara. Tveir royndir fjarritarar týddu signalini sum eini boð til umheimin um, at alt nú var ov seint. "Hans Hedtoft søkkur".
Sjey dagar aftaná hildu skip og flogfør upp at leita. Hans Hedtoft varð skrásett sum gingið burtur, og tey 95 fólkini umborð sum deyð.
Tann 30. januar verður minnisvarðin reistur fyri hesi 95 fólk-ini. Tær báðar donsku kvinnurnar, sum eftirlýsa avvarðandi, eru Kirsten Sietam og Sandra Vinding. Tað ber til at seta seg í samband við Kirsten Sietam á tlf. 32 50 50 92. Eisini ber til at senda ein teldupost til Nyhedsmagasinet hjá Danmarks Radio á nyhedsmagasinet@dr.dk