leygardagin. Tað var við neyð og deyð, at EB/Streymur hálaði sigurin í land. EB/Streymur legði hart út, og fyrri hálvleikur var ikki meira enn hálvrunnin, tá EB/Streymur hevði lagt seg framum 2-0. Tað var toppskjúttin [...] beint innanfyri brotsteigarmarkið, og dómarin var ivaleysur. Brotsspark til LÍF og tað setti Kaj Eli Olsen í netið. Leirvíkingar sótu á restini av dystinum, men tað eydnaðist ikki at fáa útjavnandi málið. [...] EB/Streymur megnaði at standa ímóti ógvusliga trýstinum frá LÍF, men tað var um reppið, at útiliðið javnaði. Óla Kristian Djurhuus mátti ta einu ferðina út í fulla longd, og leirvíkingar megnaðu ikki at
soleiðis frá tilburðinum: »Í 75 minutti ? støðan var tá 2-2 ? varð Jón Brekku, B71, rikin av vølli fyri hevnisøku inni í B71-brotsteiginum. Bólturin var í spæli, tá tilburðurin fór fram, og dómarin, Jens [...] aftur í, at úrslitið í heimadystinum hjá B36 móti B71 ikki var eftir vild. Endaliga støðan gjørdist 4-2 til B71, og hóast sigurin sum so var fult uppiborin, so ætlar B36 nú, at dysturin skal leikast av [...] hevur sjónbandsupptøku av dystinum, sum FSF kann síggja, um tað er neyðugt.«. B36 vísir í hesum sambandi til grein 12 í fótbóltslógini, har tað er ásett, at dómarin eigur at døma brotsspark fyri spark av
mannarættindi, og var tað Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur, ið legði fram ymsar áskoðanir um evnið. Jóannes Hansen legði stóran dent á trupulleikan við, at almennir stovnar ofta gera kanningar inni hjá privatum
breiðari enn undanfarin ár. Tað at taka internetið í brúk er ein nýggjur táttur á slíkum ráðstevnum. Fyrsta ráðstevnan varð fyrstu ferð hildin á Álandi í 1996 . Í 1998 var hon her í Føroyum, og í fjør [...] har tey seta upp eitt forum. Her verða ymisk viðkomandi evni hjá ungum í útnorði tikin upp til kjak. Tað kann verða dálking í útnorði ella eitt minni staðbundið evni sum samleiki. Hetta verður uppskotið til [...] teir seks føroysku ungdómarnir gjørt sína egnu persónligu dreymaverkætlan, sum tey kundu hugsa sær var sett í verk. Hesar verkætlanir eru sjálvandi tengdar at, hvørjum bólki tey koma frá. Ein, sum fæst
norskt framaskip var á Eiði við útgerðini, sum varð flotað og sett saman inni í havnini á Eiði. Síðan sleipaði brunnbáturin Vestborg, sum Vestlaks eigur, útgerðina suður um Kross, har hon var løgd. Frímund [...] fer at verða eini 20 prosent. Og tað er øgiliga nógv. Vestlaks hevur nakað væl av sílum, so rímiligt fer tað at merkjast á úrslitinum, sigur stjórin. Men hann sigur, at tað fer kortini ikki at gera, at teir [...] smolt gangandi í. Smoltið kemur av smoltstøðini á Viðareiði og frá smoltstøðini Laksá í Oyndarfirði. Tað verður alt upp til eini 700 gram í Svínáum og fer síðan helst aftur í ringar á Fuglafirði og Oyndarfirði
Dysturin í Prag endaði við 1-0 sigri til slovenar. Tað var enntá uttan besta spælaran Zlatko Zahovic. So tað er líkt til, at liðið er sera væl fyri í løtuni, og tað verður tungt hjá føroysku spælarunum. Bara átta [...] stovn í 1920, so fekk tað ikki fullan limaskap í UEFA fyrr enn í 1992 og í FIFA í 1993, av tí at landið ikki var sjálvstøðugt fyrr enn um tað mundið. Fyrsti altjóða skrásetti dysturin var í 1992 móti Estlandi [...] virðisløn frá FIFA. Virðislønin var fyri at verða tað liðið, sum hevði tikið seg flest pláss fram á FIFA styrkilistanum í 1999. Henda virðisløn verður latin á hvørjum ári. Hetta var eftir at Slovenia endaði á
mál og harvið betri úrslit, so er neyðugt, at tað viðhvørt verður lopið meiri sannførandi á. Tað vil við øðrum orðum siga, at fleiri spælarar flyta seg longri fram á vøllin. John Petersen er á mest framrættaða [...] halda teimum burtur frá okkara máli. Um vit megna tað nóg leingi, so fara teir at leypa framav. Tað ræður um at hava tol, heldur Jens Kristian Hansen. Tað verður ofta tikið til, at føroysku spælararnir tykjast [...] Eftir 2?0 tapið ímóti Danmark helt Todi Jónsson ikki, at tað var rætt, at føroyingar framvegis lata sær lynda at tapa við einum ella tveimum málum ímóti teimum, sum vitja í Føroyum. Men hann vísti samstundis
at eg var úttikin. Tað var fyrsta ferðin, at eg fekk eina ítøkiliga fráboðan um, at eg var inni í myndini. Síðsta vetur var upp á tal, at eg í ár skuldi spæla í føroysku landskappingini. Tá var møguleikin [...] landsliðnum, so kundi eg ongantíð spæla á danska landsliðnum. Og hvat segði tú til tað? ? Tað var eg greiður yvir, og tað havi eg ongar trupulleikar av. Eg fái møguleikan at spæla á einum landsliði nú, og [...] djúpar familjurøtur í Føroyum, og um tað ikki gongur alt ov skjótt, so skilji eg eisini tað, sum verður sagt. Er tað langt síðani, at tú vart í Føroyum síðst? ? Eg var og ferðaðist á Toftum fyri níggju árum
ikki taka slík orð og fara við teimum sum um tað var nakað, vit skulu uppfylla.Tað er munur á tí, ið er dult fyri okkum, og tí sum er opinberað fyri okkum. ? Tað finnast loyndarmál, sum bert Gud veit um. [...] altíð. Ofta er tað ein spurningur um lív og deyða, ja, nakað av sjálvari nervuni í Miðeystur naggatórnini. Bíblian sigur klárt, at tað er Gud, sum eigur allan heimin. Og sjálvandi finnst tað eitt øki, ið [...] er tað skrivað tríggjar ferðir, at landið sjálvt vil ?spýggja okkum út!" Tað eru bara tríggir møguleikar fyri Ísrael; Tann eina er, at fólkið vil venda sær til Harran í eini veldugari veking. Tað næsta
A/S Farodane. Men tað var skjótt, at teir komu eftir, at tað ikki var nóg mikið at sita í Keypmannahavn og keypa inn og selja til føroyingar í Føroyum. Skuldi nóg væl fáast burturúr, var neyðugt eisini at [...] Tað var í 1949, at Carl Herup Olsen saman við Poul Als Jensen og Børge Husted-Andersen fóru undir eitt kommissionervirki í Keypmannahavn, við tí endamáli at selja alskyns vørur til handlar og virki í Føroyum [...] at hava sæti í Føroyum, og tí varð gjørt av, at Carl Herup Olsen, sum var fluttur til Danmarkar við familjuni, skuldi fara heimaftur. Soleiðis varð dóttirfelagið P/F Farodane, sum fór til verka 1. september