Bill Justinussen
løgtingsmaður
?????
Tá víðagitna poppstjørnan Michael Jackson fyri árum síðani hevði framførslur í Kekkia, var ein av kendu tónleikaviðmerkjarunum spurdur, hvat hann metti um tónlistarligu avrikini hjá Jackson. Viðmerkjarin var eirindaleysur. Hann helt onki um lættisoppatónleikin og kom til ta niðurstøðu, at "aldri hevur nakar gjørt so nógv burtur úr so lítlum." Somu hugsan freistast ein til at hava um tað, sum verður borðreitt fyri føroysku veljarafjøldini nú til Fólkatingsvalið. Flestu flokkar, helst allir, royna at pakka boðskapin í so vakurt gávupappír, sum hugsast kann.
Hvussu við innihaldinum?
Sjálvandi ræður um at selja ein boðskap so væl sum tilber. Onki forgjørt er í tí. Men tó eigur veljarin at hugsa meiri um innihaldið í pakkanum, tí tað verður innihaldið, sum kemur at gera munin, tá valdagurin er farin afturum. Miðflokkurin hevur ikki umstøður at pakka boðskapin inn í vakrar valplakatir, traktatir og bløð í hvørt heim í Føroyum osfr. Men tó hava vit ein týðandi boðskap, sum á allan hátt hevði staðið sína roynd á Fókatingi.
Boðskapur Miðfloksins
Boðskapur okkara snýr seg ikki í fyrstu atløgu um ríkisrættarligu støðuna ella um høgra/ vinstra-politikk. Okkara boðskapur snýr seg um grundarlag okkara sum fólk, familjur og einstaklingar. Og um grundarlag norðurlendinga. Krossmerkið í fløggunum bera boð um eina sterka fólkasál, har virðing fyri Skaparanum, fyri lívinum og fyri hvørjumøðrum hevur hægstu raðfesting. Lond, har kristna lívsáskoðanin hevur verið hjartað í samfelagnum á flestu mótum; í heilsuverkinum, skúlaverkinum, mentanarlívinum, vinnulívinum, ja sjálvt fólkaræðið byggir á hesa grund. Og úrslitið er hareftir. Í dag eru norðurlond ævintýrheimur fyri flestu øðrum fólka-sløgum. Samfelagsskipanin í hesum londum er fremsta fyrimynd fyri flestu tjóðir, og í vælferð kunnu onnur lond illa samanberast við norðurlond.
Vandaleið
Men seinastu hálvu øldina eru nøkur farin at sigla vandaleið. Meir og meir. Og hesum er tað, Miðflokkurin reisir seg ímóti. Ella rættari sagt: vit reisa okkum fyri teimum lívsvirðum, sum løgdu lunnar undir okkara vælferð. Tí fara vit sum samfeløg at byggja hús okkara á sand, er vandi á ferð. Flóðaldan av sjálvsøkni, har tann einstaki bara skal gera, sum honum lystir uttan ábyrgd og virðing fyri lívinum, vil sum frálíður forkoma okkum sum tjóð. Hesa leið er Danmark saman við mongum øðrum londum farið inn á. Og Miðflokkurin vil ikki frásiga sær ta ávirkan, sum ein føroysk rødd á danatingi kann hava á hesa gongd. Vit vilja heilt greitt greiða dønum frá tí góða boðskapinum, sum einaferð var teirra ástøði, og sum tíbetur framvegis er grundarlag føroyinga. Hví ikki?