FRUMSÝNING
Fornminnissavnið í Hoyvík var hóskvøldið karmur um almennu frumsýningina av Televarpinum.
Dóttirfyritøkan hjá Føroya Tele fer nú undir at bjóða fylgiveinarásir á UHF netinum.
Tað var landsstýrismaðurin í fjarskiftismálum, Bjarni Djurholm, ið við at trýsta á ein knøtt byrjaði ein nýggjan kapittul í føroysku fjarskiftisøguni.
Tróndur Djurhuus, stjóri fyri Televarpið, Andras Róin, nevndarformaður og stjóri fyri Føroya Tele hildu saman við Bjarna Djurholm røðu á hátíðarhaldinum í sambandi við fyrstu sendingarnar.
Bæði Andras Róin og Bjarni Djurholm nevndu, at tað var spennandi og týdningarmikið hjá Føroya Tele at gera tílíkar fyritøkur, sum styrkja av útboðið og kunnu vera til at menna marknaðin og fyritøkurnar.
Bjarni Djurholm legði dent á, at treytin fyri, at hann hevði givið loyvi til hetta, var, at Televarpið varð rikið sum ein sjálvstøðug eind fyri seg ? roknskapur og virksemi sundurskilt frá Føroya Tele.
Skipanin hjá Televarpið byggir á framkomna talgilda sendiútgerð, ið í roynd og veru ikki er roynd aðrastaðni í okkara parti av heiminum.
Tøknin kallast fyri DTT, ið stendur fyri Digital Terrestrial Television. Í stuttum ber til at siga, at við hesari tøknini verða fylgisveinarásir tiknar niður og sendar útaftur á UHF-netið umvegis eina støð. Alt verður sent tráðleyst, og neyðugt er ikki við einari parabolskál í hvørjum heimi. Kortini er neyðugt við einum móttakara ? einari set-top boks ? fyri at gera talgilda signalið um til myndir.
Fyrimunurin við hesari skipanini er, at tey, ið búgva í útbreiðsluøkinum, kunnu fáa talgildu myndirnar inn við einari vanligari anntennu, sum ofta er tann sama sum nýtt hevur til at taka ímóti Sjónvarpi Føroya ella møguliga Rás Tórshavn.
Tróndur Djurhuus nevndi í sínari røðu, at áhugin fyri hesari skipanini eisini er vaknaður uttanlands, og fólk fegin vilja læra av føroysku royndunum.
Upplýst verður, at íløgurnar í rundum tølum liggja um tær tíggju milliónirnar. Føroya Tele hevur innskotið tvær milliónir í eginpeningi og restin er fíggjað við lántøku.
Fyrst í Havn
Í fyrstu atløgu sendir Televarpið bara í Havn, men ætlanin er í komandi ári at dekka størri part av landinum. Tað verður mest sannlíkt partar av Eysturoynni og Klaksvík, sum fyrst sleppa at síggja Televarpið.
Avtala er gjørd við radiodeildina hjá Føroya Tele um at fara undir tað arbeiða, sum í síðsta enda skal flyta Televarpið til aðrar oyggjar eisini. Tróndur Djurhuus sigur seg vóna, at eitt úrslit frá hesum arbeiðinum sæst í 2003.
?Sendararnir undir Varða og í Nólsoy eru tendraðir. Arbeitt verður næstu tíðina við at justera sendararnar í Nólsoy, sum tí kunnu vera eitt sindur óregluligir í fyrstuni.
Sendararnir á Sandvíkahjalla, sum m.a. senda til Kaldbaks, verða tendraðir um nakrar dagar. Televarpið fer fyrst at hækka mastrina á Sandvíkahjalla fyri at fáa eitt betri signal. Signalið sæst ikki á Norðasta Horni enn. Eisini har er neyðugt at hækka eina mastur. Televarpið kannar tó møguleikarnar fyri eini fyribilsloysn, skrivar Televarpið í tíðindaskrivi.
Somuleiðis kannar Televarpið møguleikarnar at menna sína egnum tøkni, soleiðis at pláss verður fyri fleiri rásum og fleiri tænastum.
?Vit fara at hyggja at, hvussu vit tøkiliga kunnu fáa størri bandbreidd út frá verandi kapasiteti. Hin møguleikin er so at fáa størri frekvensir, sigur Tróndur Djurhuus.
Svartur skíggi
Tær løturnar, ið ein av rásunum hjá Televarpinum, Canal+, sendir pornografiskt tilfar verður sjónvarpsskíggin hjá fólki svartur.
Tróndur Djurhuus sigur, at fólk fara einki at síggja og einki hoyra, tá tilfarið, ið vísir meira enn gott er, kemur á skíggjan.