Tað er leygarkvøld. Klokkan er farin beint av ellivu, og uttan fyri Betesda eru nógv ungfólk savnað. Inni í rúmligu og hugnaligu hølunum er ein rúgva av ungdómi. Summi standa bert og práta, meðan onnur nýta hentleikarnar sum eru har. Summi spæla borðtennis, onnur bob og uppaftur onnur hava sessast við eitt av teimum mongu borðunum at spæla Risk. Mitt á gólvinum stendur eitt borð við termokannum og saftakannum. Eisini eru køkur og chips at fáa. Andaligur tónleikur streymar úr hátalarunum.
Her munnu vera um eini 50 ? 70 ung savnað, og tey lata til at hugna sær óført. Alt í einum fer ein maður miðskeiðis í tjúgunum til mikrofonina og boðar frá, at um eina lítla løtu verður andakt. Tað gongur skjótt at fáa tey ungu at sessast, og so er friður. Ein bøn verður biðin, og síðani koma tríggjar ungar gentur fram. Tær taka hvør sína mikrofon og so byrjar felagssangurin. Øll reisa seg, og tey syngja einar tríggjar sangir, og tað er ongin ivi um, at hetta eru sangir, teimum ungu dáma væl, tí tey syngja hart, og tað ljóðar væl. Tá felagssangurin er av, fer tann eina av teimum trimum frá, og hinar báðar, Alvilda og Assa, byrja at syngja ein avbera vakran sang. Eitt sindur av nervum letur tað til, at tær hava, men tað gongur fínt hjá teimum kortini. Tveir dreingir spæla undir, meðan tær syngja.
Tá tær eru lidnar, kemur ein maður at hava vitnisburð fyri teimum. Hann greiðir frá sínum ungu døgum, áðrenn hann kom at kenna Harran.
? Eg var ein sokallaður buldribassi, sum ongin tímdi at hava nakað við at gera, inntil eg fann Harran. Í dag havi eg alt, sum eg kann ynskja mær, greiddi hann frá í einum sera opinskáraðum og rørandi vitnisburði. Hann talaði til tey ungu og ávaraði tey í móti at fella fyri freistingunum, tí hann visti, hvat hann tosaði um og kennir fylgjurnar, hóast hann í dag livir eitt gott lív.
Síðani sungu tey aftur tveir felagssangir og høvdu eina stutta bøn.
? Soleiðis, nú kunnu vit øll halda fram við tí, sum vit gjørdu áðrenn, sigur Kári Østerø, sum er annar av stigtakarunum til hetta hugnakvøldið í Betesda, tá andaktin er av.
Hann og Kristian á Lakjuni eru saman við øðrum hvørt leygarkvøld og skipa fyri og hava eyguni eftir teimum ungu.
? Tað er lætt at misskilja okkara mál við hesum, men tað skal ongin ivi vera um, at okkara endamál við hesum er at halda teimum ungu frá øllum freistingunum, sum til dømis at byrja at ganga í dans ella hvat tað nú skal verða, og at tey skulu halda seg til Harran, greiðir Kristian frá.
Fyri onnur kann hetta tykjast sum nakað tvætl, men tað er tað sanniliga ikki kortini, tí teir hava fingið úrslit burtur úr hesum, og tað gevur teimum mót og hug at halda fram.
? Vit eru ikki tveir, sum ganga runt og keða okkum og tí tørvaðu eina orsøk til at fáa eitt hugnakvøld. Við hesum hava tey ungu eitt stað at vera í, og her kunnu tey samstundis hoyra Guðs orð, sigur Kári.
Og á rúgvuni av ungum, sum savnast hvørt leygarkvøld kann ikki annað sigast enn, at tey eru avbera glað fyri hetta.
Teir báðir vita ikki við vissu at siga um nakað tílíkt er aðrastaðni í landinum, men onkur onnur samkoma í Klaksvík hevur eisini líknandi kvøld fyri teirra ungdómi.