Tað sigst, at tað eru 71 ár síðani, at konfirmatión seinast var í Svínoyar kirkju. Men nú verður tað so aftur í morgin. Tveir konfirmantar verða og Heri Joensen verður prestur. Hann sigur, at tað hevur verið vanligt at svínoyar konfirmantar eru vorðnir fermdir á Viðareiði, tí Svínoy hoyrir undir Norðoyaeystara prestagjald. Eisini eru fleiri svínoyarbørn vorðin fermd í Klaksvík. Men tað verða hesir báðir dreingirnir so ikki. Elsa Funding er prestur á Viðareiði, men tað verður sum sagt Heri Joensen, prestur í Suðurstreymoyarvestara prestagjaldi, sum fer at hava konfirmatiónina í Svínoy sunnudagin.
Hann er føddur og uppvaksin í Svínoy, men flutti av oynni longu sum 13 ára gamal til Havnar at ganga í realskúla.
Men hann hevur havt tætt tilknýti til oynna kortini, og hevur havt allar vanligar kirkjuhandlingar í oynni. Tað vil siga, brúðarvígslur, jarðarferðir, barnadóp og gudstænastu. Men sjálvur sigur hann, at hann hevði ikki væntað, at hann nakrantíð fór at fáa høvi til at hava konfirmatión.
- So sunnudagin havi eg havt allar vanliga kirkjuhandlingar í kirkjuni í Svínoy, so tað má sigast, at tað er nakað serligt fyri meg, heldur hann.
Konfirmantarnir lesa
Konfirmatiónin kemur at ganga fyri seg sum ein vanlig konfirmatión ger. Men tað verður ikki nøkur drúgv løta í kirkjuni, tí tað eru bert tveir konfirmantar.
Men eitt sindur øðrvísi verður tað kortini, tí millum annað verða tað teir, sum fara at lesa inngangs- og útgangsbønina. Haraftur at fara teir eisini at lesa onkrar av tekstunum til dagin.
Ein hugsar so um, hvussu tað hevur gingið fyri seg, meðan teir hava gingið til prest. Heri greiðir frá, at hann hevur sent tilfarið til teir at lesa. Og so hava teir verið í Havn nakrar ferðir til tímar. Eisini hava dreingirnir báðir verið á konfirmantalegu á Selatrað saman við konfirmantunum í Suðurstreymoyarvestara prestagjaldi. Um helvtin av teimum konfirmantunum vórðu fermd seinasta sunnudag og restin verða so fermd um eina góða viku í Havn. Og í morgin verða so teir báðir fermdir í Svínoyar kirkju.
Heri sigur eisini, at tá konfirmatión skal verða á bygd, so noyðist ein at hugsa um, at tað er á bygd.
- Tað vil siga, at ein má tilpassa seg. Eg tosaði við dreingirnar í kirkjuni her hósdagin og avtalaði við teir, at vit skuldu hittast aftur fríggjadagin, men tá vóru teir á fjalli. So vit hava bara sagt, at vit hittast aftur, tá teir ikki eru á fjalli. Og tað er bara so. Okkum manglar ikki so nógv, tað er bert tað allarseinasta, sum skal fáast upp á pláss, sigur hann.
- Hetta er jú " the land of maybe", tað er sanniliga eisini galdandi í Svínoy, skemtar prestur.
Hann vónar, at tað kemur eitt sindur av fólki til oynna sunnudagin. Men sum altíð so hevur veðrið nógv at siga.
- Hann kemur av landssynningi beint nú, og tað gevur nógv brim í víkini, men tá er gott á Eiðini, sigur Heri og vísir á, hvussu hent tað er við tveimum lendingum.
- So tað kann ikki væntast, at tað fara at verða nakrir trupulleikar at sleppa út til oynna í morgin, sigur Heri Joensen, prestur at enda.
Í heiminum hjá konfirmantunum báðum verður stákast til stóra dagin. Kommunan hevur lagt høli til. So dagurin verður hildin í skúlanum.
Rakul Guðjónsson, mamman, veit ikki at siga, um tað koma nógvir gestir, men hon hevur longu fingið vitjan av gestum, sum eru komnir úr Danmark.
- Fleiri hava eisini boðað frá, at tey koma, men eg veit ikki, hvussu nógv koma. Men tað verður spennandi sunnudagin undir øllum umstøðum, sigur Rakul.