Hósmorgunin leggja seks føroyskir ungdómar leiðina til Grønlands saman við einum leiðara. Tey fara at luttaka á eini ungdómsráðstevnu, sum verður í Ilulissat í Vesturgrønlandi. Økið er á stødd við Danmark, men har búgva bara 4.600 fólk.
Undan ferðini hava tey ungu gjørt nakrar fyrireikingar til verkætlanir, sum tey skulu brúka á ráðstevnuni. Føroysku ungdómarnir hava gjørt eina verkætlan, har tey seta upp eitt forum. Her verða ymisk viðkomandi evni hjá ungum í útnorði tikin upp til kjak. Tað kann verða dálking í útnorði ella eitt minni staðbundið evni sum samleiki. Hetta verður uppskotið til verkætlan, sum tann føroyski bólkurin fer at leggja fram.
Allir bólkarnir hava fyrireikað sína verkætlan, tá tey koma, og síðani skulu tey saman koma ásamt um, hvør verkætlan skal fullførast á ráðstevnuni.
Eisini hava teir seks føroysku ungdómarnir gjørt sína egnu persónligu dreymaverkætlan, sum tey kundu hugsa sær var sett í verk. Hesar verkætlanir eru sjálvandi tengdar at, hvørjum bólki tey koma frá. Ein, sum fæst við sjónleik, hevur gjørt eina verkætlan innan sjónleik o.s.fr.
Luttakararnir møta við sínari vitan innan eitt ávíst øki og samantvinna síðani ymsu vitanina í felags verkætlanir. Ætlanin er, at seta onkra av verkætlanunum í verk.
Fylgja við á internetinum
Fyri at onnur enn bara tey 35, sum eru á ráðstevnuni kunnu fylgja við tí, sum fer fram, hava fyrireikararnir gjørt eina heimasíðu. Inni á www.ilulissat.gl/NordSeminar kunnu øll fylgja við, tí luttakararnir leggja frágreiðingar inn so hvørt.
Á heimasíðuni ber eisini til hjá øðrum ungum at seta spurningar, sum kunnu verða tiknir við í kjakið. Við at geva øðrum henda møguleikan ætla fyrireikararnir, at orðaskiftið verður breiðari enn undanfarin ár. Tað at taka internetið í brúk er ein nýggjur táttur á slíkum ráðstevnum.
Fyrsta ráðstevnan varð fyrstu ferð hildin á Álandi í 1996 . Í 1998 var hon her í Føroyum, og í fjør í Íslandi.
Tey, sum fara við til Grønlands, eru úr ymiskum bólkum og feløgum. Føroysku luttakararnir eru: Elin Mortensen úr Ung í Máf, Anita Ottosen úr Ungdómshúsinum Margarinfabrikkini. Fía Lindenskov úr Sosialistiskum Ungmannafelagi, Karstin Olgar Lamhauge úr Blá Kross Ungdómi, Rúni Thomsen úr KFUM skótunum og Niklas Winther úr Føroya Ungdómsráði.
Endamálið við ráðstevnuni er eisini, at ung, ið eru virkin innan mentan og frítíðarvirksemi, hittast at arbeiða sama um verkætlanir og læra um, hvørjir stuðulsmøguleikar eru til at fremja verkætlanirnar. Eisini verður arbeitt við, hvussu ein verkætlan fæst í lag.
Jákup av Skarði fer við sum leiðari, og hann hevur eisini verið við til at fyrireika ráðstevnuna. Tað er Føroya Ungdómsráð, sum stendur fyri føroysku umboðanini.