Hin 18.04.1999 var stór fimleikaframsýning í KÍ-høllini.
Eftir at fimleikafelagið hevur ligið í dvala í 20 ár, hava raskar lokalar kreftir endurstovnað Klaksvíkar Fimleikafelag.
At tað hevur verið tørvur á sást í KÍ-høllini næstsíðsta sunnudag. Høllin var á tremur. Møtt vóru ung sum gomul, helst øll við stórum spenningi, fyri at síggja hvussu tað nú mudi fara at eydnast.
Klaksvíkar Fimleikafelag hevði á framsýningini 7 lið. Tað vóru:
Gentur 1.-2. flokk
Dreingir 1.-2. flokk
Dansigentur
Gentur 3.-4. flokk
Gentur 3.-4. flokk
Dreingir 3.-6. flokk
Gentur 5.-6. flokk
Eisini var avtalað við Klaksvíkar Kvøldskúla um at hava 2 lið á framsýningini.
Hesi vóru:
Foreldur og Børn
og Aerobic.
Avtalað var við Klaksvíkar Hornorkestur at spæla undir, og má sigast, at tað er ein frægd fyri oyrað at hoyra hetta væla orkestur.
Tá byrjað varð kl. 16.00, komu allir luttakararnir á rað inn í høllina, og hornorkestrið spældi undir. Allir áskoðararnir klappaðu, tað mundi helst røra onkrar kenslur í fólki. Flott, flott!!
Tá allir luttakararnir vóru farnir út aftur úr høllini, byrjaði sjálv hold-framsýningin, og koyrdi hon út í eitt, til klokkan var umleið 17.15 ? tá var ein steðgur, og ymiskir lutir vóru burturlutaðir. Eisini komu gamlir fimleikarar inn í høllini sum klóvnar og arbeiðsmenn o.a., og høvdu eina rimmar skemtiframsýning.
Stuttligt var at síggja hesar gomlu ? hvussu teir enn kunnu.
Byrjað var so aftur kl. 17.30, og endaði framsýningin uml. kl.19.00.
Tá komu allir luttakararnir inn aftur í høllini á rað, og fingu teir medalju og leiðarnir fingu blómur.
Ein fantastisk framsýning var at enda komin.
Til øll tykkum sum luttóku ? stuttligt at síggja hvussu nærlagd tit vóru, og eitt er vist ? at gera fimleik er gott fyri bæði likam og sál ? haldið tí endiliga áfram.
Til tykkum í nevndini, og tykkum leiðarar ? tit hava gjørt eitt flott arbeiði, og tað munnu vera mong við mær, sum takka tykkum fyri, at tit hava endurstovnað felagið.
Takk fyri eina frálíka framsýning.
Hákun










