Forkvinnan í MBF, Doris Hansen, sigur, at tørvurin á íbúðum til rørslutarnað er stórur, hóast eingi hagtøl eru at vísa á.
Fyri góðari viku síðani segði býráðsformaðurin í Havn, Leivur Hansen, at býráðið fegnaðist um ætlaninar hjá Húsalánsgrunninum um at byggja íbúðir til eldri og rørslutarnað. Eisini er lív komið í aftur íbúðarætlaninar á Skálatrøð. Eisini hevur Húsalánsgrunnurin keypt øki við Dalavegin í Havn til íbúðarbygging.
- Vit fegnast um ætlaninar, tí hetta er nakað, sum arbeitt hevur verið við alla tíðina, síðani MBF varð stovnað. Tað gleðiliga er, at endiliga kunnu rørslutarnað búgva í vanligum umhvørvi, tí annars hevur verið skipað fyri bústøðum fyri fleiri saman, so nýggju ætlaninar fegnast vit um, sigur Doris Hansen.
Burtur frá foreldrunum
- Um vit hugsa um tey í koyristóli, so búgva tey flestu heima hjá foreldrunum, sum hava fingið hjálp til at byggja húsini um. Summu royna at skapa sær sína egnu tilveru, soleiðis, at foreldrini gera kljallaran í stand, so búgvast kann har, men tey koma ikki burturfrá foreldrunum, sum fólk annars vanliga gera, sigur Doris Hansen, sum heldur hetta vera keðiligt, tí foreldrini falla jú frá ein dag og tá er ikki annað til at taka, enn at fara á stovn at búgva.
Hon vónar, at tað nú eisini verður farið undir at skipa so fyri, at hesi fólkini eisini kunnu fáa arbeiði, tí ofta gera kropsligu brekini, at hesi fólkini bert liva av eini pensión.
- Møguleiki er jú fyri, at tey kunnu fáa arbeiði, við hjálp frá tí almenna,sigur Doris Hansen, og leggur afturat, at tað sjálvsagt er treytað av, um tað annars er gjørligt at sleppa innar á arbeiðsplássini.
Hon heldur ikki, at støðan sum heild hjá rørslutarnaðum í samfelagnum er so nógv broytt seinni árini.
- Trupulleikin hevur altíð verið, at sagt verður, at vit hava ikki ráð at byggja, hóast vit vita, at tørvurin er har.
Doris Hansen fegnast tí um nýggju ætlaninar og eisini um, at aðrar kommunur, eftir tí hon hevur skilt, eisini fáa møguleika at byggja íbúðir, við hjálp frá m.a Húsalánsgrunninum, eins og gjørt nú verður í Havnini.
Sum heild skeiv íbúðarstøða
Doris Hansen heldur, at hetta ikki bara snýr seg um rørslutarnað, men at íbúðarspurningurin sum heild er ein trupulleiki.
- Sum heild er íbúðarstøðan skeiv í Føroyum og hetta vístu vit á fyri tveimum árum síðani á fundi í Kambsdali. Eldri fólk sita í stórum húsum, sum tey illa hava ráð at hava, meðan yngri og ung búgva í kjallaraíbúðum ella hjá foreldrunum, sigur Doris Hansen, sum vónar, at mynstrið nú broytist.
Hon metir, at júst íbúðirnar hava fyrimun, tí har verður ein felagsskapur, sum kann gagna.
Lyft í
- Vónandi fara nógv at gera nýtslu av nýggju møguleikunum, men eg vóni eisini, at íbúðirnar, sum nú skulu byggjast, fara at hava lyft í húsunum, so at brekað ikki bert búgva í niðastu hædd, men at tey kunnu ferðast, sum vanligt.
- Eisini kann henda, at fólk, sum búgva ovaliga gerast rørslutarnað, sigur Doris Hansen, forkvinna í MBF, sum annars metir, at nakrar byggireglur vanta, men hon sigur, at Heilsu- og almannastýrið arbeiðir við hesum.
Doris Hansen nevnir, at ein ráðgevandi bygginevnd hevur sitið, sum hevur ráðgivið, og tey sum fingu stuðul frá landinum, skuldu senda tekningarnar til MBF til ummælis, men byggiharrin kundi so siga, at hetta og hatta var ikki ráð til og nevndin var bert ráðgevandi.
Hon metir, at neyðugt er, at greitt verður sagt við lóg, hvussu eigur at byggjast, og áður enn tað er gjørt, verður ikki gott, men hon fegnast um tað, ið nú hendir og sum hon metir sum eina byrjan.