arnar. Tí er tað einki annað enn eitt rímuligt krav til eitt framkomið tryggingarfelag, at tað upplýsir tryggingartakaran væl og virðiliga um viðurskiftini hansara - eisini tá tað er til tryggingartakarans [...] fyri at finna eitt gott dømi um, hvussu órímulig tryggingin hevur verið. Politikkurin var, at so skjótt tú skyldaði tryggingini nakað, so komu boð um at gjalda - ella onnur ávaring. Var tað hinvegin kundin [...] kundin, sum í síni meinaleysu óvitan átti okkurt bonus til góðar, sum hann ikki visti av, so upplýsti tryggingin ikki um tað. Spurdi tú hví, so fekst tú bert at vita, at hatta var títt egna problem! Tú skalt
øðrvísi, enn tað, tey kendu til. ? Hetta er jú ein nýggjur dansur her heima. Musikkin hava vit sjálvandi hoyrt fyrr - onkra hendinga ferð í dansinum, uttan at vita, hvat vit skuldu gera við tað, sigur hann [...] verður til øll - bæði tey nýggju og tey, ið hava verið á báðum undanfarnu skeiðunum, so eingin skal halda seg aftur av hesi orsøk, sigur Siri. Tær báðar leggja annars dent á, at tað altíð er nakað til øll [...] øll - og til allar aldursbólkar. Luttakararnir hava verið frá 14 - 70 ár. Dansað verður tvær ferðir um mánaðin, og tey eru eini 20-30 fólk, ið dansa av álvara. Til ber at tekna seg til skeiðið á telefon 310506
- Og tað er gott. Eru umstøðurnar ikki til vildar stinga fólk av. Líka so skjótt sum ein spíri er til ein bata koma fólk aftur, sigur Hans Pauli Strøm. Vit tosa um eina metstóra nettotilflyting til Føroya [...] økinum fer tað at gagna viðkomandi øki og ikki øðrum viðvíkjandi arbeiðsmegi. - Tað hevur víst seg í Suðuroynni og Sandoynni, at tað hevur ikki verið nóg mikið at fingið gongd í fiskivinnuna aftur. Tað dragsar [...] fólk í tali. Veruleikin er, at tað eru bara 2% fólk fleiri í miðstaðarøkinum nú enn í 1989. Og tað er einki at tosa um, sigur Hans Pauli Strøm. Samferðslan avgerandi Tað er vanligt, at fólk ferðast ímillum
m. Hinvegin hevur tað víst seg í roynd og veru, at menn velja menn í størv, og grundin til tað nýtist ikki at vera tilvitað. Teir gera tað av vana, men tað er sjálvandi ikki nóg gott. Kjakið, sum hevur [...] hugsaði eg, at tað hevði verið stuttligt at arbeitt við tí, sum eg tá hevði fingið kunnleika í. Tá var lopið ikki so langt til fyristøðukvinnustarvið, eg var einasti umsøkjarin til tað starvið. - Í 80-unum [...] fólk um at koma til arbeiðis. So vendi alt upp og niður í 1990, tá ið vit vórðu noydd at siga fólki upp. Tað hava ongantíð verið heilt normal viðurskifti galdandi. Sum leiðari var tað sera hart, men ein
ár eru tað limir í Viðski, sum hava lagt ferðina til rættis. Og ein teirra er Hjørdis Zachariassen, sum hevur verið við í fleiri ár. - Tað er ótrúliga deiligt at fara av stað um hesa tíðina, tá tað er so [...] skínur alla tíðina og tað gevur einum eyka mátt at koma á ein slíkt stað. - Tað er eisini so ómakaleyst at fara av stað í ár, nú vit flúgva beinleiðis, og tað er eisini orsøkin til, at undirtøkan er so [...] í gjárkvøldið stormur og ódn. 82 føroyingar, ið ganga okkara millum til dagligt og 10 í Danmark hava tó eitt at gleða seg til. Og tað er at sleppa niður í sól og kava. Hesa ferð í fronsku alpurnar. Hetta
sum fingu stuðul frá landinum, skuldu senda tekningarnar til MBF til ummælis, men byggiharrin kundi so siga, at hetta og hatta var ikki ráð til og nevndin var bert ráðgevandi. Hon metir, at neyðugt er [...] er, at greitt verður sagt við lóg, hvussu eigur at byggjast, og áður enn tað er gjørt, verður ikki gott, men hon fegnast um tað, ið nú hendir og sum hon metir sum eina byrjan. [...] inum um at byggja íbúðir til eldri og rørslutarnað. Eisini er lív komið í aftur íbúðarætlaninar á Skálatrøð. Eisini hevur Húsalánsgrunnurin keypt øki við Dalavegin í Havn til íbúðarbygging. - Vit fegnast
annar í armóð og vesældóm. Tað hava vit mong syrgilig dømi um. Men tað hevur tann stóra fyrimun fram um tann, ið ongantíð lærdi um Jesus og at biðja til Gud í barnaárum, at tað kennir vegin, og bara eitt [...] hvílir í kirkjugarðinum, kann leiða tað aftur til Guds. Tí er altavgerandi at fylgja boðum Jesu, sum hann gav okkum, at doypa og læra komandi ættarlið tað, ið er rætt og gott, og sum hevur ævinleikans týdning [...] aftur til Føroya og hevði búsett seg í gamla barndómsheimi sínum, ið hevði staðið tómt nøkur ár. Pápin var farin undir grønutorvu, og avgamla mamma hansara var komin til eina dóttir at vera. Tað kennist
mikukvøldið. Tá mansvardu teir Artur Johansen frá byrjan av og meginpartin av dystinum, men tað gav gott pláss til hinar StÍF-ararnar, so áhugavert verður at síggja, um H71 fer at halda fast við sama taktikkin [...] møguleika at leggja seg á odda í 1. deild, og tað má sigast at vera væl klárað. Í løtuni er tað kvinnuhondbólturin, sum trívist best í hondbóltshugaða Vestmanna, og tað er ein nýggj støða hjá vestmenningum at [...] tríggjar dagar. Mikukvøldið vunnu strandingar 35-28 í steypakappingini, men í dag er tað landskappingin og stig, tað ræður um. Í løtuni er H71 fremst í deildini við 11 stigum og við betri málmuni enn Kyndil
fyri trimum árum síðani. Hesi amboð verða fyrst og fremst nýtt til venjing fram til FM og oyggjaleikir, men tað vísti seg at verða eitt gott hugskot at brúka amboðini á venjingarleguni, tí hetta dámdu børnunum [...] leiðarum til tey torføru lopini, tí hann er bleytur at lenda á og gevur betri avsett. Reutergólvið er eitt 14m x 14m fimleikagólv, sum FFS hevur keypt úr Danmark, og hetta er tað gólvið, ið var brúkt til Eu [...] eldri høvdu leitað sær tann langa vegin til Suðuroyar at gera fimleik seinasta vikuskifti. Venjingarlegan var gjørd fyri at geva leiðarum og íðkarum íblástur til komandi kappingar og framsýningar, og samstundis
og hon vendi sær tí oftani til Eygunn aftaná fundirnar, tí hon ikki helt seg til at spyrja, tá býráðsfundur var. Eyðgunn kendi mannagongdina,og tí hon var konufólk, tordi hon betur at ringja til hennara [...] um tvørpolitiskt gott samstarv. Tað er tí ikki bert ein stórur dagur fyri foreldur og børn í Klaksvík, men eisini fyri býráðskvinnurnar, sum nú í tvey ár hava arbeitt fyri at fáa til vega fleiri ansingarpláss [...] árini bert víðkaður við einari stovu aftrat. Tað førdi til at foreldrafelag skipaði fyri almennum fundi á vári 1996, fyri at fáa gjørt nakað við málið. Tað vísti seg, at eini 40 foreldur als ikki høvdu