Tað var í 1949, at Carl Herup Olsen saman við Poul Als Jensen og Børge Husted-Andersen fóru undir eitt kommissionervirki í Keypmannahavn, við tí endamáli at selja alskyns vørur til handlar og virki í Føroyum. Felagið fekk heitið A/S Farodane.
Men tað var skjótt, at teir komu eftir, at tað ikki var nóg mikið at sita í Keypmannahavn og keypa inn og selja til føroyingar í Føroyum. Skuldi nóg væl fáast burturúr, var neyðugt eisini at hava sæti í Føroyum, og tí varð gjørt av, at Carl Herup Olsen, sum var fluttur til Danmarkar við familjuni, skuldi fara heimaftur.
Soleiðis varð dóttirfelagið P/F Farodane, sum fór til verka 1. september 1950 stovnað. Tá varð hildið til í kjallaranum hjá Emil Juul 'Thomsen í Bókbindaragøtu. Farodane var tá ein vanlig heilsøla, sum fyrst og fremst beyð handlum kring landið matvørur og aðrar dagligvørur, men fekst eisini við útflutning av fiskavørum og øðrum.
Í 1954 flutti felagið í egin høli við Tinghúsvegin í Havn, har Landsverkfrøðingurin í dag hevur høvuðsskrivstovu sína.
Men síðani Farodane seldi matvørur er mangt broytt. Í 1976 yvirtóku feðgarnir Carl og Ólavur Herup Olsen allan partapeningin í felagnum.
Fyritøkan hevði tá í fleiri ár selt roknimaskinur og skrivimaskinur og legði seg seint í sjeytiárunum eftir at selja skrivstovuútgerð og skrivstovuinnbúgv. Hetta gjørdist størri og størri partur av virkseminum hjá felagnum, men tó vóru matvørurnar framvegis 60 prosent av umsetninginum - langt upp í áttatiárini.
Í 1980 flutti Farodane av Tinghúsvegnum í nýggj stásilig hús í Hoyvík. Sølan vaks við ferð á øllum økjum, ikki minst innan skrivstovuútgerð, og felagið kom til eitt vegamát. Hóast sølan av matvørum var stór, hildu teir seg síggja skriftina á vegginum. Teir stóru handlarnir løgdu seg meira eftir at innflyta sjálvir, meðan samhandilin við heilsølurnar kom í aðru røð.
Í 1987 slepti Farodane matvørunum og øðrum sum hekk uppí. Dentur varð nú lagdur á at gera Farodane til eina tænastufyritøku fyri skrivstovuútbúnað og skrivstovuinnbúgv.
Tíliga í nítiárunum fór Farodane undir at selja edv-útgerð. Í fyrsta umfari var talan um teldur frá Toshiba, prentarar og neyðugt tilhoyr. Í 1993 tók felagið yvir T-Mac í Havn, sum seldi Canon kopimaskinur og Macintosh teldurnar frá Apple.
Seinnu árini hevur felagið eisini lagt seg eftir at selja viðskiftafólki KT tænastu. Meir enn helvtin av edv-fólkunum arbeiðir í dag við menning og netumsiting. Farodane hevur eisini keypt seg inn í føroyska felagið VisionSoftware, sum selur og mennir fíggjarstýringarskipanina Navision, eins og felagið hevur sett á stovn skeiðstovuna Kvasir.
Carl Herup Olsen legði fyri nøkrum árum síðani frá sær sum stjóri fyri aldur, men hann er framvegis nevndarformaður og er inni á gólvinum hvønn dag.










