Spennandi útgrevstur

Eitt tað mest áhugaverda fornfrøðiliga granskingarumhvørvið í landinum er á Sandi. Undir Junkarinsfløtti og undir Breytasandi eru funnir fleiri lutir frá fornari búseting. Aftur í summar koma útlendsk vísindafólk væntandi at kanna fláirnar við kirkjuna heima á Sandi

Líka síðan 1863 hevur økið við kirkjuna á Sandi havt stóran søguligan áhuga. Ta árið vóru nevniliga funnar 98 silvurmyntir, ið stavaðu frá 11. øld, við kirkjuna. Onga aðrastaðni í landinum eru líknandi myntir funnar.
Í 1970 varð farið undir at gera rannsøknir í og undir kirkjuni á Sandi, og tær vístu, at fimm kirkjur hava áður staðið har, ið verandi kirkja, sum er bygd í 1839, nú stendur. Kirkjurnar hava staðið júst á sama stað, og tann elsta, sum var ein lítil timburkirkja, varð bygd einaferð í 11. øld. Rannsøknirnar góvu eina vitan um, hvussu føroyska bygdarkirkjan hevur útviklað seg frá fyrstu kristnu tíðini til okkara tíð.
Úr gamlari tíð var vanligt, at kirkjan stóð millum húsini í bygdini, men so er ikki á Sandi, har kirkjan stendur rættuliga einsamøll.
Hetta fekk fornfrøðingar at ivast í, hvørt ein býlingur ikki mundi hava ligið har á staðnum frá fornari tíð.
Síðan sjeytiárini hava rannsøknir verið gjørdar í økinum við kirkjugarðin á Sandi, ið hava givið fleiri áhugaverd úrslit. Seinnu árini hava kanningar verið gjørdar av bakkanum, norður frá kirkjuni.

Forn búseting
Kanningarnar geva greiðar ábendingar um víkingaaldarbúseting við kirkjuna á Sandi. Eisini eru 11 fornar gravir funnar við fleiri áhugaverdum gripum, so sum knívar, ringar, blýlodd og ein arabisk silvurmynt. Myntin er tann fyrsta av sínum slag, ið er funnin í Føroyum. Hon er tíðarfest onkunstaðni millum ár 747 og 771 eftir kristi føðing, og stavar antin frá Irak ella Norðurafrika, á leið har Tunis liggur í dag. Og serfrøðingar meta, at myntin er komin í grøvina heima á Sandi umleið ár 850-900. Tó kunnu serfrøðingar ikki heilt útihýsa møguleikanum fyri, at talan er um eina eftirgerð, ið er umleið 100-120 ár yngri.
Ein tann mest áhugaverdi gripurin er eitt spenni ella brosja úr bronsu, ið var funnin í eini av fláunum undir Junkarinsfløtti. Nærmasta, ein kemur nøkrum líknandi, er í nøkrum víkingagrøvum í Íslandi, har tey spennini eru tíðarfest til 10. øld. Annars eru tílík spenni sum so ikki at finna í Norðurlondum, men stava helst úr baltisku londunum.
Í nítiárunum vóru gjørdar sonevndar fosfatkanningar, ið góvu ábendingar um umfatandi búseting í lendinum við Junkarinsfløtti.
Tá bakkin her skrædnaði, summarið 2000, gjørdi Føroya Fornminnissavn eina akráseting, ið staðfesti, at tær niðastu bústaðarleivdirnar í Junkarinsfløtti stava heilt aftur frá umleið ár 800.
Sostætt eru hesar elstu fornfrøðiligu leivdir, ið staðfestar eru í Føroyum. Harumframt er líkt til, at forna búsetingin ikki er órógvað av seinni bygging á staðnum, og tí verður økið, bæði søguliga og fornfrøðiliga, mett til eitt tað mest áhugaverda fornrannsóknar og tvørfrøðiliga granskingarøki í Føroyum.