ofta ein ikki hevur sitið í bili og bíðað í Klaksvík í nógvari ferðslu á posthúshorninum til dømis. Har eru ongar ljóskurvar, sjálvt um tørvurin á teimum er ovurstórur. Men tað er í umbúna at byrja at gera [...] ar í Norðoyggjum ? og so eru tær í Norðdepli. Norðdepil er ikki ein stór bygd, og her er ikki nógv ferðsla. Í øllum førum ikki at síggja til. Men onnur okkara veit at siga frá, at hon hevur sitið í bili [...] er eitt sindur komiskt, hóast alt. Tvey fólk í einum bili, sum stendur og bíðar eftir, at ljósini skulu skifta til grønt, meðan ongin annar bilur er at hóma í nær námind. Hvørjum bíða vit eftir? Vit bíða
fleiri svínoyarbørn vorðin fermd í Klaksvík. Men tað verða hesir báðir dreingirnir so ikki. Elsa Funding er prestur á Viðareiði, men tað verður sum sagt Heri Joensen, prestur í Suðurstreymoyarvestara prestagjaldi [...] prestagjaldi, sum fer at hava konfirmatiónina í Svínoy sunnudagin. Hann er føddur og uppvaksin í Svínoy, men flutti av oynni longu sum 13 ára gamal til Havnar at ganga í realskúla. Men hann hevur havt tætt tilknýti [...] m vórðu fermd seinasta sunnudag og restin verða so fermd um eina góða viku í Havn. Og í morgin verða so teir báðir fermdir í Svínoyar kirkju. Heri sigur eisini, at tá konfirmatión skal verða á bygd, so
Lagamenn spældu. Umleið 250 fólk vóru í dansi, og Fischer sigur, at tað er tað mesta nakrantíð, síðani stuðulssfelagið Dragin fór undir at skipa fyri fiskikappingini í 1991. Árini frammanundan var tað Lions [...] Lions Club, sum skipaði fyri. - So alt í alt má sigast, at tiltakið eydnaðist avbera væl í ár, sigur hann. Gott fíggjarligt íkast Fischer Johannesen sigur, at tað bleiv selt fyri úti við 10.000 krónur l [...] Klaksvík: Fischer Johannesen ein av trúføstu Dragastuðlunum sigur, at umstøðurnar til fiskikappingina leygardagin vóru av tí allarbesta. - Bæði veður og streym viðurskiftini vóru av tí besta, so kappingin
alla bygdina, og Amalia sá skjótt, at tørvur var á einum handli í Klaksvík, sum bara seldi tógv. Hon fór tí at leita sær eftir høli at handla í og fekk handilshølið hjá Hákuni Lutzen til leigu. Síðani bílegði [...] Rólant,skjótur at svara og segði, at handilin skuldi eita Búnin. Klaksvíksgarðurin Tá í tíðini var rættiligt lív í úti í Klaksvíksgarðinum. Umframt teir handlar, sum enn búleikast har, vóru posthús og apotek [...] opið allan dagin, og tá fekk hon sær eisini eina hjálp í handilin aftrat sær. Stutt eftir, at Búnin hevði lætið upp, fluttu posthúsið og apotekið heim í býin. Tá gjørdist sera ólagaligt hjá Búnanum, tí tey
Klaksvík: Mari situr so errin í koyristóli sínum í eini appelsingulari blusu, har tað stendur 29.03.1978 á. Hon smílist beinanvegin, tá hon fær eyga á okkum. Hon situr úti í høllini beint við 25 metra [...] sanniliga. Kortini liggja øll í raðfylgju eftir dagfestingunum. Inni í kaffistovuni stendur ein lagkøka til starvsfólkið í svimjihøllini frá Mariu. Á køkuni stendur: Hevur svomið í 25 ár. Hon er sera vøkur [...] við henni í svimjihøllini øll árini. Síðani Maria flutti inn í nýggja sambýlið í fjør, hevur mamma hennara tó bert verið við henni tvær ferðir um vikuna. Hinar ferðirnar eru tað starvsfólk í sambýlinum
ng, og í flestu førum vóru teir nr. tvey og trý í teirra heatum. 14 ára gamli Álvur F. Christiansen úr Norðdepli fekk eisini eitt gott úrslit á 800 metrum. Eftir at hava ligið heilt aftarlaga í kappingini [...] møguleika. Næstan øll endaðu í tyngra endanum. Tó megnaði Robin Jønsson at fáa eitt sætta pláss. Hendan uttanlandsferðin var eisini ein liður í at menna frælsa ítróttin í Føroyum, og ætlanin er at fara [...] støði í teimum rennikappingum, sum hava verið á stevnunum kring landið. Nakrir av teimum ungdómunum, sum hava fingið góðar tíðir á hesum teinunum, eru síðani tiknir út til landsliðið. Luttakararnir í hesi
nar ímóti KÍ bæði í Klaksvík og á Mølini. Higartil í ár hava teir vunnið báðar dystirnar í bólkaumfarinum í steypakappingini. Hesa ferð legði KÍ seg framum eftir væl uppspælt álop í høgru. Harley Bertholdsen [...] nú stendur á hjá teimum at vinna seg í fjórðingsfinaluna í steypakappingini. Um tað skal eydnast hjá KÍ, so skulu teir vinna teir báðar dystirnar, sum teir eiga á í bólkaspælinum. Annar verður á Argjum [...] Joensen við í uppspælinum. Innleggið lá neyvt til Hjalgrím Elttør, sum stútaði í málið. Fyrstu løtuna høvdu klaksvíkingar sítt fólk frammarlaga, og hetta tóktist at stressa heimaverjuna ikki so lítið. Í hvussu
inntil eg fann Harran. Í dag havi eg alt, sum eg kann ynskja mær, greiddi hann frá í einum sera opinskáraðum og rørandi vitnisburði. Hann talaði til tey ungu og ávaraði tey í móti at fella fyri freistingunum [...] fyri hetta. Teir báðir vita ikki við vissu at siga um nakað tílíkt er aðrastaðni í landinum, men onkur onnur samkoma í Klaksvík hevur eisini líknandi kvøld fyri teirra ungdómi. [...] Her munnu vera um eini 50 ? 70 ung savnað, og tey lata til at hugna sær óført. Alt í einum fer ein maður miðskeiðis í tjúgunum til mikrofonina og boðar frá, at um eina lítla løtu verður andakt. Tað gongur
Føroya Tele hevur innskotið tvær milliónir í eginpeningi og restin er fíggjað við lántøku. Fyrst í Havn Í fyrstu atløgu sendir Televarpið bara í Havn, men ætlanin er í komandi ári at dekka størri part av landinum [...] arbeiðinum sæst í 2003. ?Sendararnir undir Varða og í Nólsoy eru tendraðir. Arbeitt verður næstu tíðina við at justera sendararnar í Nólsoy, sum tí kunnu vera eitt sindur óregluligir í fyrstuni. Sendararnir [...] framkomna talgilda sendiútgerð, ið í roynd og veru ikki er roynd aðrastaðni í okkara parti av heiminum. Tøknin kallast fyri DTT, ið stendur fyri Digital Terrestrial Television. Í stuttum ber til at siga, at við
Mentanarhús Klaksvík: ? Eftir umstøðunum gekk tað fínt í fjør, sigur Jógvan Eliasen, dagligur leiðari í Mentanarhúsinum Atlantis. Vitjunartalið kom upp á yvir 15.000 vitjanir, og kann tað sigast vera ógvuliga [...] heldur eisini til í Atlantis, og henda morgunin Sosialurin var á gátt, var ein flokkur frá Tekniska skúla og hugdi eftir einum dvd-filmi í samband við undirvísing. ? Húsið stendur tómt í dagtímunum, og er [...] gjalda sín part. So í løtuni verður bara bíðað eftir svarið frá Mentamálaráðnum. ? Men við vælvild frá Mentamálaráðnum, so fara vit at hava eitt innrættað loft í summar, sum vit kunnu taka í nýtslu. Leiðarin