Áðrenn røðuna
Ingun Næs, Tórshavn:
Eg eigi eitt átta mánaðar gamalt barn, at taka mær av, so eg havi ikki hugsað stórvegis um, hvat Høgni Hoydal fer at leggja dent á í flaggdagsrøðuni í dag. Tó vænti eg mær eina góða røðu, ið fer at spretta úr tjóðskapinum, heldur enn politikkinum. Eg eri heilt sannførd um, at tað verður ein kveikjandi røða.
Jákup Páll Mohr Mortensen, Tórshavn:
Eg vænti, at røðarin, vit fara at hoyra á Vaglinum í dag, verður tann savnarin, eg haldi Høgna Hoydal vera. Eg havi tó ein illgruna um, at summi stoyta hann frá sær, tí hann er við at gerast ov populerur. At hann er so vældámdur, hevur eisini við sær, at hesi somu kanska halda hann vera vandamiklan, serliga um hugsjónin, hann umboðar, verður samanborðin við teirra egnu.
Eg giti, at røðarin, umframt at vera savnari, í dag fer at vera føroyingurin, ið lítur út um landaoddarnar. Hann fer neyvan at nerta fullveldismálið beinleiðis, tí hann heldur væntandi røðuna sum persónurin, Høgni Hoydal, og ikki sum landsstýrismaðurin. Politikk slepst ikki uttanum, men landsstýrismaðurin fer óiva í størri mun, eins og røðarin á Grækarismessu, Sólrun Michelsen, at leggja okkurt persónligt í røðuna. Tí eri eg vísur í.
Kai Vágfjall, Vágur:
Í dag snýr tað seg um flagg okkara, so eg vænti, at røðarin fer at knýta tað søguliga í tí sambandinum uppí. Somuleiðis vænti eg, at fullveldið fer at verða havt á lofti; serliga hvørjum framtíðini viðvíkur. Tað verður neyvan nakar nýggjur boðskapur í flaggdagsrøðuni í dag. Vit fara at lurta eftir politikarinum og tjóðskaparmanninum, Høgna Hoydal.
Framburður uttan virðir skapar onga framtíð
Smátjóðirnar hava ein stóran fyrimun, hyggja vit at gongdini í heiminum. Tær skapa ikki kríggj í heiminum. Smátjóðir hava kjølfesti í felags virðum og mentan. Har er stutt millum borgarar og mynduleikar, segði Høgni Hoydal m.a. á Vaglinum flaggdagin
Høgni Mohr
Í támuta og lýggja veðrinum í høvuðsstaðnum, var fitt av fólki savnað til flaggdagshald. Eins og so mangan áður vóru tað hornblástur og marglittur riðil av skótum, ið eykendu flaggskrýdda miðbýin á flaggdegnum.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, helt eina røðu, ið fevndi vítt. Nevnt var, hvussu nógvar ymiskar týdningar, til ber at leggja í fløgg. Landstýrismaðurin setti kós niður á Balkan, og nevndi hesar somu litir, ið veittra hvør sínu megin í einum ræðuligum stríði. Sum heild bar røðan brá av heimssøguni og mentunarliga og tjóðskaparliga týdninginum herheima.
Merkið eitt lagnusavn
Í røðubyrjanini setti Høgni spurningin, hvussu tað ber til, at fagurreyði krossurin (PMS 032) og asurbláa rondin (PMS 300) á tí hvíta dúkinum, kundu seta í okkum so djúpar kenslur. Til tess at royna at svara hesum, nart hann við symbolvirðið í Merkinum. ? Merkið umboðar okkara felags søgu, okkara samleika, okkara felags virðir. Í tí rúmast lagnan hjá øllum teimum, sum bygdu hetta land. Fyri hvørt ár, verður Merkið løtt við týdningi og virðum. Tað ímyndar okkara ósemjur og okkara semjur, segði Høgni, og gjørdi somuleiðis vart við, at tað eru vit sjálvi, ið gera av, hvørji virði og hvønn týdning vit leggja í tað.
Blóðug øld
Hvønn týdning fløgg hava havt í heimssøguni í 20. øld, gjørdi landsstýrismaðurin nógv burturúr. ? Tá heimurin fór inn í hesa øldina, valdaði ein trúgv á framburð. Vísindin og tøknin gingu framá við sjeymílaferð. Tey skuldu finna tær røttu loysnirnar fyri okkum og geva okkum búskaparligan framburð. Politisku skipanirnar skuldu brúka vísindi og tøkni til at taka tær røttu avgerðirnar, segði hann. ? Men, tað skuldi vísa seg at ganga heilt øðrvísi, staðfesti Høgni, og nevndi undanfarnu øld, hina blóðugastu í heimssøguni. ? Tvey heimskríggj og støðugir bardagar og kúging um allan heim, umframt afturvendandi búskaparø og fíggjarkreppur?
Høgni Hoydal segði í hesum sambandi, at vit hava noyðst at ásanna, at tøknilig menning, vísindalig menning og búskaparligur framburður uttan kjølfesti í menniskjaligum virðum ongan framburð gevur.
Mentanarligi týdningurin
Viðvíkjandi heimligu viðurskiftunum, segði Høgni, at Merkið heilt úr upprunanum hevur verið tekin um, at vit samdust um mentanarliga samleikan. Landsstýrismaðurin frøddist um blómandi mentanarlívið; og henda gleði hansara spenti heilt úr tí stóra Prix-Føroyar tiltakinum, og í mongu smáu bindiklubbarnar í Føroyum. ? Hetta kann ikki gerast upp í cost-benefit kanningum, ella í øðrum tekniskum uppgerðum. Og uttan hetta var ongin framtíð í hesum landi, segði hann.
Seinasti flaggdagur í øldini
Seinni røðuparturin var politiskur og tjóðskaparligur. Høgni Hoydal boðaði frá, at vit í næstum skulu gera av, um mentan okkara er ment at bera fult búskaparligt og politiskt ræði. ? Vit kunnu avgera, um vit vilja fara undir at smíða eina grundlóg, sum ásetir okkara rættindi og skyldur mótvegis hvørjum øðrum, mótvegis øðrum fólki í heiminum og mótvegis tí landi og tilfeingi, okkum er givið, segði hann, og legði dent á, at smátjóðir hava fyrimun í heimssamfelagnum, tí tær ikki skapa kríggj og hava kjølfesti í felags virðum og mentan.
At enda gjørdi Høgni vart við, at hetta er seinasti flaggdagur í hesi øldini, og segði vón sína í hesum sambandi vera, at føroyingar á komandi flaggdegi hava funnið semjuna um, á hvønn hátt Føroyar skulu traðka út í heimin næstu øld. ? Mín vón skal vera, at Merkið tá veitrar fyri sjálvsábyrgd, veruligum framburði og einum rættvísum býti av virðunum. Ikki í parantes, men í stoltleika, fyri friði og javnstøðu í heiminum, segði ein vónríkur Høgni Hoydal.
Eftir røðuna:
Ingun:
Á ein sera snøggan hátt megnaði Høgni Hoydal í dag at draga samanum, heilt frá 1919, tá Merkið veitraði á fyrsta sinni, og fram til dagin í dag. Røðan var spennandi og væl sett saman, og eg haldi, talan serliga var um eina friðarrøðu, ið eisini snúi seg um tað, sum hendir úti í heimi. Eg haldi ikki, at røðan samanumtikið var flokspolitiskt litað á nakran hátt, eins og hon í minni mun var afturlítandi.
Flaggdagurin hevur sera stóran týdning fyri okkum føroyingar, tí vit í dag í nógv størri mun enn áður eru tilvitað um, hvørji vit eiga at royna at vera sum menniskju, og hvørjum vit eiga at miða eftir tjóðskaparliga.
Jákup Páll:
Eg eri vælnøgdur við røðuna hjá Høgna Hoydal í dag. Boðskapurin var, at vit sum heimsborgarar eiga at taka ábyrgd. Røðan var serstakliga ítøkilig. Eg væntaði kanska ikki, at hon fór at vera eins politisk, ið hon varð, men eg haldi, at móti endanum var talan um eina politiska røðu. Eftir mínum metum, stóð hann í røðuni mát við hin tjóðskaparliga savnaran, sum hann í størsta mun er.
Vert er kortini at hava í huga, at Høgni Hoydal og Tjóðveldisflokkurin hava vunnið eitt val fyri minni enn einum ári síðan, og at fleiri politikarir ræðast hann, tí hann er so vældámdur politikari. Áðrenn valið í 1998, vóru fólk ógvuliga tjóðskaparsinnaði, sjálvt í Sambandsflokkinum, og tann leisturin, sum samgongan nú arbeiðir eftir, samsvarar væl við tann, ið flestu flokkar egndu við uppundir valið. Tískil má sigast, at eru tey í andstøðuni ónøgd við fullveldisætlanirna, man orsøkin helst vera, at tey ræðast popularitetin.
Kai:
Sum eg hevði væntað, var røðan góð. Sjónarringurin var víður, og júst hetta var ein stór dygd í røðuni. Sum so mangan áður, rætti røðarin hondina fram til tess at fáa í lag samstarv við hinar flokkarnar. Eg hevði ikki vænta, at hann fór at tveita nøkur stórtíðindi á borðið flaggdagin, so samanumtikið eri eg nøgdur. Tað var gott, at hann kom inn á fleiri øki; tað verður seg ta mentunarliga, politiska og tjóðskaparliga.










