Tað seinasta stigið á hesum øki tók Tryggingarfelagið Føroyar í gjár, tá teir komu fram við nýhugsanum á biltryggingarøkinum.
Tóat hesir nýggju møguleikarnir eru so feskir enn, at vit ikki rættuliga hava havt møguleika at vigað fyrimunir móti vansum, so er eyðsæð, at valið hjá kundanum í biltryggingi gerst breiðari - og eisini bíligari fyri tann hepna bilføraran.
Biltrygging hevur javnan verið umrøðuevnið, tá fólk hava víst sína misnøgd við tryggingarmonopolið - og hondina á hjartað, so hava vit ikki skula leitað so leingi fyri at finna eitt gott dømi um, hvussu órímulig tryggingin hevur verið.
Politikkurin var, at so skjótt tú skyldaði tryggingini nakað, so komu boð um at gjalda - ella onnur ávaring. Var tað hinvegin kundin, sum í síni meinaleysu óvitan átti okkurt bonus til góðar, sum hann ikki visti av, so upplýsti tryggingin ikki um tað. Spurdi tú hví, so fekst tú bert at vita, at hatta var títt egna problem! Tú skalt sjálvur fylgja við.
Einki er so tekniskt, sum trygging. Eingin kann krevja, at tryggingartakarin skal skilja allar tryggingarreglarnar. Tí er tað einki annað enn eitt rímuligt krav til eitt framkomið tryggingarfelag, at tað upplýsir tryggingartakaran væl og virðiliga um viðurskiftini hansara - eisini tá tað er til tryggingartakarans fyrimun.
Hetta tykist Tryggingarfelagið Føroyar nú hava skilt. Teir siga, at teir hava tikið starvsfólkið upp á ráð, eins á onkrar kundar við. Hetta er gott - og hetta er nakað, sum felagið átti at gjørt meira við - hetta, at kundin kann siga sína hugsan. Gamla Tryggingarsambandið var sera afturlatið og hult - nakað, sum ein vanligur kundi vildi hava sum minst við at gera.
Vit fegnast um broytingar í biltryggingini. Vit fegnast serliga um, at broytingarnar hesaferð eru til fyrimuns fyri brúkaran - eitt gott stig hjá einum nýggjum tryggingarsamtaki, nú vit skulu trína inn í nýggju øldina!










