soleiðis møguleikarnar at brúka førleikarnar fult út. Tá eg var barn og ikki tordi í skúla, so kendi eg meg veruliga sjúka og slapp frá at fara tann dagin. Tað var so deiliga friðarligt at vera heima. Ongin fartelefon [...] skrivað verður um, fáa ókvæmisorð oman yvir seg. Orðalagið er bara so ljótt. Og fær hetta fólk at halda seg aftur við at skriva og úttala seg, so missa vit øll. Eg vóni, at einaferð hava lesarar vant seg [...] og fara at vanda sær um orðini. Tey kundu í hvussu so er hugsað fyrst, síðan viðmerkt. Her haldi eg hesi vaksnu eru so ring fyrimynd. Og tað eru vit øll, sum eiga ábyrgdina av at læra børnini at hava virðing
Tað er ógvuliga tungt at seta seg at skriva minningarorð um mína høgt elskaðu ommu. 1. november 2006 fekk eg tey tungu boð, at «Fí-omma« ikki var ímillum okkum meir. Fí-omma, sum vit øll ommubørnini kallaðu [...] var ógvuliga hjartamild og blíð. Hon var nemm at koma at kenna, tí hon tosaði við øll hon møtti. Tá vit komu inn á gólvið hjá ommu, ja, so var hon skjót at seta ketilin útá. Altíð hevði hon okkurt gott [...] í stovuni. Hon elskaði at binda. Hon bant troyggjur, sokkar, turrikløð, húgvir, ja alt. Og ikki at gloyma, hekla. Hon dugdi alt, hon vildi duga. Um vit manglaðu okkurt heitt at fara í, so spurdu vit ommu
stur, ið upprunaliga kom við ætlanini. Grundtakin var, at fyri at náa út til so stóran skara sum gjørligt - ja, so er einki meira upplagt enn at spæla løg hjá bólkinum við flest popp-klassikarunum í sjáttuni [...] skal setast upp og pallarurin verður í tveimum, soleiðis at symfoniorkestrið verður fyri seg oman fyri Frændur menninar. Yvir hálva millión At fáa slíkt tiltak á føtur er ikki bara ein stór teknisk abjóðing [...] september. Tá verður klárt hjá Føroya Symfoniorkestri at fara undir venjingar. Tveir mánaðir vera sostatt hjá Frændum og Føroya Symfoniorksetri at fáa tað musikalska upp á pláss.
avn og Bryggjuna, koma vanliga mong oman at lurta eftir. Tá ið hann er av fara nakrir føroyskir bátar at rógva kappróður í Kanalini, og kajakkir frá Tvørábátinum at vísa teirra kynstur. Nógvur tónleikur [...] Hetta er fjórða árið á rað, at skipað verður fyri ólavsøkutiltøkum á Bryggjuni. Hóast arbeiðsbólkurin hevur valt at leggja minni fyri hesu ferð, verður góð skrá og mangt og hvat at síggja og hoyra eisini hesu [...] Maður er mans gaman og tað er tiltikið á ólavsøku. Ymist verður at fara til, síggja og hoyra, men tað er sannroynd, at mong koma á ólavsøku at hitta vinir og kenningar, práta og fáa sær ein forkunnugan bita
sett, so sást í 2. setti, at Dráttur var heldur oman á. Heldur ikki her var munurin serliga stórur, men tá settið leið ímóti endanum, gjørdist greitt, at her fór Dráttur helst at vinna. Vágakvinnurnar drógu [...] betru byrjanina uppá dystin. Munurin á liðunum var at kalla eingin í fyrsta setti. Tey fylgdust væl at allan vegin, og seint í settinum var greitt, at liðini mátti spæla út um tey vanliga 25 stigini. Her [...] betri, og at enda vunnu tær eisini triðja sett 25-22. Sostatt førdi Dráttur nú 2-1, og tær tóktust hava fult tamarhald á støðuni. Nú skuldi TB inn á vøllin at vinna síðstu tvey settini fyri at tryggja sær
smalir tá, at oftast hekk annað hjólið uttan fyri vegkantin. Næstur at royna rundkoyringina var 86 ára gamli, Jákup Biskopstøð. Húsajakku, sum hann verður róptur kann á prutli sínum sigast at vera ein bygdmynd [...] koyrilærari, og helt fyri, at teir helst mundu halda seg hava fyrsta rætt, tí teir vóru jú her áðrenn bilarnir. Kør i højre side Jógvan minnist, at í koyrilæruni stóð, at ?Trafikken skal gå i højre side [...] degnum. Eisini við atliti til undirsjóartunnilin og øktu ferðsluna, sum tá fer at verða, var neyðugt hjá býráðnum at hugsa um, at bøta um ferðsluumstøðurnar í Klaksvík. Klaksvíkar Kommuna hevur gjørt eina
kensluna av, at ferðin bara økist, og at byrðan bara verður størri og størri. Men, hvat kann so gerast fyri at lætta um í tí dagliga? Ja, tað eru fleiri sum ivaleyst hugsa: Skulu børnini so ongantíð vera passað [...] byrða hjá foreldrunum, at børnini noyðast á stovn. Men, foreldrini hava einki val. Hetta kemur oman á alt tað mánaðarliga, sum bankin skal hava. Tí meta vit á lista C á Sandi, at her kann kommunan rætta [...] Hvør er so vegurin hjá okkum? Eg sigi ikki, at alt skal verða ókeypis, men vit renna hvønn yrkadag fyri at hava tak yvir høvdið, og vit mugu arbeiða fyri, at hetta skal bera til. Kunnu vit venda gongdini
Beint áðrenn teir fóru avstað komu boðini frá Geyr Gilsteinson, at teir allir skuldu fylgjast í Havnini og at teir sluppu at gera sum teimum lysti, tá teir komu til Sandvíkarhjalla. Inni í Havnini var teinurin [...] ringvegin, framvið Landssjúkrahúsinum, oman í Vágsbotn, yvir við Strond og síðani eftir Hvítanesvegnum. Eftir hetta gekk leiðin norð til Langasands at venda, áðrenn klárt var at fara suður aftur í høvuðsstaðin [...] Langasands. Tað var fitt av vindi av høgætt, so allan vegin norður gekk rættiliga seint at súkklað. Roknað var við, at tað fór at taka súkklarunum einar tríggjar tímar til teinin, men teir høvdu súkklað í næstan
hvørjar reglur galda. Ongin ætlar sær nakað við spælinum – uttan at júst at vera á vøllinum og sleppa í fjølmiðlarnar. Eitt er kortini vist, at hóast føroyska samfelagið tapir 50-null í hvørjum av hesum dystum [...] løgmaður út og fortelur okkum, at talan er um ein stórsigur til øll, og at øll hava vunnið. Leingi hevur verið songartíð hjá sitandi samgongu, og alt bendir tíverri á, at um so allir heimsins hanar gala [...] sovikamarinum, sum var tað ein spennandi landsdystur, har samgonguleiðararnir skiftast um at stinga høvdið fram at greiða frá gongdini í koddakrígnum, meðan fjaðrarnir flúgva frá. Summir rýma av og á undan
Øll eru vælkomin at koma og fara sum teimum lystir, men lagt verður upp til at fólk yvirnátta á Selatrað. Møguleiki er fyri at búgva í tjaldi, kampingvogni ella báti. Skjótt og lætt Fyri at lætta um flutningin [...] Norðanlondum við tí vakrasta útsýni út yvir Sundalagið ein kann hugsa sær. Eingin ivi er um, at legubálsøkið fer at vera karmur um mangt forvitnisligt tiltak komandi árini. Í sambandi við yvirtøkuna verða røður [...] opnir fyri fólk at brúka, so sum wc, brúsir, grillir o.a. Møguleiki er fyri at keypa mat á deplinum, bæði sum liðnan morgunmat, døgverða ella nátturða og eisini til matgerð á báli og til at leggja á grillirnar