Klaksvík:
Mari situr so errin í koyristóli sínum í eini appelsingulari blusu, har tað stendur 29.03.1978 á. Hon smílist beinanvegin, tá hon fær eyga á okkum. Hon situr úti í høllini beint við 25 metra hylin, sum hon hevur svomið í tey seinastu 25 árini. Á einum borði, sum stendur beint við, liggur eitt ringbind við nógvum plastlummum í. Tað eru øll svimjikortini hjá Mariu, síðani hon byrjaði at keypa tey í 1982. Tað eru blivin til 214 mánaðarkort hesi knapt 20 árini.
? Er tað so nógv, spyr Maria. Og eitt av starvsfólkunum svarar, at tað er tað sanniliga. Kortini liggja øll í raðfylgju eftir dagfestingunum.
Inni í kaffistovuni stendur ein lagkøka til starvsfólkið í svimjihøllini frá Mariu. Á køkuni stendur: Hevur svomið í 25 ár. Hon er sera vøkur at líta á. Maria sigur, at hon hevur givið køku tvær ferðir um árið hvørt ár, síðani hon byrjaði at svimja. Tann dagin hon hevur føðingardag og so ársdagin fyri hennara svimjing.
Svimjihøllin var eitt skifti stongd í yvir eitt ár, og tað merkti so eisini, at Maria ikki kundi svimja tá.
? Eg keddi meg av hundanum til í fyrstuni, men so líðandi vandi eg meg við tað og gleddi meg bara til hon lat uppaftur, sigur Maria, sum til dagligt arbeiðir á varda verkstaðnum á Brekku.
Svimur tá tað er opið
? Eg svimji hvønn dag, tá høllin er opin, greiðir Maria frá. Hon hevur eitt brek, sum hevur havt fleiri skurðviðgerðir við sær, og hon heldur sjálv, at tað er gott fyri seg at svimja.
? Tað einasta staðið, har eg kenni meg trygga, er í hylinum, tí har kann eg flyta meg uttan hjálp frá øðrum, sigur Maria, sum annars má styðja seg til onnur, tí hon megnar ikki at ganga sjálv.
Mamma Mariu, Fanny Olsen, hevur verið trúføst við henni í svimjihøllini øll árini. Síðani Maria flutti inn í nýggja sambýlið í fjør, hevur mamma hennara tó bert verið við henni tvær ferðir um vikuna. Hinar ferðirnar eru tað starvsfólk í sambýlinum, sum eru við.
? Mær dámar best, tá mamma er við, tí tá kunnu vit taka tað so róligt, og okkum nýtist ikki at hugsa um klokkuna, sigur Maria, sum plagar at vera í hylinum og svimja í einar tveir tímar hvørja ferð.
Eftir so mong ár í høllini er Maria komin at kenna flestu svimjararnar.
? Eg kenni øll tey, sum plaga at svimja fast, sigur hon. Og tað sást eisini væl, tí meðan vit práta kemur nógv fólk framvið, og so gott sum øll heilsa upp á Mariu. Av og á steðgar onkur at práta, og Maria gevur sær góðar stundir at greiða frá hesum stóra degnum. Og hon vísir teimum øll svimjikortini, sum liggja á borðinum. Eisini býður hon øllum, sum hon tosar við at koma niðan til sín til ein kaffimunn seinni um kvøldið.
Tíðin gongur skjótt, meðan vit soleiðis sita og práta, og mitt í øllum kemur mamma Mariu, Fanny, og so er tíð hjá Mariu at fara útí.
? Nú bleiv tað so seint í dag, men tað man vera tað, tí tað er bara einaferð, at eg havi svomið í 25 ár, sigur Maria smílandi.
Og so hyggur hon upp á mammu sína og biður hana koma í kaffistovuna at hyggja eftir køkuni, áðrenn hon skal útí.
Og meðan tær fara smáprátandi móti kaffistovuni, gongur okkara leið út aftur úr svimjihøllini.









