Fullsett flogfar av føroyingum til fronsku alpurnar

Fyrst í februar fara 92 føroyingar til fronsku alpurnar at standa á skíð. Undirtøkan hevur aldri verið so stór sum nú.

Veðrið í Føroyum er vanliga ringt og keðiligt hesa ársins tíð. Vindur, regn og í gjárkvøldið stormur og ódn. 82 føroyingar, ið ganga okkara millum til dagligt og 10 í Danmark hava tó eitt at gleða seg til. Og tað er at sleppa niður í sól og kava. Hesa ferð í fronsku alpurnar.

Hetta er trettanda árið á rað, at skipað verður fyri skíðferð til kend skíðstøð uttanlands. Upprunaliga byrjaði Viðski í tí smáa, nakrir og tjúgu útisetar tóku seg saman og fóru av stað úr Danmark. Nógv teirra eru komin heim aftur at búgva, og fyri at savna fólkini saman er uppgávan í ár at skipa fyri ferðini latin yvir til Flogfelag Føroya.

Sum nakað nýtt og eftir ynski frá fleiri limum í Viðski verður í ár flogið allan vegin suður í alpurnar. Undanfarnu ár hava hesi skíðglaðu flogið til Danmarkar og síðani koyrt nógvar tímar til skíðstaðið eina staðni í Evropu.


Gott skíðstað

Og fyrst í februar heldur ferðalagið av stað. Farið verður til tann lítla býin Briancon, sum er partur av franska økinum Serre Chevalier. "Le Grand Serre Valiere" býður 250 km av tryggum skíðbrekkum, tað sum eisini verður rópt pistir. Har eru 70 bláar, 130 reyðar og 50 svartar skíðbrekkur, tær bláu eru lættast. Hægsta fjallið er 2800 m høgt og ferðalagið fer at búgva 20 metrar frá skíðlyftini í fýra og seks mansíbúðum. 30 úr ferðalagnum fara til Alpe d´huez.

Føroyingar í Føroyum flúgva beinleiðis við Atlantsflog 30. jan. til Grenoble og koyra síðani víðari í bussi til býin Briancon. Busstúrurin tekur tveir og ein hálvan tíma. Føroyingar í Danmark flúgva við charterflogfari úr Kastrup til Grenoble. Heimferðin verður 6. februar.


Ómakaleyst

Flogfelag Føroya hevur samband við eitt danskt skíðfelag, sum hevur fólk á staðnum. Hesi eru ferðaleiðarar og kenna skíðsøkið væl og virðiliga. Undanfarin ár eru tað limir í Viðski, sum hava lagt ferðina til rættis. Og ein teirra er Hjørdis Zachariassen, sum hevur verið við í fleiri ár.

- Tað er ótrúliga deiligt at fara av stað um hesa tíðina, tá tað er so myrkt í Føroyum. Í alpunum er altíð ljóst, luftin er frísk, sólin skínur alla tíðina og tað gevur einum eyka mátt at koma á ein slíkt stað.

- Tað er eisini so ómakaleyst at fara av stað í ár, nú vit flúgva beinleiðis, og tað er eisini orsøkin til, at undirtøkan er so stór. Nógvir nýbyrjarar eru við hvørt ár, men eisini nógv sum duga sera væl og hava verið við øll árini. Møguleiki er at læra at standa skíð á staðnum og tey flestu koma skjótt eftir tí. Tú verður bitin av tí, sigur Hjørdis Zachariassen.


Afterski

Skíðararnir standa á skíð frá tíðliga á morgni til seint seinnapartin. Tað krevur at fólk eru væl fyri, tá ið tey fara, tí ikki so sjáldan bróta nøkur seg sundur. Dømi eru eisini um, at fólk hava ligið í seingini alla tíðina, tí tey ikki tola turru luftina.

Tá ið skíðararnir hittast aftaná ein langan dag á brekkunum fara tey til afterski, tey kalla. Tað er á eini barrstovu, har tey práta um, hvat er hent um dagin og hvør hevur gjørt eitt bragd ella kanska tað øvugta. Dagsins avrik so ella so verður lønt við einum serligum hatti, sum viðkomandi skal hava á høvdinum dagin eftir. Og hetta er ein tradisjón, ið verður hildin í hevd við stórum álvara.

Árliga útferðin hjá Viðski er altíð til ymisk skíðstøð. Tey hava verið í Eysturríki, sum er væl umtókt, Italia, og í fjør gekk leiðin til sveitisku alpurnar. Ferðalagið undanfarin ár hevur talt úr 20 upp í 60. Nøkur pláss eru eftir til ferðina í ár.