Tíðir broytast, og ferðin á samfelagnum veksur. Tað verður kraft meira og meira av hvørjum einstøkum. Vit kenna tað øll. Yrkadagurin er lagdur til rættis niður í minstu smálutir. Ja, tað kennist ofta, sum vit ikki sjálvi hava stýr á degnum.
Alt, sum skal náast og alt, sum skal gjaldast er líka sum tað, vit hugsa um í dagsins samfelag. Havi ofta kensluna av, at ferðin bara økist, og at byrðan bara verður størri og størri.
Men, hvat kann so gerast fyri at lætta um í tí dagliga?
Ja, tað eru fleiri sum ivaleyst hugsa: Skulu børnini so ongantíð vera passað av sínum foreldrum? Jú, sjálvandi skulu tey tað, men hevði tað bara verið so einfalt.
Skulu allar rokningar gjaldast, sum dagurin krevur, mugu bæði foreldrini til arbeiðis. Tí mugu børnini á stovn og í frítíðarskúla eftir skúlatíð.
Her hevur samfelagið eftir mínum tykki eina uppgávu, og hon er so sára einføld: Tilboðini skulu gerast nøktandi.
Tað er eisini ein fíggjarlig byrða hjá foreldrunum, at børnini noyðast á stovn. Men, foreldrini hava einki val.
Hetta kemur oman á alt tað mánaðarliga, sum bankin skal hava. Tí meta vit á lista C á Sandi, at her kann kommunan rætta eina hjálpandi hond.
Tað ber til at gera tilboðini til barnaansing soleiðis, at foreldur fáa systkinaavsláttur, sum longu er galdandi í nógvum kommunum. Flestu kommunur hava onkra skipan við avsláttri, og tað eru eisini kommunur, sum als einki dagstovnagjald taka.
Systkinafrádráttur hevði lætt um fíggjarlig trýstið, sum fyllir so nógv í tí dagliga hjá barnafamiljum.
Hvør er so vegurin hjá okkum?
Eg sigi ikki, at alt skal verða ókeypis, men vit renna hvønn yrkadag fyri at hava tak yvir høvdið, og vit mugu arbeiða fyri, at hetta skal bera til.
Kunnu vit venda gongdini?
Ja, tað kunnu vit, um vit vilja. Svarið er at lætta um fíggjarliga trýstið hjá barnafamiljum, sum brúka ansingarstovnarnar hjá kommununi. Vit á lista C vilja virka fyri, at systkinafrádráttur verður skipaður, soleiðis at foreldur bert gjalda ansingargjald fyri tað eina barnið.
Kristian Oskar Henriksen, valevni á Lista C í Sands kommunu