Javnan hoyra vit um tannáringar í útlondum, sum taka seg av døgum, tí tey ongan útveg síggja sær burtur úr happing í skúlum, á fartelefonini ella á telduni. Hesi syndarligu sjálvmorð henda, hóast ljóskastari hevur verið settur á happing seinastu mongu árini.
Sjálvmorðini eru bara tindurin. Í hølunum á teimum er eitt ótal av bangnum og vónsviknum børnum, sum hvønn einasta dag hava ilt í høvdinum ella í búkinum. Hesi smáu menniskju minka og krúpa inn í seg sjálv. Leggja lok á síni evni og missa soleiðis møguleikarnar at brúka førleikarnar fult út.
Tá eg var barn og ikki tordi í skúla, so kendi eg meg veruliga sjúka og slapp frá at fara tann dagin. Tað var so deiliga friðarligt at vera heima. Ongin fartelefon og einki internet. Eitt trygt stað, sum lekti bangna barnasinnið. Í dag er happaða barnið friðleyst.
Og so til nakað heilt annað, tó so viðkomandi álíkavæl. Fyri fleiri árum síðan var liðugt við dulnevndum lesarabrøvum í avísunum hjá okkum. Lesarabrævskrivarar skuldu nú ikki sleppa at brúka seg og so krógva seg aftan fyri dulnevni. Og tað vóru tey flestu glað fyri.
Men hvussu er støðan í dag? Syndarlig, haldi eg. Tað er skelkandi at lesa óhøviskar og niðrandi viðmerkingarnar til greinar á ymsu tíðindaportalunum. Bæði høvundarnir og tey, skrivað verður um, fáa ókvæmisorð oman yvir seg. Orðalagið er bara so ljótt. Og fær hetta fólk at halda seg aftur við at skriva og úttala seg, so missa vit øll.
Eg vóni, at einaferð hava lesarar vant seg við hendan viðmerkingarmøguleikan og fara at vanda sær um orðini. Tey kundu í hvussu so er hugsað fyrst, síðan viðmerkt.
Her haldi eg hesi vaksnu eru so ring fyrimynd. Og tað eru vit øll, sum eiga ábyrgdina av at læra børnini at hava virðing fyri sínum medmenniskjum. Men tá málburðurin er so ljótur, hugsa børn ivaleyst: so kann eg eisini. Soleiðis verður birt í happing. Tí eg haldi, hetta kann kallast happing. Kann samanberast við, tá vaksin sita og slatra um onkran (tað gera nøkur av okkum av og á) og gloyma at ansa eftir, so børn ikki hoyra. Av slíkum er nógv happing byrjað. Og eg óttist fyri, at happing nú er um at fáa ein nýggjan heimstað.










