Taka almenningin við í grundlógararbeiðið

Grundlógarnevndin er farin undir regluligar tíðindafundir, har ymisk evni verða viðgjørd fyri at skapa alment kjak um grundlógararbeiðið.

Í gjár hevði grundlógarnevndin fyrsta tíðindafundin í eini røð av tíðindafundum, ið skulu skapa alment kjak um sjálvt innihaldið í einum uppskoti til eina Føroyska grundlóg.

Fyrsti fundurin snúi seg um persónlig mannarættindi, og var tað Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur, ið legði fram ymsar áskoðanir um evnið.

Jóannes Hansen legði stóran dent á trupulleikan við, at almennir stovnar ofta gera kanningar inni hjá privatum uttan rættarúrskurð. Galdandi grundlóg krevur nevniliga, at eingin húsarannsókn, haldleggjan, brævakanning ella avlurting fer fram uttan rættarúrskurð, ella tá »særegen undtagelse« loyvir tí.

Men hóast hetta, loyva bæði fólkatingið og løgtingið ferð eftir ferð almennum myndugleikum at fremja slíkar kanningar uttan rættarúrskurð.

Jóannes Hansen vísti á, at elnevndin til dømis kann senda fólk uttan rættarúrskurð inn á einstaklingsogn at kanna, um ein elinnleggjari hevur útint eitt innleggingararbeiði á nóg góðan hátt. Hetta kann nevndin í prinsippinum gera mitt á nátt við heimild í lógtingslóg, hóast grundlógin sigur nakað annað.

Næsti tíðindafundurin hjá grundlógarnevndini verður týsdagin í næstu viku, og fer Ingibjørg Berg tá at greiða frá um politisk mannarættindi.