hann um at gerast troyttur av tí. Hann hevði betur hug til eina aðru ferð at royna okkurt spæl, har man kann kríggjast hvør móti øðrum. Børge, sum tað ikki hevði gingið so væl hjá, dámdi eisini væl spælið [...] at royna hetta einaferð aftrat. Hann hevði havt ávísar trupulleikar við at stýra bilinum hjá sær, men hann helt tó, at høvdu teir koyrt eina løtu aftrat, so hevði hann óivað staðið seg nógv betur. Gott [...] samdir um, at tað ráddi fyrst og fremst um, at man ikki endaði aftast. Ongin av royndarkoyrarunum hevði roynt telduspælið áður, og tískil var neyðugt, at serkøn fólk á staðnum veitti hjálp, áðrenn farið
eiga at taka ábyrgd. Røðan var serstakliga ítøkilig. Eg væntaði kanska ikki, at hon fór at vera eins politisk, ið hon varð, men eg haldi, at móti endanum var talan um eina politiska røðu. Eftir mínum [...] úti í heimi. Eg haldi ikki, at røðan samanumtikið var flokspolitiskt litað á nakran hátt, eins og hon í minni mun var afturlítandi. Flaggdagurin hevur sera stóran týdning fyri okkum føroyingar, tí vit [...] ónøgd við fullveldisætlanirna, man orsøkin helst vera, at tey ræðast popularitetin. Kai: Sum eg hevði væntað, var røðan góð. Sjónarringurin var víður, og júst hetta var ein stór dygd í røðuni. Sum so
við stórum spenningi, fyri at síggja hvussu tað nú mudi fara at eydnast. Klaksvíkar Fimleikafelag hevði á framsýningini 7 lið. Tað vóru: Gentur 1.-2. flokk Dreingir 1.-2. flokk Dansigentur Gentur 3.-4. [...] Tá allir luttakararnir vóru farnir út aftur úr høllini, byrjaði sjálv hold-framsýningin, og koyrdi hon út í eitt, til klokkan var umleið 17.15 ? tá var ein steðgur, og ymiskir lutir vóru burturlutaðir.
er, at á tingi er talan mangan um stovnamál, ið ikki hoyrir til gerandisdagin; og tað tískil er torført at orða tað, ein ætlar at siga. ? Men, sigur hann, tingmenn eiga at vera fyrimynd í so mongum vi [...] lands vælferð? ?vit fara at hyggja uppá tað? ?hetta fortelur okkum tildoyls? ?man begroynsar seg? ?hon er longu lagd fyri tingið? ?at tað eisini verður givið gætur um? ?besti orningurin? ?taka hond um barnið
var væl lýst av fjølmiðlunum og tá serliga føroyska bufféin í Múllers pakkhúsi. Fiskivinnuskúlin hevði fyrilestur um hagreiðing av føroyskum mati. Tey hava verið á ymiskum bygdum og kanna hvussu fólk hava [...] upprunaliga, tað økologiska og burðardygga. Íslendingar greiddu frá líknandni verkætlan í Íslandi, hóast hon ikki var eins stór í vavi, sum tann norska og onglendingar greiddi frá einum ES.-fíggjaðari verkætlan [...] at føroyskir tónleikarar enn ikki vóru búnir til at taka lopið út í altjóða tónleikaídnaðin. Hann hevði onga viðmerking til tað tekniska støði, men heldur at okkara tónleikarar áttu at menna seg og gera
í eini stórari íbúð á Nørrebrúgv. Hetta var ein verkætlan, ið skuldi vera ein roynd í tvey ár, men hon hevur eydnast so mikið væl, at skúlin hevur fimtan ár á baki í dag. Endamálið við skúlanum er at geva [...] eitt nýtt samfelag. - Eg byrjaði at arbeiða á dagháskúlanum sum avloysari, men varð verðandi, tí tað hevði og hevur mín stóra áhuga at arbeiða millum hesi fólk. Treytin fyri at koma at arbeiða á einum staði [...] mentanir, eina primera og eina sekundera. Tann primera er títt grundarlag, meðan tann sekundera er hon, tú gerst brúk av fyri at klára teg í samfelagnum, tú býrt í. Trupult at seta í bás Føroyingar, ið
børnum, foreldrum, og starvsfólki er. Tað er trupult at skapa eina slíka atmosferu frá byrjan, men hon kemur so við og við. - Samstundis eiga føroyingar at miða ímóti at útbúgva fólk, ið hava áhuga fyri [...] víðari á. - Gjøldini, ið eru galdandi á Craighalbert Centre fyri venjing, eru somu gjøld sum kommunan hevði fingið frá landinum, um barnið gekk í skúla heima. Tað, sum er dýrt í hesum førinum er at fáa ein [...] út frá conduktivum pedagogikki. Henda námsfrøðin skilir seg frá tradisjónella mátanum at fata børn. Hon snýr seg í grundini um at læra børnini tað, tey hava tørv á. - Fyrr børn fáa hjálp, viðgerð ella venjing
kann ein nærum tosa um einaræði. Tó var stýrið lagt út um landið, men bygdi uppá útvald fólk. Kongur hevði tó nógv vald. Síðani mátti kongur lata nakað av valdi sínumog gamla gardan av útvaldum hvarv eisini [...] ára gamal, er eisini fegin um, at han nú fekk tilboð um at fara í starv hjá DANIDA. - Um nøkur ár hevði óivað verið nakað seint hjá mær at farið út á fyrsta sinni, heldur Tommy, sum í august kann halda [...] sínum, sum leiðari Kærustovninum. Konan Maja hevur eisini farloyvi frá sínum starvi. Í Nepal skal hon á fyrsta sinni royna leiklutin sum heimagangandi. Gyða skal ganga á einum missiónsskúla, meðan Lív
vit verða leingi í Føroyum, so kemur hon til okkara at búgva og ganga í skúla. Stefania dugir longu eitt sindur av føroyskum, og hon lærir tað helst skjótt um hon er her. Her er gott hjá børnum at vera [...] hildin í Týsklandi. Hevur útbúgving sum búskaparfrøðingur Ion Geolgau hevði verið verandi í Universitetea til 1990, sjálvt um hann hevði nógv tilboð frá ymiskum vesturevropeiskum stórfeløgum. Men politiska [...] tann kendasti av øllum. Men Ion Geolgau er eisini rættiliga kendur uttanfyri sítt land. HB-venjarin hevði í nógv ár spælt við einum av teimum fremstu feløgum í Rumenia, og hevur drúgvar royndir sum lands
eisini Føroyaøkinum. Nú um dagarnar vitjaði hesin nýggi oddamaðurin hjá Texacosamtakinum í Føroyum og hevði fund við Oljumáladeildina. Donal O´Driscol er íri og hevur fylgt væl við gongdini á øllum Atlantsmótinum [...] hvussu nógvar brunnar teir verða førir fyri at bora um árið, tá loyvini verða givin. -Tað er sera torført at fáa boripallar til hetta økið við djúpum vatni. Tað eru kanska einir tríggir boripallir, sum eru