? Tað er ein spurningur, ið aftur og aftur verður settur í tí umhvørvinum, vit eru í, og tað er hesin: Hvat við lyftunum um landið? Bara í Ísrael í 1999 høvdu vit fýra stevnur, har júst hetta við landinum og landamarki tess varð í miðdeplinum. Og gudfrøðingar og vísindamenn úr øllum heiminum komu og løgdu fram sínar tolkingar og síni sjónarmið.
? Fyri okkum er hetta ein veruligur trupulleiki, tí vit búgva har altíð. Ofta er tað ein spurningur um lív og deyða, ja, nakað av sjálvari nervuni í Miðeystur naggatórnini. Bíblian sigur klárt, at tað er Gud, sum eigur allan heimin. Og sjálvandi finnst tað eitt øki, ið er lovað Ísrael. Hetta varð givið sum lyfti til Ábraham, Ísak og Jákup. Tað er eingin ivi um, at landið er teirra, eisini við teimum mørkum, sum Bíblian setur.
? Men hetta er eitt profetiskt orð, ið bert Gud sjálvur vil uppfylla í tíð síni. Hann hevur víst, at tá menniskju royna at gera tað arbeiði, sum bert Hann kann gera, tá gera tey eitt vánaligt arbeiði. Øll søgan og Skriftin sjálv vísa, at Gud er ein góður leiðari. Hann hevur sítt at gera og vit hava okkara. Hann vakir yvir sínum Orði og vil uppfyllla tað, tá tíðin er inni. Eg trúgvi á lyftini, men eg trúgvi ikki, at vit hava rætt at spæla við hesi tingini.
? Okkara uppgáva er at liva í kærleika, semju og at luttaka í tí, ið fremur rættvísi og frið. Stutt sagt: prædika evangeliið og kalla fólk til umvending. Vit vita ikki hvussu ella nær Hann vil fullføra tey profetisku orðini um landið. Men vit vita, at Hann vil gera tað, og prosessin er longu byrjað.
Hetta siga David og Lisa Loden, pastorpar í messiansku samkomuni í Netanya í Ísrael, og millum leiðararnar fyri teimum Jesustrúgvandi jødunum í Ísrael.
Í summar vóru tey gestir á stóru summarstevnuni í Sarons Dal, har tey luttóku við talu og sangi. Stuttligt og gott var at hoyra teirra frálíku sangir á hebraiskum. Síðsta summar luttóku tey eisini saman við kórinum frá Betlehem Bible College og teirra rektara Bishara Awad.
ELSKIÐ ÍSRAEL EINS OG GUD ELSKAR TAÐ
? Eg eri upplærdur í trúnni at elska Ísrael. Uttan iva eru tey flestu kristnu í Noregi (Føroyum) eisini tað. Hesin kærleiki hevur stóran týdning hjá Gudi. Men vit mugu elska á sama hátt sum Gud elskar. Tað er tápuligt, um vit elska á nakran annan hátt enn Hann ger, sigur David Loden.
? Bíblian sigur nevniliga eisini nógv um, hvussu vit skulu fara við teimum fremmandu millum okkara, bæði tey, ið búgva í landinum og onnur, sum koma higar. Hetta er galdandi bæði moralskt, í samband við rættvísi og reint løgfrøðisliga. Í samkomu okkara í Ísrael, sum er 23 ára gomul, eru vit mest upptikin av at seta kærleika Guds fremst.
? Nógv kristin seta okkum nógvar spurningar um trupul profetisk viðurskifti, ið vit ikki vita svarið á. Men vit hava sæð tað soleiðis, at høvuðsuppgáva okkara fyrst og fremst er at geva tí kristna kærleikshugtakinum praktiskt innihald, eins og stendur skrivað hjá Mika kap. 6:8:
?Hann hevur opinberað tær, menniskja, hvat gott er! Hvat annað krevur Harrin av tær, enn at tú skalt gera rætt, fegin vísa kærleika og liva eyðmjúkt við Gudi tínum!"
TAÐ FINNAST LOYNDARMÁL, BERT GUD VEIT UM
? Tað finnast nógv løgin menniskju í Ísrael. Um tú vitjar landið kanst tú síggja íðin menniskju, upptikin við nógv ymist. Tey flestu av teimum vilja verja tað, tey eru í ferð við at gera út frá átrúnaðarligum sjónarmiðum, sigur David Loden.
? Á sama hátt vilja eisini nógv kristin verja sínar meiningar og gerðir út frá skriftstøðum.Trupulleikin er bert tann, at tú ikki kanst taka eitt hvørt skriftstað, leysrivið út úr sínum samanhangi, og seta tey soleiðis saman, at tey hóska til títt tankamynstur.
? Nøkur skriftstøð standa har til okkara kunning. Tey eru ikki givin sum boð til okkara. Vit kunnu ikki taka slík orð og fara við teimum sum um tað var nakað, vit skulu uppfylla.Tað er munur á tí, ið er dult fyri okkum, og tí sum er opinberað fyri okkum.
? Tað finnast loyndarmál, sum bert Gud veit um. Gud elskar at opinbera loyndar lutir. Tí vil ein dagur einaferð upprenna, tá øll Guds loyndarmál verða kend. Men í dag kenna vit ikki øll. Nøkur ting eru goymd og verða opinberaði, tá tíðin er inni.
? Veitst tú, at tað gingu 300 ár áðrenn hetta við tríeindini varð opinberað samkomuni? Hetta stendur ikki beinleiðis í Bíbliuni. Ein annar týðandi sannleiki: Læran um rættvísgering við trúgv, var jú duld í 1400 ár, áðrenn hon varð opinberað. Og loyndarmálið um frelsu Ísraels er blivið opinberað nú ta síðstu tíðina.
? Gud tekur hesi duldu tingini og opinberar tey í tí løtu, tað tænir ætlan hansara, leggur David Loden dent á.
TRÍGGIR MØGULEIKAR FYRI ÍSRAELSKA FÓLKIÐ
? Tað, at jødarnir nú venda aftur til land sítt, er í veruleikanum ongin einastandandi hending í søguni. Tað hendi tvær ferðir áður. Hetta er triðja ferðin. Vit hava onga trygd fyri, at hetta er síðstu ferð, hóast vit jú trúgva, at hetta er síðstu ferð, sigur Loden.
? Tað er ikki trupult at fara inn í landið. Tað er nógv truplari at vera verandi har. Hetta kann bert henda, um vit eru líðin mótvegis Guds orði, sigur Bíblian. Og hetta merkir, at vit mugu koma til trúgv á Jesus sum Messias. Um vit vilja venda hjørtum okkara til Hansara og tilbiðja Hann, so fáa vit lut í tí frelsu, Gud hevur givið okkum. Ikki fyrr enn tá hava vit Guds lyftir um, at Hann vil geva okkum tryggleika í landinum.
? Akta vit ikki Harran og verða frelst gjøgnum blóð sonar hansara, er tað skrivað tríggjar ferðir, at landið sjálvt vil ?spýggja okkum út!" Tað eru bara tríggir møguleikar fyri Ísrael; Tann eina er, at fólkið vil venda sær til Harran í eini veldugari veking. Tað næsta er, at Gud noyðist at spjaða okkum av nýggjum út millum tjóðirnar. Hetta er í veruleikanum ein møguleiki, sjálvt um eg ikki trúgvi, at tað vil henda.
? Og tað triðja er ein ræðulig tíð við dómi og reinsan fyri fólk okkara. Vit biðja øll um, at fyrsta loysnin skal henda. Eg trúgvi ,at nógv verða frelst, men eisini, at vit mugu rokna við eini tíð við dómi og reinsan. Ísraels fólk vil ikki kunna verða verandi í landinum, sum tað er í dag. Landið er fult av synd og viðurstyggiligum gerðum.
? Á nógvan hátt er landið dálkað. Bert Gud í náði síni kann nema við okkum. Tí er bøn okkara: ?Ver náðigur móti okkum Gud, móti landinum, móti fólkinum og móti Jerusalem". Vit vita, at Harrin er trúfastur móti lyftum sínum. Vit vita, at tað er nakað, vit ikki kunnu gera, men vit vita, at Harrin er trúfastur móti orði sínum og vil uppfyllla tað, sigur David Loden.
MEININGSLEYST AT STUÐLA BYGGINGINI AV TEMPLINUM
? Nøkur ynskja at byggja templið í Jerusalem. Fleiri staðir eru fólk farin í undir at savna pening inn, ið skal brúkast til hetta. Hetta ger meg í veruleikanum í ørviti. Skulu vit veruliga byggja upp aftur eitt tempul og eitt system, sum fedrar okkara ikki kundu liva undir? Kristin eiga at vita hvat tað merkir ,at vera frelst við Jesu blóði. Gud sendi jú sín egna son, ið ofraði blóð sítt einaferð við alla. Hetta reinsaði enntá samvitsku okkara sambært Hebrearabrævinum, sigur Loden.
? Okkara meining er, at tað er skeivt og beinleiðis meiningsleyst av kristnum at stuðla tempulbyggingini. Um vit sum trúgvandi vilja tæna jødunum, er tað nógv betur at biðja fyri teimum og geva teimum evangeliið. Tað var tað, ið Jesus gav okkum boð um. Tað sær út fyri mær sum um nógv kristin meira síggja jødarnar sum heilagar persónar, enn sum menniskju, ið tørva evangeliið.
? Eg trúgvi ikki Gud sær tað soleiðis. Eg trúgvi, at Gud sær til andaliga tørvin hjá jødunum. Tí eiga vit at samarbeiða við tí, ið Hann ger í landinum, og geva teimum evangeliið um Jesus Kristus sum Messias, heldur David Loden.
? Harumframt eru bæði tey jødisku og palæstinsku trúgvandi ógvuliga fátæk. Nógv kristin brúka pening fyri at planta trø og halda, at tey stuðla Ísrael á tann hátt. Men ístaðin fyri at planta trø skuldu tey heldur keypt mat til teirra, ið hungra. Í heila tikið áttu tey kristnu at hugsa meira um menniskjuni, sum eru teir livandi steinarnir í Ísrael, og ikki um tær politisku hendingarnar.
GLAÐ FYRI NOREG
? Tað er ein frammíhjárættur fyri okkum at vera í Noregi. Fólk her eru veruliga seriøst upptikin av evangeliinum. Vit vilja fegin gera okkara besta fyri at umboða teir messiansku jødarnar, sigur Lisa Loden, væl vitandi um hetta ikki umboðar fleirtalið millum teirra.
? Fyri okkum hevur tað umframt verið eitt stórt upplivilsi at fáa loyvi at koma til Sarons Dal. Vit búgva annars í Sarons Dal alt árið (staðið í Ísrael sum Sarons Dal er uppkallað eftir). Í 1996 vóru vit í Sarpsborg og luttóku í eini veitslu beint fyri jól. Tað var myrk tíð og so kalt, at eg frysti um fingrarnar, fortelur Lisa, ið upplivdi hita og sólríkar dagar í Sarons Dal, hetta summarið.
? Tað er ótrúligt, so vakra náttúru tit hava her í Noregi! Ein dag vilja vit spyrja Harran, hví hann ikki gav okkum slíka vakra náttúru og frálíkt vatn í Ísrael, sigur hetta vakra parið, David og Lisa Loden úr Ísrael, at enda í samrøðuni við Troens Bevis.
David og Lisa Loden
umsett Fríðtór Debes










